hósdagur 19. juli 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 137 - 19. juli 2007 ]
Fyrsta
royndin
hjá EB/S
EB/Streymur
skal fyri fyrstu
ferð royna seg í
altjóða dysti, tá
teir í kvøld spæla
á útivølli móti
finska MyPa
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein stórur trupulleiki
hjá EB/Streymi, nú teir
fyri fyrstu ferð royna
seg í altjóða høpi, er, at
teir snøgt sagt einki
vita um mótstøðuna. Tá
vit í morgun høvdu
samband við leguna,
høvdu teir til fánýtis
roynt at fingið fatur á
sjónbandi av onkrum
dysti hjá finnlending
unum. Og at spyrja um,
nær
mótstøðuliðið
venur, tóktist nytta lítið,
skilst.
Men tað er tó lítið at
ivast í, at talan er um
sterka mótstøðu. Finska
liðið hevur seinnu árini
verið
millum
tey
fremstu í landinum, og
við skjótum fótbólti og
sterkum einstaklingum
verða teir uttan iva ein
stórur biti hjá føroyska
liðnum.
Og fortreytirnar hjá
EB/Streymi
eru
so
heldur ikki heilt opti
malar. Tað er greitt, at
Rafal Kwiecinski ikki
verður við í hópinum í
kvøld. Hann hevur ein
vøddaskaða í lærinum,
og tað sama hevur Leif
Niclasen, sum tí heldur
ikki fær spælt.
Dysturin hjá EBS/
treymi byrjar klokkan
17 føroyska tíð.
KÍ styrkir kvinnuliðið
KÍkvinnurnar hava í ár fingið harða mótstøðu frá B36 í odda
stríðnum í bestu kvinnudeildini. Har eru tó enn nógvir dystir eftir
at spæla, og til hesar hevur felagið eisini styrkt seg við tveimum
av bestu føroysku spælarunum. Kristina Eyðbjørnsdóttir hevur
áður spælt við KÍ, og eftir summarsteðgin verður hon aftur at
síggja í felagnum. Tað sama verður Olga Kristina Hansen, sum
áður hevur spælt við AB. Hon hevur seinasta árið verið á ítrótta
skúla í Oure í Danmark, men sambært spælarayvirlitinum hjá
FSF fer hon nú at spæla við KÍ.
Silvur til menninar
Isle of Man var stig framman fyri Føroyar, tá liðkappingin
hjá monnum var á skránni fyrrapartin í gjár. Isle of Man er
júst ein av oyggjaleikatjóðunum, sum hevur gjørt stór
framstig innan fimleikin seinnu árini. Og tað eydnaðist
eisini hjá teimum at vinna liðkappingina í dysti við Føroyar.
Men silvurið hjá okkara monnum er tó eisini væl og
virðiliga góðtikið.
Talan er um sterka
mótstøðu, men í B36
trúgva spælararnir
uppá, at teir triða árið
á rað kunnu spæla
seg til næsta altjóða
umfarið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við samanløgdum sigrum á
íslendska ÍBV og maltesiska
Birkirkara hevur B36 tey
bæði seinnu árini skrivað
nýggjar kapitlar í føroyskari
fótbóltssøgu.
Og málið er at skriva enn
ein kapittul, nú teir í kvøld
spæla
heimadyst
móti
litaviska Ekranas í UEFA
cup kappingini.
Vit vita ikki so nógv um
teirra lið. Men teir hava
fleiri landsliðsspælarar, so
talan er uttan iva um eitt
lið, sum er ført fyri at spæla
góðan
fótbólt,
sigur
Klæmint Matras hjá B36.
Men hóast trupult, so
heldur Klæmint ikki, at
talan er um ógjørligan
setning.
Vit vilja sjálvandi royna
at koma víðari aftur í ár. Vit
hava eitt ilð, har nógvir
royndir spælarar eru við, og
tí halda vit okkum vera væl
fyri. Og tað hevur sjálvandi
eisini givið sjálvsálit, at vit
tey bæði seinnu árini hava
spælt okkum víðari, sigur
hann.
Til dystin hevur B36 at
kalla allar mans tøkar.
Einasta undantakið er Jóhan
V. Gunnarsson, sum hevur
fingið ein stoyt í knæið, og
sum tí er ivasamur.
B36 vil hava hat-trick
Fysiskt hevur B36 seinnu árini
verið eitt fet framman fyri hini
liðini í Føroyum. Nakað sum ikki
minst er komið liðnum til góðar í
aljóða uppgávunum. Sum her, tá
Klæmint Matras í fjør legði B36
á odda móti Birkirkara
Tíðliga í fyrra og
tíðliga í seinna
hálvleiki skoraði
íslensdka FH fýra
ferðir, og so gjørdist
mótbrekkan ov tung
hjá HB
Fótbóltur
Jákup Mørk
Jakup@sosialurin.fo
Tað gekk ikki hjá HB at
skapa sær eitt fordeilaktugt
útgangsstøði undan seinna
dystinum móti íslendsku
meistarunum úr FH. Í úti
dystinum í gjárkvøldið kom
HB alt fyri eitt undir stórt
trýst, og eftir 12 minuttum
stóð 20 á talvuni. Fyrra
málið skeyt vinstri bakkurin
hjá FH, tá hann fangaði
returbólt eftir skot á stong
ina, og tveir minuttir seinni
økti Matthías Vilhjámsson,
eftir at Tróndur Vatnhamar í
fyrstu atløgu hálvbjargaði
góðum stútara.
Skjóta leiðslan setti ferð
ina á íslendska spælinum
nakað niður, og tað eydn
aðist eisini HB at spæla seg
longur fram eftir vøllinum.
Og
beint
fyri
hálvleik
minkaðu teir um munin, tá
Tommy Nielsen hjá FH
beindi hornaspark í egið net.
Tað gingu tó ikki meira
enn 12 minuttir av seinna
hálvleiki. So hevði FH aftur
skotið tvey mál. Sigurvin
Ólafsson stútaði bóltin í
netið til 31, og við góðum
skoti kundi Matthías skjóta
sítt næsta mál og fjórða
málið hjá FH.
Úrslitið ber við sær, at
HB neyvan skal gera sær
tær heilt stóru vónirnar um
at spæla seg víðari, tá teir
eiga heimavøll á Tórsvølli.
Íslendsku meistararnir vístu
seg í so máta júst somikið
sterkir, sum ótti var fyri, og
enn restar nakað, áðrenn
bestu føroysku liðini kunnu
spæla við slíkari ferð, sum
trífaldu íslendsku meistar
arnir gera tað.
Smyrilsvegur 13 · Postboks 3314 · 110 Tórshavn
tel 34 14 00 · Útbering tel 35 14 05 · Fax 35 14 01
utbering@prent.fo · www.prent.fo
LEYST STARV
Vit søkja eftir fólki
at bera bløð út í
Klaksvík
Ert tú 13 ár, og hevur
hetta tín áhuga,
so ring á tel 35 14 05
frá kl. 10 - 17 ella send
ein teldupost:
utbering@prent.fo
Útbering av dagbløðum og reklamum
FH-HB 1-4 (1-2):
Mistu í
trýstinum