hósdagur 19. juli 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 19. juli 2007
27
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Tað hevur sjálvandi eisini givið sjálvsálit, at vit
tey bæði seinnu árini hava spælt okkum víðari
(Klæmint Matras, B36)
Ikki heilt óvæntað
var tað íslendski
Hafsteinn Ægir
Geirsson, ið vann
fyrsta teinin í ársins
Statoil Kring Føroyar
Súkkling
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Undan
súkklukappingini
Statoil Kring Føroyar varð
íslendski Hafsteinn Ægir
Geirsson
mettur
sum
favorittir, og heitið livdi
hann fult upp til, tá ið hann
vann fyrsta teinin. Teinurin
var ein 8 kilometrar langur
einkultstartur, sum varð
koyrdur í Klaksvík.
16 súkklarar stillaðu til
byrjan um 18-tíðina, og
umstøðurnar at súkklavóru
ikki av teimum bestu. Sera
kalt var, og fitt av vindi var
eisini
úti
við
Ánirnar.
Súkklararnir
kundu
tó
fegnast um, at vegurin var
góður og turrur at koyra á.
Torkil vísti tenn
Púra sum væntað streyk
Hafsteinn Ægir Geirsson
avstað við sigrinum, og
sleppur hann tískil at koyra
í bláu føraratroyggjuni á
næsta teininum.
Men tað var ikki full-
komiliga uttan kapping, at
sterki, 26 ára gamli íslend-
arin kundi stilla seg ovast á
sigurspallin. 17 ára gamli
føroyingurin, Torkil Veyhe,
var ikki langt frá at geva
Hafsteinni ein hvøkk, tí
hann endaði 17 sekund
aftanfyri Hafsteinn.
Á hesum einkultstartinum
vórðu súkklararnir sendir
út á teinin við einum minutti
millumbili, og tískil var
ikki trupult at fáa eina
meting um, hvussu landið
lá. Torkil
varð
sendur
næstseinastur út á teinin,
meðan
Hafsteinn
varð
sendur seinastur. Tað stóð
klárt
beinanvegin,
at
Hafsteinn vann, tí við
strúkandi ferð kom hann á
mál, minni enn ein minutt
eftir Torkil.
Tað var eisini Hafsteinn,
ið helt hægstu miðalferðina.
43,11 km/t var miðalferð
hansara, og hetta var umleið
ein kilometur hægri enn
tann, sum Torkil helt.
Vónbrótandi avrik
Skal
verandi
meistarin,
Hafsteinn Ægir Geirsson,
hava álvarsmótstøðu, má
hetta helst verða frá Gunnari
Dahl-Olsen. Men tað gekk
ikki heilt eftir vild hjá
Gunnari, sum mátti taka til
takkar við einum fjórða
plássi.
- Eg haldi takk gekk OK í
dag. Tað var tætt millum
nummar 2, 3 og 4, men
Hafsteinn vísti bara, at hann
var
í
serflokki,
segði
Gunnar eftir teinin.
Gunnar er eftir hondini
vorðin 42 ára gamal, og
aldurin byrjar møguliga at
spæla inn.
- Møguliga er hetta mítt
síðsta Statoil Kring Føroyar.
Nú eri eg blivin 42 ár, men
eg haldi, at tað handlar um
at tíma at súkkla. Og tað
tími eg framvegis, sigur
hann avgjørdur.
Spurdur, um tað tað ikki
er hansara skylda at vinna á
Torkil Veyhe longur, svarar
hann.
- Bæði og, einaferð má
tað jú venda. Nú havi eg
havt tað nokso lætt í fleiri
ár, so tað er gott at hava
okkurt at kappast við, sigur
Gunanr Dahl-Olsen, sum
framvegis hevur sín fyrsta
Statoil Kring Føroyar-sigur
til góðar.
Ymsar umstøður
Íslendsku súkklararnir hava
ment seg nógv bara síðan í
fjør, og eisini hava íslend-
ingarnir ein ungan harra, ið
kann gera um seg í oddinum.
Hann
eitur
Davíð
Þór
Sigurðsson, og er bert 18
ára gamal. Í gjár gjørdist
hann nummar 3.
- Íslendararnir venja sera
hart. Teir hava ein venjara,
ið veruliga koyrir á teir,
sigur Gunnar um menning-
ina hjá íslendingunum, sum
trúðfastir venda aftur til
føroysku
kappingina
á
hvørjum ári.
Nógvir
av
føroysku
súkklarunum eru nýliga
vendir
heimaftur
eftir
oyggjaleikirnir á Rodos,
sum vegna nógva hitan
gjørdist
sera
hart
hjá
súkklarum okkara.
- Eg trúgvi ikki tað er ein
vansi fyri okkum. Míni bein
føldist væl, men vit fáa
betur at síggja í morgin, tá
ið vit hava verið um
Eiðisskarð, sigur Gunnar
flennandi.
