Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 138 - 20. juli 2007 Kaj Klein jammar á Skarv Komandi leygarkvøld fer føroyski útisetatónleikarin og vest­ meningurinin Kaj Klein at undirhalda á føroyska spælistað­ num Skarv í Keypmannahavn. Kaj Klein hevur nýliga givið út meistaraverkið ”Úr maskinrúminum” við heilu trimun fløgum, har m.a. góði yrkjarin Tóroddur Poulsen er við. Fløgan er tilognað farna bróður sín, Karl Anton Klein. Í tónleikaummæli 8. juli 2007 skrivar Sosialurin í yvirskriftini: ”Kaj hevur gjørt bestu føroysku útgávuna higartil í ár”. Kaj Klein syngur og spælir uppá auk./el. Guitar. Við sær hevur hann góða tónleikarin og danan Mikkel Røhrbæk á guitari, lapsteel og dobro (auk./el.) Ísrael letur palestinskar fangar leysar Umleið 250 palestinskir fangar sluppu í morgun úr ísraels­ kum fongslum. Tað var Ehud Olmert, forsætisráðharri, sum gav boð um at lata fangarnar leysar, og hann hevur sostatt hildið lyftið, sum hann gav palestinska forsetan­ um, Mahmoud Abbas, herfyri. Ísraelskir fjølmiðlar siga, at teir fyrstu fangarnir sluppu úr Metziot­fongslinum har suðuri í landinum klokkan sjey í morgun. Sambært fong­ sulsmyndugleikunum skulu 256 fangar latast leysir. Teirra millum eru seks kvinnur. Tað er evnaríki fuglfirðing­ urin, Helgi Midjord, ið hev­ ur málað við olju á lørift, og til 8. august verða 14 málningar hjá honum at verða sýndir fram í Ribarhú­ si. Ferniseringin verður leygardagin kl 21. juli kl.16.00. Helgi fer sjálvur at spæla klassiskan gittara og syngja til ferniseringina. Hann hevur smíðað løg til yrkingar eftir Janusi Djur­ huus og øðrum føroyskum skøldum. Umframt fara teir báðir, Niels Midjord og Pet­ ur Jacob Eliasen, at syngja týddar vísur hjá Evert Tau­ be. Gallarí Ribarhús er opið somu tíðir sum Piddasa handil, gerandis­ & sunnu­ dagar 15­17.30 og leygardag 11­13. Hyggið eisini inn á heimasíðuna www.ribarhus. com. við myndum og søgu bæði frá handlinum og gal­ larínum. Norðoya Sparikassi hevði fyrra hálvár eitt úrslit áðrenn skatt uppá 20 mió. kr. og er hetta besta hálvársúrslit, ið sparikassin nakrantíð hevur havt. Vøkstur hevur verið á øllum forrættningsøkjum og sást hetta aftur við at fíggjarjavnin er øktur við 25% hetta seinasta ári og er nú 2 millardir kr. Tað, at sprikassin hevur latið nýggjar deildir upp bæði í Saltangará og Tórshavn, hevur ført við sær munandi vøkstur bæði í útláni og innláni, og hevur útlánsvøksturin verið 34%, meðan innlánsvøksturin hevur verið 15%. Góða úrslitið hetta seinasta ári hevur gjørt, at eginpeningurin er vaksin við 13% og er nú 327 mió. kr. Starvsfólkatalið er vaksið nógv hetta seinasta ári, og er nú 55. Góða gongdin væntast at halda fram og rokna vit við, at úrslitið fyri alt árið fyri 2007 verður um 40 mió kr. áðrenn skatt. »Iktys« Tíðindaskriv “Iktys” nevnist handil í Tórshavn, sum selir brúkt klæðir. Orðið “Ichthys”, ið er griskt, merkir fiskur, og fiskurin var sum kunnugt symbolið hjá teimum fyrstu kristnu, eins og tað nú á døg­ um er symbol Neyðhjálp fólkakirkjunnar. At nevna føroyskan klæd­ nahandil “fiskurin”, varð hildið at vera heldur misvís­ andi í eini fiskivinnutjóð, tí útlendska “Iktys”. Handilin, sum er á hornin­ um Tróndargøta –Niels Winthersgøta, (gamla »Køkubúðin«), tekur fegin í móti brúktum, góðum og reinum klæðum, sum skulu kunna seljast í Føroyum. Klæðini verða síðani sorter­ að, og skitin klæði verða koyrd burtur. Onnur klæði, ið ikki metast at kunna selj­ ast í Føroyum, verða send av landinum til aðrar hjálp­ arfelagsskapir. Í handlinum arbeiða ólønt fólk. Allar inntøkur ( ­ húsa­ leiga) fara óskerdar til Neyð­ hjálp fólkakirkjunnar í Dan­ mark, ið fremur dygdargott hjálpararbeiði millum neyð­ stødd í øllum heimspørtum. Handilin í Tórshavn er vorðin stuðlaður í fleiri før­ um, t.d. veittu “Pipar og Salt” kr. 100.000 til gávus, Hjalmar Jakobsens bók­ handil gav kassaapparat, og “Hjálpirót” gav koyring. Um tú, maður ella kvinna, sum hevur stundir/ ert upp á eftirløn ella annað og hev­ ur hug at nýta ein part av tíni tíð í handlinum, kanst koma inn á gólvið og fáa eitt prát. Tú kanst eisini ringja til tlf. 319748/589421 (Oddvør). Vit gera skema til teir ymsu vikudagarnar, so tú veitst, nær tú skalt vera har og saman við hvør­ jum. Arbeiðið er einfalt, sam­ anhaldið er gott, og vit legg­ ja tær lag á. Handilin er opin gerandis­ dagar frá 13 – 17.30. Leyg­ ardag frá 11 ­ 14 Norðoya Sparikassi metgott hálvársúrslit Fernisering verður í Ribarhús leygardagin