Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 138 - 20. juli 2007 Svínoy leggur saman við Klaksvík Klaksvíkar Kommuna boðar á heimasíðu sínari frá, at borgarafundur verður úti í Svínoy í kvøld, við atliti til kommunusamanlegging. Ein komandi samanlegging væntast at fáa gildi 1. januar 2009, tá eitt felagsvalt býráð fer at hava ábyrgdina og umsitingina av sameindu kommununi. Svínoyar kommunustýri og Klaksvíkar býráð hava samstundis tikið avgerð um, at kommunurnar frá undirskrivingardegnum at rokna fara undir eitt tætt og miðvíst samstarv. Klaksvík.fo sigur endamálið við hesum samstarvi vera, at fyrireika sjálva samanleggingina og at skipa soleiðis fyri, at borgarar í báðum kommunum longu frá undirskrivingardegnum skulu gerast tilvitaðir um, at kommunurnar leggja saman, eftir at verandi valskeið er lokið. Stagedivin'G á G! Marianna Mørkøre, sum tekst við móta, films- og fotolist, skipar í samstarvi við G! Festival og Outsider Magazin fyri forvitnisligum films- og bókmentatiltaki. Møguleiki er fyri at síggja, hoyra og uppliva ymisk sløg av nýggjari list, bæði føroyskari og útlendskari. Hetta spennandi tiltakið verður leygardagin, 21. juli kl. 15 í backstage høllini, G!ult, ið er omanfyri Tøting. Tiltakið er opið fyri øllum, og ókeypis er fyri festivalgestir. Fólk uttan festivalpass gjalda 100 kr. fyri at koma inn. Norska Olju- og orku- málaráð­ið­ hevur nú við­gingið­, at seismik- kur ávirkar fiskiskap- in hjá útróð­rarflot- anum,og vil tí veita end­urgjald­ fyri mista inntø­ku FISKIVEIÐI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyri minni enn viku síðani var ført fram, at tað var seis- mikkurin, sum var ein stór orsøk til, at svartfuglurin við Føroyar er í minking. Nú hava norðmenn viðging- ið, at sami seismikkur eisini ávirkar fiskastovnarnar. Tað skrivar norska fiskaríblaðið Fiskaren. - Tað eri eg feginum. Tað er óført, at staturin nú við- gongur og gevur endurgjald fyri seismikk. Fyribils tykist tað tó, sum ætlanin ikki er nóg víðgangandi. Tað besta hevði verið víðarifevnandi loysn, tí tað er ikki bert hin einstaki fiskarin, men eisini ídnaður- in á landi, sum svíður fyri minkaða fiskiskapin. Men tað er kortini ógvuliga nøktandi, at vit eru komnir so langt, sigur formaðurin í Nordlands Fylke Fiskerlag, Tom Tobiassen. Hann metir tó ikki, at tað fer at verða lætt hjá fiski- monnunum at søkja um endurgjald og skjalprógva tap. - Serliga skjalprógvanin verður trupul. Vit hava arbeitt við at skjalprógva framferðarháttin og veiðina, sigur Tobiassen, men tað fáa vit ikki gjørt til lítar, fyrr enn vertíðin er av. Hann heldur at besta loysnin hevði verið, at olju- feløgini og staturin leys- keyptu útróðrarbátarnar, meðan seismikkurin varð skotin. Tað eru serliga útróðrar- bátarnir og ídnaðurin á lan- di, sum líða undir tapi, og serliga smærru bátarnir. Vit vildu helst avmarka seismikkin so nógv sum gjørligt, men bæði oljufeløg og fiskiídnaðurin skulu liva saman. Og samanlíkna vit við støðuna í Norðsjónum, eru vit komnir væl á leið. Í so máta er tað ógvuliga positivt, sigur Tom Tobiassen við Fiskaren. Tað­ hava verið­ nógvar atfinningar mótvegis teirri kanningini, sum vit umrø­d­d­u í Sosialinum fyrr í vik- uni. Har varð­ sagt, at um ikki umfatand­i broytingar vórð­u sett- ar í verk, fór veið­i eftir villini fiski at steð­ga áð­renn 2050. Men tað­ eru langt frá ø­ll samd­ við­ granskarunum FISKIRØKT Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyrr í vikuni prentaðu vit eina grein um ovurfisking og dálking, sum sambært einari kanning frá november í fjør fer at føra til, at eingin villfiskur verður eftir at veiða í ár 2050, verða ikki umfatandi tiltøk sett í verk. Tað