Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-19, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 19. juli 2007 41 tíðindi Oftani verða okkara kendu listafólk ikki viðurkend sín­ ar veruligu dygdir. So leingi onkur er eitt ‘up­coming’ og ókent navn, verður við­ komandi einstaklingur ella bólkur róstur til skýggja, og allar dygdirnar verða pen­ slaðar út. Men tað tykist sum, at tá somu einstaklingar ella bólkar gerast lutfalsliga kendir, verður fokus flutt frá góðu eginleikunum, sum frammanundan vóru so áhugaverdir, til tey ting­ ini, sum halta. Tað er eitt sindur soleiðis við Eivör. Tað hendir meiri enn so, at onkur hevur eitt ella annað, sum viðkomandi metir songkvinnuna kunna gera betur. At væntanin og krøvini gerast størri sum listafólkið mennist og ger um seg, sig­ ur seg sjálvt. Men tað er ein ófrávikilig sannroynd, at Eivör syngur heilt eina­ standandi væl. Og um onk­ ur vildi verið við, at hon er besta songkvinna føroyingar nakrantíð Neyvan er tað nøkur onnur songkvinna í Føroyum, ið fevnir um eins nógvar oktavar og hon. Samstundis eru tað ár síð­ ani (um tað nakrantíð hevur verið!), at Eivör og 'at syng­ ja falskt', hevur verið nevnt í sama setningi. Hon hevur sítt egna ljóð og egnan máta at syngja uppá. Hon komp­ onerar, yrkir, spælir (væl) kassagittar, syngur opera o.s.fr. Eitt heilstoypt image. Og so er hon bert 23 ár. Fjølbroyttir hattar Á nýggju fløguni Manna­ barn síggja vit Eivör í ein­ um nýggjum og annarleiðis leikluti. Á undanfarnum útgávum hevur oftani verið talan um eitt sindur øðrvísi ljóð og stíl, um ein hugsar í ‘mainstream’ banar. Millum tónlistarligu hatt­ arnar, ið unga fjøllistafólkið hevur havt á gjøgnum lívið, kunnu nevnast: jazzdiva (Yggdrasil/Ivory), gátufør rokknorna (Clickhaze), operastjørna (í operuni Arn­ hild og Eystein) og í seinas­ tuni; ráður countryfjakkari við Bill Bourne. Nú kann Eivör leggja ein hatt aftrat í fjølbroytta savn­ ið: poppsangari við einum tvisti. Tamd Og gøtugentan riggar væl í reina og nossliga leiklutin­ um. Tað er sum um, at Eivör er tamd eitt sindur. Oftani hevur talan verið um fløk­ jasligar krúllur og endaleys­ ar improvisatiónir, sum eisi­ ni hava verið hóskandi í sínum høpi. Men á hesi fløguni er pro­ duktiónin so poppkend og pen, at tílíkar krúllur og improvisatiónir als ikki høv­ du riggað inn. Eivör er Eivör, og ein skal ikki lurta longri enn í tíggju sekund, áðrenn tað gerst greitt. Hon hevur aldr­ in verið tann, ið passaði inn í ein penan tónlistarligan kassa. Og í støðum hoyrist tann ótamda Eivör aftur, men tá ljóðar tað natúrligt og riggar væl. Einki over­ kill, men eitt smakkligt íkast. Snøgt og rátt Húsin avspeglar sera væl tónleikin á fløguni. Hann er ótrúliga snøggur og penur, men samstundis fyltur við ymsum ráum elementum. Longu á permumyndini síggja vit hetta samspælið. Har sæst ein sera pen og flott Eivör, men vovin inn í ein tornarunn. Eisini inni í bóklinginum er alt sett upp á ein vakran hátt, men við einum hárlok­ ki, eini brotnari dukku og einum fuglavongi verður tað ráa og ótamda eisini umboðað. Vakrar myndir tiknar av Kristfríð Tyril, og somuleiðis hevur føroyska fyritøkan, nörd, gjørt eitt flott arbeiði við húsanum. Føroyska Céline Dion Nú traðki eg allarhelst onkr­ an fjeppara á tærnar, men meðan eg lurtaði eftir lag­ num Tú ert alt hugsaði eg: »Hatta er júst ein sangur, ið Cé­line Dion hevði kunnað sungið«. Talan er um eina sera pena balladu, ið Eivör syng­ ur inniliga og væl. Orðini eru sera einføld, men saman við stilla lagnum riggar: Tú ert alt, tú ert sólin. Tú ert alt, tú ert myrkrið. Tú ert