Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. apríl 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 6. apríl 2001 27 gult27 cyan27 magenta27 svart27 26 Nr. 68 - 6. apríl 2001 gult26 cyan26 magenta26 svart26 Marjus Dam, løgtingsmaður Eg takið undir við bestu loysn til suðuroyingar - eins og føstum sambandi til Klaksvíkar. Sambandsflokkurin er ein av fáu flokkunum á tingi, ið av heilum hjarta kann taka undir við tí útbygging, ið ætlanin er at fremja innan samferðsluøki okkara. Sandoyarskipið: Fyrst av øllum fari eg at ynskja sandoyingum til- lukku við nýggja og stási- liga skipi teirra. Vónandi kemur tað í sigling beinan- vegin og fer at roynast væl. Vit í Sambandsflokkinum frøast um hetta nýggja og stásiliga far. Suðuroyarskipið: Nýtt suðuroyarskip. Vit í Sambandsflokkinum taka undir við hesi ætlan - ið er til gagn fyri suðuroyingar, ið hava verið fyri vanbýti nú í fleiri ár. Suðuroyingar skulu hava tað skip, ið teir meta er tað besta. Ongin annar skal koma at leggja teimum fótonglar í vegin, so næst ella triðja besta loysnin verður úrslitið. Sambandsflokkurin vil, at suðuroyingar skulu hava tað bestu loysnina. Tað besta Suðuroyarskipið. Tí er tað gott at hoyra, at Føroya Landstýrið, eftir at hava ivast í langa tíð, nú tekur undir við okkara niðurstøðu. Leirvíksfjørður: Vit eru fleiri, ið vóna, at kanningarnar undir Leir- víksfjørð fara at gangast væl og sína eitt gott úrslit, so farast kann undir at gera fast samband undir Leir- víksfjørð skjótast møguligt. Helst so skjótt, at borurin kann flytast norður frá Vestmannasundi beinan- vegin skotið er ígjøgnum har. At norðoyingar kunnu rokna við Sambandsflokk- inum, man vera uttan nakr- an iva. Vestmannasund og Gásadalur: Tað gongur sum eftir ánni undir Vestmannasundi og um stutta tíð verður eisini farið undir at gera Gásadals tunnilin. Tunnilin til Gása- dals kemur 30 ár ov seint. Men gott er so at hann kemur nú. Sambandsflokkurin tekur undir við einum góðum og miðvísum útjaðaraøkis- politikki. Sambandspoli- tikkur: Í orðsins rætta týdningi er her talan um sambandspolitikk. Tað verður gjørt samband og bøtt um samband ímillum bygdir og oyggjar. Hesin sambandspolitikk- ur førir okkum langt fram á menningarleið, til gagn fyri bæði land og fólk. Hesin politikkur kostar. Og hann kostar nógv. Tað hava vit í Sambandsflokkinum ongar trupulleikar av, tí vit kunnu gjalda fyri tað menning, ið er neyðug. Tað er ein gáta? At sambandsfólk tosa um menning, tað er at skilja. Tí vit kunnu gjalda. Men tað er ein ósvaraður spurningur hjá mær og fleiri, hvussu loysingarfólk ditta sær at tosa um hesar útbyggingar - uttan at rodna. Tí hesar útbyggingar kunnu als ikki gerast, um loysingarætlanin verður framd. Tað eru nevniliga ikki peningur til hesar ætlanir. Um seinasta vanlukkusemjan verður til veruleika, so verður hall á fíggjarlógini um 1 ella 2 ár. Og tá hava slíkar íløgur ongan møguleika at verða framdar. Treytin fyri at samband kann fremjast er nevniliga Sambandspolitikkur. Tá eru nevniliga fíggarligu viður- skiftini á so høgum støði, at slíkar ætlanir kunnu fremj- ast í verki. Vit kunnu siga, at ríkisveitingin enn er garant- ur fyri, at útbyggingin av hesum landi heldur fram. Tí skulu vit vera varin við at fremja Tjóðveldispolitikk og loysingarpolitikk. Tá verða nevniliga nógvar broytingar - og bert til tað verra. So einkult er tað. Latið okkum fremja Sambandspolitikk - og byggja land. Tað ger loysingarsam- gongan innan samferðslu- økið í løtuni. Teir fremja Sambandspolitikk. Teir kunnu ikki lata vera. Samferðslan – útbygging VIÐMERKINGAR KROSSORÐ Dagmar Eyðunsdóttir 410 Kollafjørður Hvønn fríggjadag er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka- deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka- grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys- unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta fríggjadagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan. Vinnari: Loysunar- orðið: ……………………………………… Navn: ……………………………………………………… Bústaður: ……………………………………………… Bygd/býur: ……………………………………………… 265 