Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. apríl 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 6. apríl 2001 25 gult25 cyan25 magenta25 svart25 24 Nr. 68 - 6. apríl 2001 gult24 cyan24 magenta24 svart24 Tað varð týðiliga undirstrikað í fyrru fjórðingsfinalunum, at einki av liðunum longur skal rokna við nøkrum løttum dysti, tað sum eftir er av kappingini MEISTARAKAPPING Jákup Mørk »Leeds er helst tað veikasta av teimum liðum, sum eru eftir í kappingini« Soleiðis málbar spanski miðvallarin hjá Deportivo la Coruna, Victor, seg, tá hann skuldi gera viðmerkingar til møguleikarnir hjá sponsku meistarunum at spæla seg fram til hálvfinalurnar í sonevndu Champions League kappingini. Nú er tó líkt til, at mið- vallarmaðurin noyðist at svølgja einar tveir stórar kamelar, tí mett eftir fyrru fjórðingsfinalunum, er Leeds so avgjørt ikki veik- asta liðið í kappingini, heldur øvugt. Yorkshire felagið var nevnliga hitt einasta, sum megnaði at vinna við fleiri málum í fjórðingsfinaluni, og eftir trygga 3-0 sigurin á Ellan Road tykjast teir nú vera einasta liðið, sum mest sum hevur tryggjað sær atgongd til hálvfinaluna. Hóast talan sjálvandi var um eitt stórt liðavrik, so skaraði verjuleikarin, Ian Harte, tó fram um viðleik- arar sínar. Fyrst legði hann við beinleiðis frísparki lið sítt á odda, og síðani átta hann næst seinast fótin á málunum hjá Alan Smith og Rio Ferdinand. Hesin seinni hevði annars ikki skorað mál í meira enn fýra ár, og tí var fagnaðurin sjálvandi ovur stórur, tá hann við triðja málinum at kalla tryggjaði Leeds sessin í hálvfinaluni. Javnt í hinum Annars vórðu hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar trý góð dømi um, at tá komið er somikið langt í kappingini, er einki sum eitur løtt mót- støðulið. Týskvøldið noyddist Real Madrid at ásanna hetta, tá teir hálvgum tóku sær av løttum, efitr at hava lagt seg á odda 2-0 móti Galatasary, men við trim- um málum í seinna hálv- leiki eydnaðust turkunum at venda dystin, soleiðis at alt nú er púrasta opið undan seinnu hálvfinaluni. Á Old Trafford í Man- chester eydnaðist endiliga Bayern München at fáa hevnd fyri finalutapið móti Manchester United fyri tveimum árum síðani, tá Sergio skeyt einasta málið í dystinum teirra millum. Talan var annars um ein fult uppibornar útisigur til týska liðið, sum sostatt stendur við betru kortunum undan seinna dystinum. Manchester hava tó áður sýnt, at teir ikki gevast fyrr enn seinasta bríkslið hevur ljóðað, og ivaleyst eru týskararnir fult greiðir um hetta, soleiðis at teir ikki taka sær av løttum í München. Seinasta fjórðingsfinalan stendur millum enska Arse- nal og Spanska Valencia, og her eydnaðist onglending- um at vinna 2-1 á heima- vølli. Støðan í hálvleikin- um var annars 1-0 til gest- irnar, eftir at Ayala hevði heilfluktað ein bólt upp undir nettakið stutt fyri hálvleik. Við tveimum mál- um innan tríggjar minuttir eydnaðist tó Arsenal at snara øllum á, soleðis at teir nú standa seg við javn- leiki í seinna dystinum. Um hetta fer at eydnast, er so ein onnur søga, sum ikki verður greidd fyrr enn um tvær vikur. Úrslitini og málskjúttar- nir í fyrru hálvfinalunum vóru annars hesi: Týsdagin, 3. apríl Manchester United-Bayern München 0-1 (0-0) 0-1: Sergio 86. Galatasary-Real Madrid 3- 2 (0-2) 0-1: Helguera 33. 0-2: Makalele 43. 1-2: Umit Davala 47 (br.) 2-2: Hasan 66. 3-2: Jardel 75. Mikudagin, 4. apríl Leeds United-Deportivo la Coruna 3-0 (1-0) 1-0: Harte 27. 2-0: Smith 51. 3-0: Ferdinand 66. Arsenal-Valencia 2-1 (0-1) 0-1: Ayala 41. 