alt, tú ert gleðin, alt tað, sum lýsir og alt tað, sum slóknar Hvønn sungið verður um, kemur ikki greitt fram. Men hetta er neyvan av tilvild. Talan kann vera um ein unn­ usta/eina unnustu, um Før­ oyar, um Gud ella okkurt heilt annað. Allarhelst er hetta eitt tilvitað val frá Eivörsa síðu, soleiðis at lur­ tarin sjálvur kann hava ein móttakara í huga. Málið Hóast Eivör nýtir eitt sera einfalt mál, er talan um góð­ ar tekstir, sum hava eitt natúrligt flow. Ein situr ikki og fýlist á, at ov nógv óneyðug orð verða kroyst inn í eina takt, sum ein so oftani hevur gjørt fyrr. Reglur verða ofta endur­ tiknar. Eitt brot úr Livandi trø: Innast inni eru vit eitt brúsandi hav. Innast inni eru vit eitt brúsandi hav. Ýlandi vindar á myrkari nátt, eitt brúsandi hav Neyvan er hetta tí, at Eivör hevur manglað íblástur, men heldur eitt tilvitað val, sum eftir mínari meting riggar væl. Ástarkend Í sanginum Dansins harri vísir Eivör eina síðu av sær sjálvari, sum ikki oftani kemur fram: Tak mína hond, og skipa tú dansin. Halt mær fast Og ver ei ansin, tí júst henda stund er okkara eina. So valsa meg inn í kærleikan reina. Leið meg avstað, dansins harri, halt mær fast. Lat orð vera færri, tí okkara varrar skulu ei tala. Lat okkum bert dansa, lat tónleikin spæla Her sær man eina meiri ástarkenda Eivör, sum eftir mínum tykki riggar væl. Tónleikurin gongur í einum valsi og tú sært næstan fyri tær, hvussu unga sprundið dansar við sínum útvalda í eini stórari veistluhøll. Írblástur Sum mong longu vita, so er fløgan tikin upp í Írlandi, og hetta hoyrist aftur. Írskar sekkjapípur, floytur og strú­ karir gera sítt til, at tankarnir til tíðir verða leiddir til írs­ ka bólkin The Corrs. Írski íblásturin er heldur ikki nakað, sum Eivör vil fjala. Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði hon, at hon hesuferð hevði ‘grava seg í írska tónleikin’. Serstaka røddin hjá Eivör og írsku ljóðførini eru ein væleydnað tvinning. Mátti sodna Tá ið eg fyri fyrstu ferð set­ ti fløguna í og spentur trýsti á play, má eg viðganga, at eg gjørdist eitt sindur skuff­ aður av fyrsta lagnum Mannabarn. Lagið var eitt sindur monotont og koyrdi nógv í tí sama. Eg haldi framvegis, at lag­ ið er eitt sindur einsljóðandi og avgjørt tað skeiva at vel­ ja til fyrstu skering, men eft­ ir at hava lurtað fløguna ígjøgnum nakrar ferðir, dámar mær nógv betri lag­ ið. Eisini eru orðini hjá Mart­ in Joensen sera vøkur og væl skrivaði: Hægsta træ Klúgv uppí. Kelduvað far útí - Røkkur tú? - Søkkur tú, mannabarn Legg so kós, lat ei blinda teg snarljós, brakandi tora ikki forða tær skal Mannabarn, halt á, mannabarn Tað sama er galdandi við restina av fløguni. Í mínum føri mátti hon koyra nakrar ferðir ígjøgnum áðrenn hon ordiliga slapp innum. Bæði áðurnevndu løgini Tú ert alt og Dansins harri eru serliga vøkur, eftir mín­ um tykki. Eisini Mother Theresa og Lurta koyra væl. Einasta lagið, ið ikki heilt tekur við er Livandi trø. Lagið hevur eitt sindur av eysturlendskum ísletti, sum ikki heilt slær til, og tjantið hjá Eivör ljóðar ikki væl. Og so fyri at tosa tón­ leikatos; bassljóðið hevur ein flatan 90’ara klang, sum ikki gera tað frægari. Til síðst Men talan er avgjørt um eina vælproduseraða, væl­ spælda og vælsungna fram­ leiðslu. Hetta er heilt avgjørt tað besta Eivör hev­ ur gjørt, og eg njóti at lurta eftir henni. Einans framtíðin kann vita, hvar hendan útgávan førir okkara kendastu song­ kvinnu, men eg spái, at Eivör fer at raka ein nógv breiðari skara enn hon er von, og av tí sama fer at náa nýggjar hæddir í tónleika­ heiminum. a av írskum a av írskum