fríggjadagur 20. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 138 - 20. juli 2007
tíðindi
Stuttlig og væl
uppløgd Jensina
Ein sera væl uppløgd og stuttlig Jensina
spældi á nýggja G! pallinum, Grundin.
G!
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Grundin er tann nýggi pallurin á G! Ætlanin er at
nýta hann sum eitt uttandura diskotek og ein
singer/songwriter-pall.
Jensina fekk heiðurin at vera tann fyrsta, ið
hevur framført í Grundini. Og tí kom hon eisini
sera væl frá.
Sjálvt um tað ikki átti at borið til, so byrjaði
Jensina 20 minuttir ov seint vegna tekniskar
trupulleikar. Eitt sindur vánaligt av ljóðfólkunum,
haldi eg. Men Jensina dugdi væl og prátaði við
fólkið.
Saman við systrini Onnu Mariu Olsen, ið sang
aftanfyri, spældi hon egnar sangir. Jensina virkaði
trygg og sá út til at njóta tað. Stílurin er rættur
sangskrivarastílur, og tað er ikki av tilvild, at hon
vann seinastu singer/songwriter kappingina, sum
Hafnia árliga skipar fyri.
Hon syngur væl og spælir hegnisliga upp á
gittar. Ein hugnalig og væleydnað framførsla,
hóast tekniskar trupulleikar.
G!
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Annað navnið á Spæliplássi
num á G! festivalinum í
gjárkvøldið
var
Gunnar
Guttesen, sum tók yvir eftir
Kára Sverrison. Afturat sær
hevði
Gunnar
Guttesen
Kristoffur Mørkøre á bass
og Brandur Jacobsen á
trummum.
Tríggir úrmælingar
Gunnar hevur í nógv ár ver
ið mettur sum ein av okkara
dugnaligastu klaverspælar
um. Hann hevur mest spælt
fyri onnur, men fyri eini tíð
síðani traðkaði hann fram
sum einstaklingur. Hetta
hevur hilnast ótrúliga væl.
At byrja við, tá ið Gunnar
við manning fór á pall, var
ljóðið á Spæliplássinum
einki serligt. Hetta batnaði
tó munandi, sum framførsl
an leið.
Brandur og Kristoffur
leggja
eina
sera
fasta
(tighta) grund, sum ger tað
møguligt hjá Gunnari at
brilliera á ljómborðinum.
Tónleikurin er eitt sindur
sveimandi og hevur eitt
stórt ljóð, hóast teir einans
eru tríggir. Og tað var meiri
enn eina ferð, at tankarnir
leitaðu til bólkin Muse.
Allir tríggir eru úrmæl
ingar á sínum øki, men tað
tóktist eitt sindur sum um,
at teir ikki heilt vóru nóg
væl samanspældir, og ikki
vóru heilt tryggir við, nær
tey ymsu skiftini skuldu
fara fram.
Gunnar hevur evni sum
fáur, og at kalla hann eitt
tónlistarligt flogvit er ikki
at gera av.
Fyrsta live framførslan á G!
festivalinum í gjárkvøldi gav
eina góða kenslu av, at hetta
verður eitt gott vikuskifti
G!
Meinhard Jensen
Í sólskini byrjaði liveparturin av
G!Festivalinum 2007 við Kára Sverri
son.
“So kom várið.” Tað vóru fyrst
sungnu orðini á G!Festivalinum í ár.
Kári Sverrisson sang 12 sangir á spæli
plássinum, sum er ein nakað minni
pallur, enn tann á sandinum.
Sólin skein inn á pallin alla kon
sertina, og saman við framúr góða tón
leikinum gav tað eina góða kenslu av,
at hetta verður eitt gott vikuskifti.
Helvtin av sangunum var av fløguni
“Meðan vit nærkast jørðini,” og einir
tríggir eru ikki útgivnir, so tað var nýtt
tilfar.
Tá konsertin var komin væl í helvt,
kom Jens Thomsen á pallin og spældi
undir ein sang. Tað var sangurin “Fjøll
ini standa úti”, sum Jóanes Nielsen
hevur skrivað orð til. Ljóðførið hjá
Jens var ein hegnpeli, sum var riggaður
til sum ein kontrabassur.
Rímiliga fitt av fólki var til konsert
ina, og øll lótu væl at framførsluni.
Gestir fingu æruna
at spæla fyrstu
konsertina á
sandinum á G! 2007,
har teir á heimavølli
høvdu eina sum
heild fína konsert
G!
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Hóast konsertin á sandinum
í gjárkvøldi kanska ikki var
tann besta, Gestir hava
spælt, so hildu fólk, at teir
vóru væl betri enn á G! í
fjør. Hesuferð spældu teir
bæði nýggjar sangir og eis
ini tilfar av fløguni “Burtur
frá toftunum”.
Gestir glógvaðu
Nýggju sangirnir vóru eitt
sindur meira popputir; og
eisini hava Gestir fingið eitt
elekroniskt element við í
tónleikin, sum riggaði sera
væl.
Løturnar, tá ið teir løgdu
nógva orku í, og tónleikurin
rættiliga eksploderaði, vóru
løturnar, tá ið Gestir rætti
liga glógvaðu. Annars tykt
ist tað kanska, sum teir til
tíðir høvdu ilt við at røkka
út um tann nýggja – og sera
stóra – pallin.
Ljóðið var gott, og tað
riggaði væl at hoyra Gestir
í stóra ljóðanlegginum á
sandinum.
Í byrjanini vóru ikki so
nógv fólk, men sum frá leið
legðist til, og fólk vóru sum
heild nøgd við konsertina.
So kom Kári
Kári Sverrison spældi bæði eldri og
spildurnýtt tilfar á fyrstu konsertini á
G! festivalinum í gjárkvøldi
Jensina fekk heiðurin at vera tann fyrsta, ið hevur framført
í Grundini – nýggja pallinum á G! festivalinum
Gunnar sveimaði
Gunnar Guttesen
man vera ein av
Føroya dugnaligastu
klaverspælarum
Gestir betri enn í fjør
Gestir spældu á heimavølli á sandinum í Syðrugøtu