fríggjadagur 20. juli 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2007
5
Av tí at virksemið hjá Sansum er økt nógv,
søkja vit ein dugnaligan ráðgeva.
Tú verður høvuðsráðgevi hjá nøkrum av
okkara størstu kundum. Saman við kundunum
og okkara dugnaligu starvsfólkum kemur tú at
standa fyri nøkrum av størstu kampanjunum
í Føroyum. Tað verður eisini tín ábyrgd at
tryggja, at samskiftið, vit skapa fyri okkara
kundar, er gott og tekur støði í mentanini og
samleikanum hjá kundunum.
Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur hóskandi
útbúgving, eitt nú eina kandidatútbúgving
innan marknaðarføring ella samskifti. Tú
hevur lætt við at samskifta við fólk, tú dugir
væl at hugsa í heildarloysnum, hevur gott
eyga fyri visuellum samskifti og natúrlig evnir
fyri handli.
Sansir eru ein framfýsin samskiftisfyritøka við
33 starvsfólkum í fýra ymiskum londum. Vit
skapa kunningar- og marknaðarføringsloysnir
í tøttum samstarvi við okkara kundar.
Førleika- og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum
á Sansum er høgt og spennir víða. Grundarlag
okkara fyri støðugari menning og framburði er
persónligt rásarúm, virðing fyri fjølbroyttum
hugsunarhátti og stuðul til persónliga
menning hjá okkara starvsfólkum.
Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur
tú at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum
vilt skapa framtíðina hjá Sansum saman við
okkum. Sjálvandi fært tú eina góða løn.
Umsóknir til starvið skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 14. august klokkan 16. Umsóknir
skulu sendast við telduposti til Lenu L. Mohr
á lena@sansir.fo ella Høgna Rasmussen
á hognir@sansir.fo. Vinarliga viðmerk títt
fartelefonnummar.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja
til Lenu L. Mohr á tel 218370 ella Høgna
Rasmussen á tel 220401. Vinarliga ring
millum 15.00 og 18.00. Tú kanst eisini senda
fyrispurningar við telduposti til Lenu ella
Høgna.
www.sansir.fo
Sansir søkja ráðgeva
Pf. Sansir
Dvørgastígur 7
Postmoga 1099
FO-110 Tórshavn
Mest hypaði føroyski
bólkurin í løtuni slapp at
spæla við teimum stóru
dreingjunum á Sandinum
G!
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Boysarnir høvdu fingið litið upp í
hendi at framføra á stóra pallinum
niðri við sandin. Og hetta megnaðu
teir til fulnar.
Skína av spæligleði
Hóast talan ikki var um mest neyvu
framførsluna, so vóru dreingirnir ein
frøi at hoyra og síggja. Tað er torført
ikki at smílast, tá ið tú sært spæligleð
ina og yvirskotið, sum skínur av Boys
in a Band, meðan teir varpa út orku
miklar tónar.
Torført er at finna ein betri front
figur enn Pætur Zachariassen. Hann
dugdi væl at tosa við fólkið og var
samstundis eisini sera stuttligur. Mill
um annað hótti hann við, at um ikki
varð gjørt, sum hann segði, so fór
veðrið ikki at verða gott dagin eftir.
Tað sær út til, at boysarnir hava
fingið ein umfatandi fjepparaskara,
tí allatíðina var lív í framman fyri
pallin.
Boys on
a beach
Pætur Zachariassen er
ein frálíkur frontfigurur