Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 138 - 20. juli 2007 Nógv hava undrast á, hví so lítið hevur verið at hoyrt til løg­ mann í sambandi við tey mongu stórmálini, ið hava verið frammi í seinastuni. Eitt nú sølan av Føroya Banka, undirsjóvar­ tunnil í Sandoynna, niðurfisking av toskinum og sjó­ mannafrádrátturin. Sosialurin hevur verið á gátt í Tinga­ nesi og spurt Jóannes Eidesgaard, hví hann ikki í størri mun hevur luttikið í orðaskiftinum og um leiklut hansara sum løgmaður og samgonguleiðari, nú valskeiðið av álvara lækkar móti endanum. Og um vandan fyri ikki at gerast løgmaður eftir komandi val, sum verður í seinasta lagi 19. januar Politikkur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Ólavsøkan nærkast av álv­ ara, og hon er hæddarpunkt­ ið hjá einum løgmanni, tí tað er í ólavsøkurøðuni, at løgmaður skal vísa, hvat er komið av skafti seinasta árið. Eisini skal hann greiða bæði Løgtingi og Føroya fólki frá, hvørjar politiskar ætlanir liggja fyri framm­ an. Fyri Jóannes Eidesgaard er hetta tann týdningarmikl­ asta røðan í tíðini sum løg­ maður, tí komandi røða er tann fjórða í røðini og har­ við tann seinasta í valskeið­ num. Neyvan er ov nógv sagt, at løgmannsrøðan í ár í veruleikanum er startskotið til valstríðið, sum av álvara fer í gongd í heyst. Løg­ tingsval verður í seinasta lagi 19. januar. Sosialurin hevur verið í Tinganesi og tikið »pulsin« á løgmanni, sum í løtuni situr og kýtir seg við at stykkja ólavsøkurøðuna saman, har serliga nógv eygu og oyru eru vend ímóti honum. Sjálvt um Jóannes Eides­ gaard sær rímuliga avslapp­ aður út, er tað týðuligt, at uppgávan verður tikin í størsta álvara. Hetta er eisini eitt slag av eksamiu, nú hann um minni enn eitt hálvt ár skal upp á vektina hjá veljarunum eftir fyrsta valskeiðið sum fremsti mað­ ur í Tinganesi. Spurdur hví hann hevur verið so lítið at hoyrt og sæð í seinastuni, sigur Jóannes Eidesgaard: – Tú hevur rætt í, at eg ikki havi staðið í fremstu røð nú í summar, men hetta er nakað, eg sjálvur havi valt. Fyri tað fyrsta havi eg verið burturstaddur í eini tríggjar vikur, har eg millum annað havi fylgt teimum ungu føroyingunum, sum kappaðust á oyggjaleikinum á Rhodos. Fyri tað næsta haldi eg, at tað er ein skylda hjá mær virða starvið og brúka summarið til at savna kreftir til at tørna til aftur seinni, sigur Jóannes Eides­ gaard. Hann vísir á, at arbeiðs­ árið hjá einum løgmanni av álvara byrjar aftur á ólav­ søku og koyrir uttan slit alt heystið. Í einum valári merkir hetta líka fram til og eftir valið. – Viðvíkjandi einskiljing­ um so havi eg altíð havt ta áskoðan, at tað ikki er upp­ gávan hjá tí almenna at eiga hvørki ein banka, flogfelag ella eina telefyritøku. Tað er ikki endamálið hjá okk­ um politikarum at reka fyri­ tøkur, men at skapa góðar karmar og lata vinnulívið reka fyritøkurnar, so tær standa seg best. Á henda hátt koma tær øllum sam­ felagnum til góðar, sigur Jóannes Eidesgaard. Torbjørn Jacobsen úr Tjóð­­veldisflokkinum hevur skotið­­ upp at seta eina nevnd at kanna søluna av Føroya Banka. Hví ikki gera tað­­, so allir ivaspurn­ ingar kunnu fáast av veg­ num? – Tá tann politiska skipan­ in hevur verið ígjøgnum eitt orðaskifti, og tá avgerð­ in er tikin – í hesum føri um Føroya Banka – so nyttar ikki at koma aftur og angra hetta. Einasti, sum atkvøddi ímóti leistinum at einskilja Føroya Banka, var Jenis av Rana. Hetta er týdningar­ mikið at halda fast um. Stóri meirilutin í Løgtingi­ num var púra samdur um at gera eina samansetta sølu, so vanligi føroyingurin fekk møguleika at keypa parta­ brøv. Hesin leisturin endaði við, at útlendskir stóríleggj­ arar fingu 40 prosent, før­ oyskir stóríleggjarar 40 pro­ sent og smáíleggjarar 20 prosent. At nógv eru mis­ nøgd við ikki at fáa tað, tey bóðu um, skilji eg væl, men ongin hevði roknað við so ovurhonds stórum áhuga fyri partabrøvunum. Í sam­ bandi við líknandi sølur aðrastaðni hava smáíleggj­ arar fingið í mesta lagi 10­ 15 prosent, so 20 prosent er munandi hægri, enn tað van­ liga. Argumentið at loyva stóríleggjarum inn er, at so er betri trygd fyri, at bankin fær eina professionella nevnd og leiðslu, sum er so týdningarmikið í rakstrinum av eini størri fyritøku, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður sigur seg væl skilja, at tingmenn seta spurningar, men at krevja eina kanning heldur hann týðir uppá, at hesir tingmenn – og serstakliga tjóðveldis­ tinglimir – hava ringa sam­ vitsku yvir teirra egnu avgerð. Veikleikar í fiskiskipan Føroyska fiskidagaskipanin hevur stundum verið­­ róst til skýggja og stundin fingið­­ skuldina fyri, at eitt nú toskastovnurin er nið­­urfisk­ að­­ur. Sambært fiskifrøð­­ing­ um er veið­­uorkan í føroyska flotanum alt ov stór, og trýstið­­ á stovnarnar gerst hareftir. Hesum eru nógvir Niðurteljingin hjá Í síni fjórðu løg­manns­ røðu á ólavsøku, sum verður tann seinasta í hesum valskeiðnum, fer Jóannes Eidesg­aard at leg­g­ja høvuðsdentin á, hvat sitandi samg­ong­a hevur nátt íg­jøg­num valskeiðið Myndir: Álvur Haraldsen tíðindi