Í morgin verður teinurin
105 kilometrar, og hann
verður koyrdur í Eystur-
oynni. Byrjað verður kl.15
á Oyri, og súkklararnir
væntast at vera á mál við
Statoil-støðina í Runavík
umleið kl.19.30.
Hafsteinn vann fyrsta teinin
Vinnarin av kappingini frá í fjør, Hafsteinn Ægir Geirsson, spardi ikki nakra orku, og vann fyrsta teinin við 17 sekundum
frammanfyri Torkil Veyhe
Mynd: tsf.fo
Gull og
silvur í lopi
Silja
Højgaard
og
Elinborg Durhuus gjør-
du veruliga bart, tá
einstaklingakappingin
hjá kvinnum var á
skránni
á
fimleika-
oyggjaleikum í gjár.
Tað eydnaðist nevn-
liga Silju at vinna gull í
kappingini,
meðan
Elinborg vann silvur
við sínum besta lopi.
Talan hevur higartil
verið um kappingar
eftir
tillagaðu
FIG-
reglunum. Fríggjadagin
verður talan um ein-
staklingakapping eftir
altjóða FIG-reglunum,
og so verður spennandi
at vita, hvørt føroysku
úrslitini verða eins góð
tann dagin eisini.
-mørk
Heidi og
Heidi til
B36
Kvinnuliðið hjá B36
hevur leitað sær styrk,
nú tær tær fara undir
seinnu hálvu av kapp-
ingarárinum.
Heidi
Sevdal og Heidi á
Lakjuni hava higartil
spælt við NSÍ, men
sambært Dimmalætting
fara tær báðar nú at
spæla við B36.
Heidi Sevdal verður
av fleiri mett sum ein
tann besti framrættaði
spælarin í kvinnudeild-
ini. Heidi á Lakjuni
hevur eisini ofta gjørt
nógv um seg í álopinum,
men hetta árið hevur
hon tó verið málverji
hjá NSÍ.
-mørk
Javnt móti
Aberdeen
Førloyska U17-kvinnu-
landsliðið spældi í gjár
2-2
javnleik
móti
Aberdeen,
sum
er
vertur
fyri
Football
Festival
í
hesum
døgum. Føroyska liðið
var aftan fyri bæði 1-0,
áðrenn Mona Breck-
mann og Gunn Hentze
skoraðu fyri Føroyar.
Eftir steðgin eydn-
aðist tó vertunum at
skora
til
endaliga
úrslitið.
-mørk
Eftir hálvt ár í B36 fer
Ovi Nysted nú aftur
til barndómsfelagið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
B36 og KÍ skrivaðu í gjár
undir avtalu, sum ber við
sær, at Ovi Nysted nú aftur
fer at spæla við KÍ.
Sterki verjuspælarin, sum
eisini kann nýtast í álop-
inum, skifti undan hesum
kappingarárinum til B36.
Har hevur hann tó ikki verið
fastur millum teir fyrstu
ellivu, og nú flytur hann so
aftur
til
Klaksvíkar
at
spæla.
Ovi Nysted er 27 ára
gamal, og fram til byrjan av
hesum
kappingarárinum
hevur hann fyri tað mesta
spælt við KÍ. Undantakið
var eitt skifti í fjør, tá hann
spældi við LÍF.
Sáttmálin, sum Ovi og KÍ
hava gjørt, røkkur fram til
endan av 2008 skrivar KÍ-
heimasíðan.
Ovi aftur til Klaksvíkar
Úrslit, 1. teinur:
1. Hafsteinn Ægir Geirsson, Hjólreiðafélagi Reykjavíkur, 00:11:08
2. Torkil Veyhe, Tórshavnar Súkklufelag, 00:11:25
3. Davíð Þór Sigurðsson, Hjólreiðafélagi Reykjavíkur, 00:11:43
4. Gunnar Dahl-Olsen, Tórshavnar Súkklufelag, 00:11:47
5. Áslakkur Nesá, Føroya Triathlonfelag, 00:12:12
6. Niels Jakob Thomsen, CC Gladsaxe, 00:12:13
7. Eli J. Christiansen, Tórshavnar Súkklufelag, 00:12:17
8. Sigmund Olsson, Tórshavnar Súkklufelag, 00:12:32
9. Sigurgeir Agnarsson, Hjólamenn, 00:12:38
10. Hlöðver Sigurðsson, Hjólreiðafélagi Reykjavíkur, 00:12:44
11. Hlynur Þorsteinsson, Hjólreiðafélagi Reykjavíkur, 00:12:48
12. André Tolstoj, CC Gladsaxe, Hjólamenn 00:13:00
13. Niels Bay Petersen, CC Gladsaxe, 00:13:05
14. Mikki Bangtrup, Ringkøbing cycle klub, 00:14:09
15. Súsanna Skylv Sørensen, Føroya Triathlonfelag, 00:14:46
16. Janus Povlsen, CC Gladsaxe, 00:15:27