fríggjadagur 20. juli 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2007
11
tíðindi
politikarar samdir í, men
síggja út til at mangla dirvi
at seta tiltøk í verk, sum
minka um trýstið á toska
stovnin. Hvussu ber tað til,
at tú hevur verið so kúrrur í
hesum orðaskiftinum?
– Nú er tað soleiðis, at
sjálvt um eg ikki upptraðki
í fjølmiðlunum dagliga, so
eri eg kortini aktivur á teim
um innaru linjunum. Eg
taki hendan trupulleikan í
fullum álvara og kann for
telja tær, at vinnunevndin
hjá løgtinginum í løtuni
arbeiðir við at gera uppskot,
sum hevur til endamáls at
minka um veiðutrýstið. Júst
hvat hetta fer at enda við
ber ikki til at siga í løtuni,
men tað snýr seg um at
fremja skerjingar, uttan at
fiskiflotin verður raktur alt
ov hart, sigur Jóannes Eides
gaard.
Eigur tú ikki sum løgmað
ur at sláa nevan í borðið og
krevja av teimum, sum hava
politisku ábyrgdini av fiski
vinnuni, at nakað munagott
hendir fyri at verja stovn
arnar. Hetta hevur millum
annað forsætisráðharrin í
Íslandi gjørt yvir fyri sínum
fiskimálaráðharra,
har
toskastovnurin
eisini
er
hóttur?
– Nú er tað ikki mín stílur
at sláa nevna í borðið. Hetta
er eitt trupult mál, sum
kann fáa álvarsligar avleið
ingar fyri fiskiflotan, um
skerjingarnar verða ov stór
ar. Eg haldi ikki, vit kunnu
samanbera
okkum
við
íslendingar, tí teir hava eina
heilt aðra skipan við kvot
um. Minka teir kvotuna av
toski, ja, so minkar trýstið
samsvarandi. Veikleikin í
okkara skipan er, at hon
ikki verjir einstaka fiska
slagið.
Við at skerja fiskidagarnar
hevur tú onga trygd fyri, at
skerjingin kemur toskinum
til góðar. Tá er kanska meiri
skynsamt at tosa um friðing
av økjum. Til dømis Føroya
Banka og tey ymsu gýtingar
økini.
Er tað ikki tín uppgáva
sum løgmaður at royna at
tryggja knappa tilfeingið til
komandi ættarlið?
– Jú, sjálvandi, og tað
haldi eg eisini, at mítt dag
liga arbeiði ber brá av. Tað
kemur ikki fram í fjølmiðl
unum, tá eg til dømis havi
fundast við Henrik Old ella
Gerhard
Lognberg
ella
vinnunevndina um hesi ella
onnur viðurskifti. Almenn
ingurin veit heldur ikki,
hvat eg havi tosað við lands
stýrismannin í fiskimálum
um, og hvat hann fer at
koma við av uppskotum til
betringar.
Tað
politiska
spælið gongur fyri seg alla
tíðina, og sjálvandi havi eg
meiningar um hesar spurn
ingar, men tað er ikki vist,
at ein í heilum skal sláa
hvønn annan í høvdið við
tí, sigur Jóannes Eides
gaard.
Sandoyartunnil og
sjómannafrádráttur
Nýggi landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum, Magni Laksá
foss, hevur sum kunngt
verið frammi og mælt til, at
ætlanin við einum tunli und
ir
Skopunarfirði
verður
slept ella útsett. Partvís tí
búskapurin vísir tekin um
at vera yvirhitaður, og tí
hann heldur tunnilin sum
íløgu vera skeivt raðfesta, tí
aðrar íløgur eftir hansara
tykki eru munandi meiri
átroðkandi. Til dømis í
skúlaverk, gransking og
almanna og heilsuverkið.
Hevur Magni Laksáfoss
ikki rætt í hesum?
Nei, tað haldi eg ikki.
Við hesum logikki høvdu
vit ongantíð fingið hvørki
Vágatunnil ella Norðoya
tunnil, sum ongin í dag setir
spurnartekin við, júst tí tær
hava víst seg av vera góðar
íløgur. Eg eri væl greiður
yvir, at fólkagrundarlagið í
Sandoynni ikki er tað sama
sum í Norðoyggjum, men
um vit taka suðuroyingar
við, sum ein sandoyartunnil
fer at stytta farleiðina hjá
við Smyrli, og sæð longur
fram í tíðina, helst eisini
við føstum sambandi, so er
fólkagrundarlagið tilsamans
størri enn í Norðoyggum.
