Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 137 - 19. juli 2007 K R E A . F O TEL 47 80 80 stuðulsfólkaskipanin fyri børn almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Sóknast verður eftir Sóknast verður eftir FÍGGJAR- OG FYRISITINGARFULLTRÚA Stuðulsfólkaskipanin fyri børn er skipan á Almannastovuni, sum veitir stuðul til heimabúgvandi børn og ung ið bera brek. Stuðulsfólkaskipanin fevnir um alt landið. Í skipanini starvast gott 100 stuðlar, samskiparar og stuðulsráðgevar. Stuðulsfólkaskipanin fær støðugt nýggjar avbjóðingar, sum seta stór fyrisitingarlig krøv. Søkt verður tí eftir tveimum fólkum til fyrisitingina av Stuðulsfólkaskipanini. Fyristingin skal reka skrivstovuna, tryggja ein javnan rakstur og tryggja at Stuðulsfólkaskip- anin lýkur øll krøv til almenna fyristing. Eisini skal fyrisitingin, saman við stuðulsráð- gevunum, fáa til vega og greina hagtøl um stuðulstørvin til leiðsluna og politiska myndugleikan. Stuðulsfólkaskipanin virkar um alt landið, alt samdøgrið, árið runt. Tað krevur tí eitt stórt og miðvíst arbeiði at knýta starvsfólkini saman og at fremja samstarv og vitanarbýti. Komandi árið verður stóra avbjóðingin at gera umstøðurnar hjá starvsfólkunum í skipanini enn betri við einum virknum og mennandi starvsfólkapolitikki og einari útbygdari starvsfólkatænastu. Fyrisitingin er tá tann ásin, sum flestu spurningarnir fara um. Leitað verður tí eftir fólki, sum eru fús at taka av avbjóðingum og sum megna at lofta nógvum spurningum og uppgávum í senn. Arbeitt verður í einum tøttum toymi, við sera sjálvstøðugum ráðgevum, sum ynskja at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi saman við ágrýtnum fólki, sum sjálvi megna at evna síni størv eftir arbeiðsuppgávunum, áhuga og førleika. Stuðulsfólkaskipanin fyri børn sóknast eftir einum vælútbúnum fólki at standa fyri bókhaldi, lønar- og fíggjarstýring. Starvið umfatar eisini at fáa til vega hagtøl til leiðsluna í tøttum samstarvi við stuðulsráðgevararnar og at gera fíggjarligar metingar, lýsingar og framrokningar. Høvuðsuppgávurnar eru: . Bókhald . Lønar- og starvsfólkaviðurskifti, m.a. sáttmálaviðurskifti . Ábyrgd av starvsfólkajournal og menning av vaktarskipan . Hagtalsarbeiði og lýsingar av virkseminum í stuðulsfólka- skipanini . Ábyrgd av hølisviðurskiftum og útbúnaði Førleikakrøv . Viðkomandi útbúgving innan roknskap og fíggjarstýring . Sera góðan telduførleika . Gott hegni at skriva og góðan málsligan førleika . Góð samstarvsevni SKRIVSTOVUFÓLKI Søkt verður eftir einum nærløgd- um og fyrikomandi skrivstovufólki til alt vanligt skrivstovuhald og til aðrar uppgávur á skrivstovuni hjá Stuðulsfólkaskipanini. Høvuðsuppgávurnar eru: . Móttøka og telefonavgreiðsla . Postur og skráseting . Dagføring av vaktarskipan . Lønarskráseting, setanarbrøv v.m. Eisini kemur tú at hava nógv samskifti við stuðulsfólk, og kemur saman við stuðulsráðgevunum at fyriskipa alt tað praktiska um skeið og fundarvirksemi. Førleikakrøv . Skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving og royndir . Royndir við skráseting . Góðan telduførleika . Góðan málsligan førleika Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Meiri fæst at vita við at venda sær Oyvind av Skarði, leiðara, allar yrkadagar millum kl. 10 og 12 á tlf. 353570. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum v.m. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. august 2007 kl. 12.00. Umsókn skal sendast til Stuðulsfólkaskipanin fyri børn Almannastovan Postboks 3096 110 Tórshavn www.dekkmaster.fo info@dekkmaster.fo telefon 227 000 ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! K u l u r Giantco Sprint er ein nútímans skutari við øllum hugsandi hentleikum. Hevur t.d. originala fjarstýring við alarmi og fjarstartara. Ein kvalitets-skutari fyri lágprís! Íroknað prísin er sýn, nummarspjaldur og mvg. Hevur m.a. 4-takts motor Fjarstýrdan alarm/startara 12" alufelgur v/poleraðum kanti Polerað bremsugreb Hvít blunkljós 13.900,- einans Fæst í hesum litum: • Bláur/svartur • Reyður/svartur • Gulur/svartur s k u t a r i Opel Combo bíliga til sølu Opel Combo 1.6 persónbilur frá juni 2003. Hevur koyrt 53.000 km. Er økonomiskur og rúmligur. Hevur skjótihurð­ar í báð­um síð­um. Væl hildin. Útgerð: Nýggjar 17” alu-felgur/ dekk, fjarstýrt sentrallás, el-rútar framman, tokulyktir, radio við­ fløguspælara, v.m. Tel 21 19 96 ella kho@post.olivant.fo Volvo S40 Sera væl hildin ikki-roykj- ara bilur. 1.8 bensin 125 hk. Árg. 10/2005, koyrt 19.000 km. Hevur ljós leð­ursetur, leð­ur róð­ur, orig. 17” alu- felgur, innbygd barnasetur aftan o.m.a. Sum nýggjur. Nýprísur: uml. 345.000,-. Til sølu fyri bert 259.000,- Tel 21 19 96 ella kho@post.olivant.fo