fríggjadagur 20. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 138 - 20. juli 2007
Hjól hjá Atlantic
punkteraði undir lending
Eitt hjól á einum flogfari hjá Atlantic Airways skrædnaði,
tá ið tað setti seg á fløgvøllin í Vágunum seinnpartin.
Flogfarið var júst komið úr Billund, tá ið óhappið hendi.
Nakað av royki var at síggja frá hjólinum undir vinstra
vongi, og tríggir sløkkiliðsbilar vóru skjótir á staðnum.
Teir fylgdu allir flogfarinum á sítt pláss, og einki annað
spurdist burturúr hendingini, sum allarhelst má setast
undir bólkin ´hendiligt óhapp´.
Klaksvíkar Kommuna
fingið MySpace
Alsamt fleiri streyma til heimasíðuna MySpace, sum er
ein frálíkur portalur at hava hjá hvørjum einum fólki.
Eisini eru nógvar fyritøkur komnar til, og nú er eisini ein
kommuna komin uppí. Tað er Klaksvíkar Kommuna, sum
hevur tikið stig til at upprætta sær eina vangamynd á
síðuni. Endamálið sigur kommunan vera, at røkka einum
serligum málbólki á síðuni, helst tí serliga nógvur
ungdómur heldur til á síðuni. MySpace-síðan hjá
Klaksvíkar kann síggjast á www.myspace.com/klaksvik
Tað vóru Árni Winter
Arkitektar, sum
vunnu kappingina
um besta uppskotið
til nýggja kirkju á
Glyvrum
KAPPING
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
15 uppskot vóru komin inn
til kappingina um nýggja
kirkju
á
Glyvrum,
og
seinnapartin í gjár varð
almannakunngjørt, hvørjir
vinnararnir vóru.
Arkitektavirkið hjá Árna
Winther
fekk
150.000
krónur fyri at gera besta
uppskotið, og Heidi Poulsen
og Map-arkitektar fingu
aðru
virðisløn,
90.000
krónur,
fyri
næstbesta
uppskotið.
Øll
uppskotini
kunnu
síggjast í fimleikarhøllini í
Glyvra
Skúla
fram
til
sunnudagin frá klokkan 16
til 20
Eftir at avgerð varð tikin
um at vraka verandi kirkju
á Glyvrum, sum er vorðin
ov lítil og ótíðarhóskandi,
og ein útbygging ikki varð
mett at vera rætta loysnin,
útskrivaði
kirkjuráðið
á
Glyvrum arkitektakapping
um nýggja kirkju.
Verandi kirkja, sum tekur
600 fólk, verður standandi
til nýggja kirkja, ið verður
bygd norðanfyri og fer at
taka 750 fólk, er liðug.
Harafturat verður kjallari
gjørdur
undir
nýggju
kirkjuna.
Árni Winther vann kirkjukapping
Frá móttøkuni í Glyvra Skúla í gjár, har virðislønir vórðu latnar fyri bestu uppskotini til nýggja kirkju
Myndir: Sunva Ey. Lassen