Tí er skeivt bara at gera
costbenefit
útrokningar
her og nú, men heldur
hyggja uppá, hvussu stóran
týdning tað kann fáa upp á
longri sikt. Týdningurin av
at
samanbinda
okkara
avbyrgda oyggjar kann ikki
yvirmetast, og tað haldi eg
heldur ikki, at føroyingar
gera, sigur Jóannes Eides
gaard.
Tað merkir, at tú tekur
undir við at fara í gongd
við Sandoyartunnilin sum
skjótast?
– Ja, tað geri eg. Men
sjálvandi, politikkur snýr
seg um raðfesting og er ein
togtogan um, hvat skal
koma fram um eitt annað.
Eg haldi, vit skulu bíða við
orðaskiftinum til uppskot
um verkætlanarlóg kemur í
Løgtingið í heyst, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Heldur ikki uppskotið frá
Magna Laksáfos um at
skerja frádráttin hjá sjó
monnum bítur á hjá løg
manni. Og serliga ikki í ein
um valári.
– Tá ein slík skipan verð
ur gjørd, er næstan vónleyst
at broyta hana aftur. Sum til
dømis fyrrverandi formað
urin í fiskimannafelagnum
var inni á, tá frádrátturin
kom í síni tíð, so havi eg
forstáilisi fyri, at sjómenn
og fiskimenn ikki í sama
mun fáa ágóðan av nógvum
av teimum tingum, sum vit
onnur fáa. Tí kann man gott
síggja ein slíkan frádrátt
sum eitt plástur á sárið. Nú
kom hesin frádrátturin langt
áðrenn mína tíð sum løg
maður, men tað sum vit
helst áttu at gjørt í sambandi
við slíkar skipanir, er at
gera ein stígvísa minking,
so tað ikki gerst so torført
at koma afturumaftur. Hetta
var millum annað gjørt við
rentustuðlinum, sum byrjaði
á 48 prosentum og stigvís
varð minkaður niður í 40
prosent, sigur Jóannes Eid
esgaard.
Eitt valdømi
Tað hevur ljóðað, at tú tek
ur undir við uppskotinum
hjá løgtingsformanninum,
sum ætlar sær i Løgtingið
við uppskoti um at gera Før
oyar til eitt valdømi. Ella at
tú beinleiðis hevur eina
avtalu við Edmund Joensen
um, at hann bara skal
leggja uppskotið fram. Hvat
sigur tú til tað?
– Eg eri samdur við
Edmundi Joensen í, at man
gott tala fyri at skerja val
dømini av tveimum orsøk
um. Partvís tí at talið av
kommunum minkar, og tí
landið er meiri samanbund
ið. Spurningurin er bara,
um timingin er røtt, tí flokk
arnir eru als ikki fyrireikaðir
til at fara út í eitt valstrið
við einum valdømi. Men at
eg skal hava nakra avtalu
við løgtingsformannin um
at koma við uppskoti um
eitt valdømi, passar ikki.
Hinvegin eri eg leiðari fyri
eina samgongu og havi
skyldu til at taka eitt mál
upp, sum samgongulimir
koma við, og tað fari eg
eisini at gera í hesum føri,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Fleiri halda, at tú ert ov
lítið sjónligur sum løgmað
ur?
– Hesum eri eg ósamdur
í. Tvørturímóti haldi eg, at
eg havi verið frammi í
meira lagi í fjølmiðlunum,
men eg kann sjálvandi ikki
forða fólki at halda hetta
ella hatta. Nú er tað soleiðis,
at meginparturin av tí polit
iska arbeiðinum fer fram
her á Løgmannskrivstovuni
við fundarvirksemi, telefon
og á annan hátt. Eg skal
heldur ikki altíð sjálvur
vera í fokus, men lova teim
um politisku samstarvsfe
løgunum framat, sum ar
beiða innanfyri tey ymsu
politisku økini. Tí tosi eg
sjálvandi nógv við ting
manningina í mínum egna
flokki um tað flokspolitiska,
sigur løgmaður.
Hvat heldur tú teg hava
nátt sum løgmaður?