1-1: Henry 58. 2-1: Parlour 60. FSF hevur boðað frá, hvørjir dómarar eru settir til at døma teir dystir, sum eru eftir í bólkaspælinum fyri steypakappingina LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Tað er ein strævin dystar- skrá, sum liggur fyri framman hjá teimum 12 feløgunum, sum skulu dystast í bólkaspælinum í steypakappingini. Frá leyg- ardegnum og góða viku fram, skal hvørt liðið avgreiða fýra dystir. Spælt verður nú leygardagin, skírishósdag, páskaaftan og 2. páskadag, áðrenn komið er fram til, hvørji tey átta liðini verða, sum skulu taka lut í fjórðingsfinalunum. Umframt hesar fýra dyst- irnar, eiga FS Vágar og NSÍ eisini ein dyst til góðar, og verður hesin leiktur hós- dagin, 19. apríl. Umframt dystirnar hjá mansliðunum, er gongd nú eisini komin á steypakapp- ingarnar hjá hinum deild- unum, har tað somuleiðis eru hópin av dystum, sum skulu avgreiðast. Dómarar skulu sjálvandi eisini til fyri at avgreiða dystirnar, og FSF hevur nú sent dómarayvirlitið fyri hesar dystir út. Niðanfyri verður víst, hvør dómari skal døma í einstøku dystunum í kappingini um løgmanssteypið. Bólkur 1 07.04 KÍ-B68 Birgir Sondum 07.04 B71-ÍF Eiler Rasmussen 12.04 B68-ÍF Niklas á Líðarenda 12.04 B71-KÍ Petur Hansen 14.04 B71-B68 Oddmar Andreasen 14.04 KÍ-ÍF Suni Johansen 16.04 B68-KÍ Eiler Rasmussen 16.04 ÍF-B71 Birgir Sondum Bólkur 2 07.04 GÍ-HB Suni Johansen 07.04 B36-TB Oddmar Andreasen 12.04 HB-TB Regin Egholm 12.04 GÍ-B36 Lassin Isaksen 14.04 B36-HB Niklas á Líðarenda 14.04 GÍ-TB Petur Hansen 16.04 HB-GÍ Lassin Isaksen 16.04 TB-B36 Oddmar Andreasen Bólkur 3 07.04 EB/S-VB Niklas á Líðarenda 07.04 NSÍ-FSV Lassin Isaksen 12.04 FSV-VB Eiler Rasmussen 12.04 NSÍ-EB/S Suni Johansen 14.04 NSÍ-VB Birgir Sondum 14.04 EB/S-FSVLassin Isaksen 16.04 VB-NSÍ Niklas á Líðarenda 16.04 FSV-EB/S Petur Hansen 19.04 FSV-NSÍ Tummas P. Olsen Stórur ruðuleiki var í Moskva um vikuskift- ið á sama leikvølli, sum føroyska lands- liðið royndi seg á ÓFRIÐUR Jákup Mørk Tá Føroyar spældu á Luzjniki stadion í Moskva, varð bert ein áskoðari handtikin fyri at gera um seg, men so friðarligt gekk tað ikki fyri seg, tá topp- dysturin í russlandi varð leiktur um vikuskiftið. Dysturin stóð millum tey bæði stóru høvuðsstaðar- liðini, Spartak Moskva og CSKA Moskva, og ikki kann sigast annað enn, at áskoðararnir løgdu nógva orku í dystin. Ikki færri enn 669 fólk vórðu handtikin undir dyst- inum, og tá skaðarnir vórðu gjørdir upp, varð komið fram til, at 1.436 setur rest- aðu í á áskoðaraplássunum. Hesi vórðu undir dystinum nýtt til at kasta eftir við- haldsfólkum hjá mótstøðu- liðunum. Spartak Moskva, sum heldur til á Luzjniki Stad- ion, vann annars dystin 1-0. Ófríður á Luzjniki Tá Føroyar spældu var tað bert hesin eini áskoðarin, sum gjørdi somikið nógv um seg, at handtøka varð neyðug Mynd: Álvur Haraldsen Eingi løtt lið eftir Dómararnir settir ÍSF og ikki B36 Vit nevndu í blaðnum í gjár, at landsdyst- urin millum Russ- land og Føroyar skuldi sýnast í B36- húsinum fríggja- kvøldið. Ein broyting er nú hesum viðvíkjandi, tí tað vísti seg, at B36- húsið var upptikið til onnur endamál hetta kvøldið. Ístaðin hevur ÍSF játtað 12. m,anni at nýta loftið í ÍSF hús- inum, og verður tað sostatt har, at dystur- in verður sýndur. Altso verður lands- dysturin millum Russland og Føroyar sýndur í ÍSF-húsin- um fríggjadagin kl. 20.00. jm Við sigrinum á H71 varveitti Tjaldur møguleikan fyri at sleppa av botnsess- inum. Hoyvíkingar mugu hinvegin bara