Lesið føroyskt – hugsið føroyskt! Frá BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS: ❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl ❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/ Beinta Johannesen ❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen ❑Meistarin og teir fýra skrivararnir - Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi Frá FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNI: ❑Mállæra - Paulivar Andreasen/Árni Dahl ❑Rura - Þóra Þóroddsdóttir ❑Føroya jarðfrøði - Jóannes Rasmussen ❑Íslandsklokkan - Halldór Laxness ❑Fólk og mentan - Jóan Pauli Joensen Bøkur og annað tilfar – bæði innan og uttan skúlagátt Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: SUNDURBROTNIR Lærlingur til fotodeildina í 3-aranum søkist Vit bjóða tær eitt spennandi arbeiði við hópin av avbjóðingum í;har tú kemur at arbeiða við øllum ið hugsast kann innan foto/video/ og ikki minst tí nýggju digitalu tøknini. Vit væntað at tú ert fryntligur, ágrýtin og ikki bangin fyri at arbeiða nógv, tá tað krevst, møtir altíð til tíðina, vælsigneraður við einum smíli og klárur til dagsins uppgávur. Tú mást hava FHS, lærutíðin er 3 ár, við skúlagongd í DK av og á. Nærri fæst av vita við at ringja til Gissur á tlf. 316769 ella 213535. Er hetta nakað fyri teg, so send eina umsókn saman við prógvum og viðmælum til: Gissur Patursson Tórugøta 14 FO 100 Tórshavn ----------------------------------------------------------------- 3-arin er handil í sms; har starvast 12 fólk; handilin hevur 4 deildir: smykkudeild/fløgudeild/ fotodeild og tøknideild. Lærlingur til smykkudeildina í 3-aranum søkist Vit bjóða tær eitt spennandi arbeiði innan smykkur/prýði/steyp o.l. og alt, ið hoyrir til eina professionella gull/silvur deild. Í deildini starvast 2 urmakarar; ein útlærd innan gull&silvur og eitt hjálparfólk. Vit væntað at tú ert fryntligur/ ágrýtin og ikki bangin fyri at arbeiða nógv, tá tað krevst, møtir altíð til tíðina,vælsignerað við einum smíli og klár til dagsins uppgávur. Tú mast hava FHS, lærutíðin er 3 ár, við skúla- gongd í DK av og á. Nærri fæst at vita við at ringja til Gissur á tlf. 316769 ella 213535. Er hetta nakað fyri teg, so send eina umsókn við prógvum og viðmælum til Gissur Patursson Tórugøta 14 FO 100 Tórshavn ----------------------------------------------------------------- 3-arin er handil í sms; har starvast 12 fólk; handilin hevur 4 deildir: smykkudeild/fløgudeild/fotodeild og tøknideild. SPINNING Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Leygardag 19:30 – 21:00 Trimm & Spinn Kirstin/Tórhalla 16:00 - 17:00 Spinn øll Ann 17:00 - 18:00 Spinn byrjarar Ann 14:00 - 15:00 Spinn øll Skiftandi venjarar 17:00 – 18:00 Spinn øll Ann 19:00 – 20:00 Spinn vand Eyðun 19:30 – 21:00 Trimm & Spinn Ingrid Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag 17:15 – 18:30 Aerobic - vand Tórhalla/Kristin 16:00 – 17:00 Trimmari Tórhalla 17:15 – 18:15 Low - kvinnur Elsa Maria 19:00 – 20:15 Stepp & Styrki Kirstin 19:30 – 21:00 Trimm & Spinn Kirstin/Tórhalla 20:00 – 21:00 Aerobic - menn Elsa Maria 15:00 – 16:00 Trimmari - øll Tórhalla 18:00 – 19:00 Aerobic - byrjarar Elsa Maria 18:30 – 19:30 Trimmari Kristin/Tórhalla 19:30 – 21:00 Trimm & Spinn Ingrid AEROBIC SPINNING AEROBIC okkara yviri við má Komið inn í YNDI og verið væl fyri til summarið. Vit hava sum vanligt nógv ymisk sløg av kropsvenjingum, so sum aerobic, spinning, trimming og step. Venjingarnar hóska væl til hondbóltspælarar, ið júst eru lidnir við kappingina. Tað ber eisini til at biðja um tímar til arbeiðspláss, størri bólkar o.t. Byrja 23. apríl Enda 23. juni Tó Vilja tygum við Í Býin - hvønn hósdag Kostnaður pr. stk. fyri litmynd: 10x15 cm. kr. 80,- 13x18 cm. kr. 100,- 15x21 cm. kr. 130,- 18x24 cm. kr. 150,- 20x30 cm. kr. 200,- 30x45 cm. kr. 350,- Fyll henda lepan út. Klipp myndina út og send hana saman við lepanum til Sosialin. Tíðindablaðið Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Navn: Blað nr.: Síða: Stødd: Mongd: Bústaður: Telefon: Nú er møguleiki at keypa myndir sum standa í Sosialinum