var tíðarritið Science, sum av fyrstan tíð bar tíð- indini um hesa kanningina, og síðani hevur frágreiðingin og niðurstøðan ferðast heim- in runt, uttan at nevnivert av kritiskum spurningum og viðmerkingum eru slop- nar framat. Ein teirra, sum ikki er samdur við hesi niðurstøð- uni, er Alan Longhurst. Hann hevur latið inn eina góðkenda viðmerking, har hann vísir á fleiri feilir við kanningini og serliga á tí hagtalsgrundarlagi, sum kanningin byggir á. Í átta síður longu viðmerk- ingini vísir Longhurst á heil- ar sekstan keldur, sum allar eru ivasamar um niðurstøð- una hjá Boris Worm og han- sara starvsfeløgum. Longhurst sigur, at hóast fleiri fiskifrøðingar og fólk annars innan fiskiídnaðin eru ósamd við niðurstøðuni og kanningini sum heild, er ikki ein tann einasta atfinn- ingarsom viðmerking slopp- in við í tíðarritið Science, og tað er rættiliga undrun- narvert og illgrunasamt. Hagtalsgrundarlagið, sum granskingarbólkurin hevur fingið frá FAO-goym- slunum, eru ikki heilt álítan- di. Sjálvur vísir Longhurst á eina røð av mistøkum, sum granskarabólkurin hev- ur gjørt. Hetta er í størstan mun orsakað av, at kanning- in konsekvent byggir á bio- margfaldni í økinum og ein- ki annað. Hetta argumentið er bygt á royndir á fjøruøki og síðani bara flutt út á strandahøv. Aðrir skeivleikar Við at nýta veðurfrøðina í royndarúrslitum, sum eru fingin til vega við fjøru-eco- skipanum og kunngjørdar í 16 vísindaligum tíðarritum frá 1960 til 1995, er niður- støðan hon, at eitt ríkt plant- lív á botni mennir støðufesti í ecoskipanini, har hetta er skilgreinað sum »evnini at standa ímóti áhaldandi óróg- vi«. Men tær 20 ávísingarnar nýttar at undirbyggja hesa niðurstøðuna eru fingnar til vega við kannningarstovuúr- slitum ella ástøðiligum manipulatiónum av fjøru- sløgum. Í hesum førinum bert bygt á sjógras. Longhurst heldur tað vera ov lætt farið um, bert at framrokna slík úrslit til at galda á opnu strandahøvun- um, serliga tí bert eitt av teimum tólv kannaðu økjun- um kann roknast sum strandahav. Restin eru víkir og firðir. Eisini fílist Longhurst á, at tað er ógvuliga trupult hjá lesaranum at finna út av, hvar stóra rúgvan av hag- tølum stavar frá, og má tí nýta annað uppfylgjandi til- far at fáa greiði á hesum. Granskarabólkurin ger síðani tað, at hann framrok- nar úrslitið fyri strandahøv- ini – ið jú sum kunnugt er ein framrokning av úrslitin- um av fjørukanningini – til stóru heimshøvini, og har byggja tey eisini á skeivt grundarlag, sigur Long- hurst. Umframt hetta tekur Longhurst sum dømi, at bólkurin roknar við 725 ymsum fiskasløgum í Gui- neiska Golfinum, hóast tað bert verða fiskað 200 sløg av fiski, harav 17 umboða minni enn 0,1% av fiski- skapinum. Nógv tey flestu sløgini halda til á so djúpum vatni, at hugsingur er ikki um at royna eftir teimum. Og tá má væl vera trupult at tosa um ovurveiði. Vit ætlaðu at fáa eina við- merking frá Hjalta í Jákups- stovu, men hann bar seg undan við teirri grundgev- ing, at umrødda kanningin var tengd at stórari óvissu, og at hann ikki nóg gjølla hevði sett seg inn í umrøddu kanning. Men tað kann í hvussu er staðfestast, at langt frá øll – og tað er serliga galdandi fyri fiskifrøðingar og fólk innan fiskiídnaðin – eru samd við kanningarúrslitun- um og niðurstøðunum hjá Boris Worm og starvsfeløg- um hansara. Kanningin ikki so vísindalig kortini Fleiri fiskifrøðingar eru ósamdir við kanningarúrslitini og niðurstøðurnar hjá Boris Worm og starvsfeløgum hansara. Og sambært Alan Longhurst er vandin fyri tómum trolum eftir ár 2050 ikki so stórur, sum kanningin annars vil vera við Endurgjald fyri seismikk Norðmenn veita nú endurgjald fyri, tá skip skjóta seismikk