bíða og vóna, at tað ikki eydnast runavík- ingunum at fáa fleiri stig HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað vóru tey bæði niðastu liðni í landskappingini hjá monnum, sum hittust í Ítróttahøllini á Hálsi í Havn mikukvøldið. Hetta speglaðist eisini aftur í áhuganum, sum sýndur var fyri dystinum. Á dómaraseðlinum vóru 50 áskoðarar skrásettir fyri at hava møtt upp, men talið av gjaldandi áskoðarunum hevur helst ligið nakað væl niðanfyri hetta. Alla tíðina javnt Um hugt verður eftir sjálv- um spælinum, so er tað kanska heldur ikki undur í, at tað júst eru hesi bæði liðini, sum liggja niðast. So at siga alla tíðina var talan um sera rótut spæl. Hvørg- in av pørtunum megnaði nakran tíð at fáa rættiliga ferð á spælið, soleiðis at verjurnar kundu spælast tunnar, men hinvegin var verjuspælið heldur ikki á høgum støði, og tí komu hóast alt rættiliga fitt av málum í dystinum. Sum úrslitið í sær sjálv- um sigur, so var býti av málunum eisini rættiliga javnt, og hetta var eisini høvuðsreglan í dystinum, tí tað kom ongan tíð fyri, at meira enn tvey mál skiltu partarnar. Tað var eisini hetta, sum meira ella minni helt lív í dystinum, tí lítli munurin syrgdu um ikki annað fyri, at spenningur alla tíðina var um, hvønn veg dysturin skuldi fara. At byrja við skiftust liðini bæði um at hava leiðsluna, men tað lá tó líka sum í kortinum, at tað skuldu verða gestirnir, sum fóru av stað við sigrin- um. Ikki tí at hoyvíkingar ikki høvdu væl fatur á alla tíðina, men heldur tí teir at kalla ongan tíð megnaðu at gera sær dælt, tá teir fngu møguleika at skræða seg leysar. Ikki minst kom hetta til sjóndar í brotskøstunum, har hoyíkingar misnýttu ikki færri enn seks av teim- um níggju, sum teir fingu tillutað í dystinum. At Jodic Zelko megnaði at taka somikið stóran part av brotskøstunum, sigur sjálvsagt nakað um hansara styrki í mann móti mann støðum. Har telist hann helst millum teir allarbestu í landinum, og hetta gav hann eisini fleiri onnur dømi um. Hinvegin kundi hetta eisini bent á eitt slag av mentalum bremsuklossa hjá hoyvíkingum, tí tað er neyvan av tilvild, at teir í hondbóltshagtølunum eru tað liðið, sum hevur mis- nýtt lutfalsliga flestu brots- køstini. Rok í endanum Javnstøðan í málunum helt sær sum sagt allan dystin á tamb, og hetta viðførdi eisini, at tað fram móti end- anum íkomu nakrar sera spentar støður. Tjaldur sá út til at hava skapt sær ein avgerandi fyrimun, tá teir tríggjar minuttir fyri leiklok løgdu seg fram um við tveimum málum, men tá H71 beinan vegin minkaði niður aftur í eitt, øktist spenningurin aftur. Tjadur megnaði ong- an tíð at skora aftur, men tá hoyvíkingar hóast fleiri møguleikar heldur ikki megnaðu at skora, so rukku tey 27 málini hjá Tjaldrin- um kortini til sigurs. Hoyvíkingar vóru tó alt annað enn nøgdir um hetta, tí hildu seg hava rætt til í øllum førum eitt mál aft- urat. Fyrst misnýtti Halgir enn eitt av mongu brots- køstunum hjá hoyvíking- um, og nakað seinni varð álopsfeilir dømdur móti toppskjúttanum, tá hann í kapprenning við ein runa- víking mundi komið leysur í einum mótálopi. Rokmiklasta hendingin kom tó, tá bert fá sekund vóru eftir at spæla. Fyrst hevði H71 tríggja metra kast. Uppstilling var gjørd, har Halgir ætlandi skuldi royna seg, men tá hann leyp upp, varð hann skræddur ógvusliga niður av Dejan Macut. Hjá dómaranum var einki annað at gera at reka jugoslavan av vølli, tí talan var um ein av sonevndu professionellu feilunum. Dejan var sjálvandi greiður um, at Tjaldur skuldi