– Tá eg varð valdur sum
løgmaður, setti eg mær fyri
skapa arbeiðsfrið og polit
iska javnvág í Tinganesi, og
hetta haldi eg hevur eydnast
sera væl. Tað er langt síðani,
at ein samgonga hevur
arbeitt so væl saman. Vit
hava framt fleiri yvirtøkur
– síðst fólkakirkjuna, sum
verður føroysk á ólavsøka
– enn undanfarna sam
gonga, sum kallaði seg eina
fullveldissamgongu.
Vit
hava gjørt handilssáttmála
við Ísland, bøtt um sam
starvið við ES og arbeiða
við at sleppa upp í EFTA,
eins og nógv annað er hent
á tí uttanríkispolitiska øki
num. Millum annað við
sendistovu í Íslandi. Á
skúla, heilsu og almanna
økinum er eisini hent nógv,
pensjónirnar eru hækkaðar,
vit hava gjørt eina Visjón
2015, einskiljingarnar eru
farnar í gongd og so fram
vegis. Tað sum eg eisini
haldi stendur eftir, er at
sjálvstýrismálið nú endaliga
er loyst, so avgerðarrætturin
framyvir liggur hjá okkum
sjálvum. Hetta sæst millum
annað við, at sjálvt um orða
skiftið hevur verið lívligt í
Føroyum, hevur als ongin
dramatikkur verið millum
føroyskar og danskar mynd
ugleikar, og tað var júst
endamálið.
Hvør situr við róðrið?
Nógv hava ta fatanina, at
tað er Fólkaflokkurin sum
veruliga situr við róðurarm
in í Tinganesi. Eisini troðk
ar Sambandsflokkurin seg
framat við nýggja fíggjar
málaráðaharranum. Hvat
sigur tú hetta?
– Um fólk hava ta fatan
ina, so taki eg tað sum tekin
um, at stýringin hevur verið
góð. Tá samstarvið koyrir
so væl, so hevur løgmaður
nátt stór úrslit. Mín uppgáva
hevur verið at nátt teimum
úrslitum, sum samgongan
setti sær fyri. Um onkur so
tekur sær meiri heiður av tí
enn ein annar, fái eg ikki
gjørt so nógv við.
Tú situr í løtuni og skrivar
løgmannsrøðu. Hvat fert tú
at leggja dent á?
– Nú valár er, fer hendan
røðan í stóran mun at lýta
aftur á tað, ið er hent í val
skeiðnum, og sum eg havi
greitt eitt sindur frá oman
fyri. Á ólavsøku verður tað
seinastu ferð, vit koma at
sita í eini danskari kirkju,
og sjálvt um hetta ikki fer
at merkjast í tí dagliga, so
hevur hetta stóran týdning,
og tað fari eg sjálvandi at
gera nakað burtur í røðuni.
Sleppur Jóannes Eides
gaard at halda fram í Tinga
nesi?
– Tað veldst sjálvandi um
valúrslitið, men eg dugi
ikki at síggja nakað alterna
tiv til verandi samgongu, so
ja, tað vænti eg.
Út Suðuroy frættist, at
tað er ein ávís ónøgd mill
um javnaðarfólk, at tú hev
ur vist teg so lítið har suðuri
og ikki skal hava arbeitt
serliga íðið fyri oynna.
Hvat sigur tú til tað?
– Hetta eri eg sjálvandi
ikki samdur í. Sum løgmað
ur ert tú av góðum grundum
ørðvísi stillaður enn sum
vanligur tingmaður, og hes
um hava suðuroyingar stórt
forstáilisi fyri. Teir kenna
tað frá langa tíðarskeiðinum
við bæði Petur Mohr Dam
og Atla Dam sum løg
monnum.
Tú óttast ikki fyri at verða
vrakaður til komandi val?
– Nei, als ikki. Eg haldi,
at suðuroyingar hava víst
mær ótrúliga stórt álit øll
árini, og hví skulu teir ikki
gera tað enn einaferð. Suður
oyingar høvdu verið meiri
misnøgdir, um eg sum løg
maður rann har suðuri í heil
um.
Tað ljóðar, at borgarstjór
in
á Tvøroyri,
Kristin
Michelsen, ætlar sær at
stilla upp á javnaðarlista
num fyri Sverra Midjord.
Óttast tú ikki kappingina
frá honum?
– Nei, eg havi øll fimm
valini, síðan eg í 1990 varð
valdur fyrstu ferð, kappast
við Sverra, so hví skuldi
tað broytt nakað, at hann
fær ein avloysara. Tað dugi
eg ikki at síggja, sigur løg
maður at enda í samrøðuni
við Sosialin.
løgmanni er byrjað