hósdagur 19. juli 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 19. juli 2007
29
tíðindi
ÚTFERÐ
Sonne Smith
Villar planir. Nei, í roynd og veru
brúkti Eirikur Ólason Simonsen
langa tíð um at leggja ferðina til
Keltalands til rættis. Longu í fjør
heyst visti hann, at Smyril Line
fór at knýta rutusamband
beinleiðis við Skotland. Hann
spurdi seg fyri hjá Smyril Line,
sum svaraði, at ætlanin var at
brúka Scrabster sum komuhavn
hjá Norrønu. Eirikur setti ein
seðil upp í hølunum hjá
Ellisakførum at vita, hvussu
nógvir høvdu hug at melda seg
til. Summir tøvdu og drálaðu.
Aðrir meldaðu frá, og onkur
bíðaði. Endin var, at teir, sum við
vissu fóru avstað, vóru Eirikur,
Niels Pauli Hjaltalin, Júst Sivert
sen og eg sjálvur, Sonne Smith.
Fráferð 2. juli, stóð í ætlanini hjá
skiparanum. Júst túrurin 2. juli
passaði fint til at koyra í átta
dagar. Vit skuldu vera burtur í
tíggju dagar til samans við
sigling.
Hvagar fara vit?
Skuldu vit bara fara til Skot
lands? Skuldu vit koyra heilt til
Lands End í Onglandi? Hvussu
hevði verið at koyrt Írland runt?
Eirikur studeraði kort og
pilkaði rutur burturúr. Neyvt
varð lagt til rættis. Hann útvegaði
sær ein gps’ara og sat og
finglaðist við at dagføra
leiðvísaran á telduni heima hjá
sær sjálvum. Tað riggaði einki
serligt. Harafturímóti riggaði
gps’arin hjá Júst. Hann skuldi
klemma tólið á instru
mentpanelið á sínari súkklu. Júst
er vanur at koyra trailarar
uttanlands, og bæði Eirikur og
Niels Pauli hava koyrt lastbil. Ja,
Niels Pauli hevur enntá koyrt
buss hjá Bussleiðini í Havn. Teir
tríggir eru sera royndir og avbera
dugnaligir koyrarar. Og
staðsansin hava teir allir góðan.
Eg villist heima hjá mær
sjálvum, so tað var trygt at vita,
at teir tríggir vóru góðir slóðarar
hjá mær, sum ikki eri nakar
royndur motorsúkklukoyrari.
Írland má við
Eirikur fekk lagt rutuna í
góðari tíð. Vit avráddu á ferða
fundi okkara millum at leiðin
gekk úr Scrabster til ta lítli
ferjuhavnina Stranraer í Suður
vesturskotlandi. Haðani til
Belfast í Norðurírlandi. Hvagar
leiðin annars gekk í Norðurír
landi og lýðveldinum Írlandi,
vistu vit ikki rættiliga. Tó hildu
vit tað vera áhugavert at koyra
vestur eftir til Derry og haðani
suður eftir til Galway heilt har
vesturi í Írlandi. Úr Galway
skuldu vit koyra í ein beinan
eystan til Dublin. Tað ber ikki til
at hava verið í Írlandi og ikki
uppliva Dublin. Hetta var ein
túrur uppá umleið 2.500 kilo
metrar. Fóru vit tíðliga upp
hvønn morgun, kundu koyra 300
kilometrar í miðal um dagin. Eg
veit ikki hví, men vit vóru serliga
spentir eftir at sleppa til Írlands.
Kanska visti onkur íri at siga
okkum, at vit vóru í
munkafamilju, hóast vit eisini
vistu, at hesir landnámsmunkar
settu børn við í Føroyum. Løgnir
munkar, tí katólskir munkar áttu
at liva í sølibati.
Motorsúkklurnar
og viðføri
Motorsúkklur nú á døgum kunnu
tykjast øgiligar. Eirikur koyrir
eina nøkur ára gamla grøna
Honda Pan European ST1100,
Niels Pauli koyrir eina spildur
nýggja hvíta Suzuki VZR 1800
K7 Intruder, Júst koyrir sína 16
ára gomlu Yamaha Virago 1100,
og sjálvur havi eg eina Triumph
Bonneville T100, sum eg keypti
nýggja í fjør heyst. Hon er í
klassiskum 60’ara sniði.
Tú mást vera praktiskur, tá ið
tú pakkar viðføri at hava við á
motorsúkklu. Ov mikið av t
skjúrtum, líka nógvar
undirbuksur og minst sama tal á
hosupørum. Einar eyka buksur,
toliettgreiður ikki at gloyma. Og
eg mintist til mín Harris Tweed
jakka, sum kann rullast saman og
stappast í saðiltaskuna. Eini eyka
pør av bleytum skóm er gott. Vit
vistu væl, at tað kundi verða
kókandi heitt at vera í
motorsúkklubúnanum allastaðni.
Tað skuldu vit eisini sanna á
ferðini til Keltalands.
Tað týdningarmesta viðføri hjá
øllum ferðandi er pengar
(nógvar) og pass. Minst til tað, tí
annars verður tú blakaður
heimaftur, haðani tú ert komin.
Vit mintust til alt hetta og
bíðaðu nú spentir í mánaðir eftir
tí, ið skuldi vísa seg at verða ein
fantastisk ferð.
Ferðin til Keltalands
(1. partur)
Yviri við Strond í Havn, í hølunum hjá Ellisakførum,
leggja teir við hvørt ætlanir mánakvøld. Eitt mánakvøld
ið kom Harley DavidsonOve við einum uppskoti um
at fara við motorsúkklu til Skotlands, nú tað frættist,
at Smyril Line skjótt fór at royna eina nýggja farleið
beinleiðis til Scrabster í Skotlandi. Tann ferðin var
ætlað til at skula vera saman við donskum koyrarum.
Ferðin varð av ongum. Ove Ritter og teir fóru í staðin
til Íslands, sum vit hava hoyrt. Nýggi formaðurin í
Ellisakførum, Eirikur Ólason Simonsen, hevði eisini
villar planir. Hann fór undir at leggja eina ferð til rættis.
Íðin sum altíð, og alt varð skipað fyri út í æsir. Tí ið av
tornaði høvdu fýra meldað seg til túrin til Keltalands
– Skotlands og Írlands – og tað skuldi vísa seg, at fýra í
motorsúkkluferðalag er akkurát passaligt
Fýra ferðabúnir føroyingar á motorsúklu klárir at fara umborð á Norrönu við kós móti Scrabster í Skotlandi, haðani ferðin gekk víðari til Írlands