vinna, um teir skuldu varveita møguleikan at sleppa úr botninum, og hóast hetta ikki á nakran hátt er tekin um góðan ítróttaanda, so var hetta nóg mikið til at steðga mótstøðumanninum. Hóast dómararnir beinan vegin valdu harðast møgu- ligu revsingina - burturvís- ing - so hildu hoyvíkingar helst ikki, at hetta var nóg mikið. Í øllum førum royndu fleiri teirra at leggja eftir jugoslavanum, og úr- slitið av hesum vóru tvær diskvalifikatiónir til hoy- víkingarnar. Umframt illu spælarar- nar, var illsinnið í hoyvíkis- leguni somikið stórt, at sjálvt tíðtakarin í fullari ferð leyp av pallinum og yvir móti leikarunum, og hóast hann ikki slapp fram at jugoslavanum, so var púra greitt, hvat endamál hansara við hesum var. Vónbrot hjá báðum Sum tað framgongur av stigatalvuni her á síðuni, so var her talan um seinasta dystin hjá hoyvíkingum hetta kappingarárið. Eitt kappingarár, sum í einstøk- um førum hevur víst, at knotur eru í ungu monnun- um, men sum í nógv størri mun hevur prógvað, at tað skal rættiliga nógv til, áðrenn teir av álvara skulu gera seg galdandi í kapp- ingini. Fyrst og fremst tykist venjingarstøðan hjá fleiri av leikarunum als ikki at vera nóg góð. Hetta er ein somikið grundleggjandi lutur í spælinum, at er hesin ikki til staðar, er ógvuliga avmarkað, hvørjar vónir liðið skal seta sær sjálvum. Sjálvandi hevði tað held- ur ikki gjørt skaða, um ein ella tveir sterkir leikarar vórðu fingnir til vega, tí í løtuni er Halgir alt ov einsamallur, tá tað ræður um at skjóta mál. Gaman í telist hann millum bestu álopsleikarar í landinum, men tá liðið at kalla ikki hevur aðrar streingir at spæla uppá, gerst tað heila alt ov einstáttað, soleiðis at mótstøðuliðini kunnu leggja rættiliga einfaldur ætlanir um, hvussu hoyvík- ingarnir skulu steðgast. Hjá runavíkingunum stendur ikki nógv betri til. Stórar vónir vórðu settar, tá liðið í ár fekk styrk av fyrst tveimum og síðani trimum útlendskum leikarum, men úrslitini av hesum hava enn ikki verið sjónlig. Ikki tí, ofta hevur verið nær við, men væntandi orka hevur helst gjørt sítt til, at tað sjáldan er blivið til meira enn næstan. Runavíkingarnir hava tó enn ein møguleika, tá teir um vikuskiftið taka ímóti kollfirðingum. Fæst stig úr hesum dysti, slepur Tjaldur av niðasta sessinum, men um so skal verða, skal mun- andi betri skil fáast á spæl- ið. Kanska telir tað til teirra fyrimun, at kollfirðingar einki hava at spæla fyri, men ein sigur skal tó á ongan hátt roknast fyri ein sjálvfylgja. Tað tosar stiga- talvan sítt sólarklára tos um. Dysturin í tølum Málskjúttar: H71: Johnnu Durhuus 6, Halgir Dahl Olesen 5(2), Hallur Danielsen 4, Olaf Vestergaard 4(1), Agnar Højgaard 3, Anfinn N. Debess 2, Rene Dahl Olesen 1, Høgni Joensen 1 Tjaldur: Sverri Justinussen 7, Svein í Heiðunum 4, Dejan Macut 4, Tummas Magnussen 4, Arnfinn Langgaard 4, Dánjal Kjær- bo 3, Ragnar Olsen 1 Brotskøst: H71 9, Tjaldur 1 Útvísingar: H71 3, Tjaldur 3 Diskvalifikatiónir: H71 2 (báðar beinleiðis reytt) Burturvísing: Tjaldur 1 H71–Tjaldur 26–27 (11–12) Tjaldur hevur enn møguleikan Hóast talan ikki var um nakran vakran dyst, so eydnaðist tað Tjaldrinum at varveita vónina um at sleppa av niðasta sessinum á stigatalvuni Støðan 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 11 10 - 0 - 1 726 548 178 32 2 StÍF 11 7 - 2 - 2 674 595 79 24 3 Kyndil 11 5 - 3 - 3 640 585 55 21 4 Neistin 11 6 - 0 - 5 570 579 -9 18 5 KÍF 11 5 - 2 - 4 557 612 -55 15 6 H71 12 1 - 0 - 11 605 703 -98 6 7 Tjaldur 11 1 - 1 - 9 528 678 -150 6