fríggjadagur 20. juli 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2007
13
Bjørn Kalsøe hevur helst
ringar dagar, nú tilmælið
um fiskidagarnar fyri
2007/2008 skal ásetast.
Fiskiskapurin eftir toski í
2006 var so vánaligur, sum
sjáldan fyrr í friðartíð, og
yvirlitstrolingarnar bæði
seinasta heyst og í vár
benda á, at toskastovnurin
undir Føryum er so illa fyri
sum ongantíð áður.
Tilmælini í ár
ICES mælir í tilmælinum
fyri komandi fiskiár heilt
frá at fiska tosk, tí støðan
er so ring. Fiskirann
sóknarstovan er samd við
ICES um støðuna, men
mælir til, ístaðin fyri at
steðga heilt, at fleiri ymisk
tiltøk verða sett í verk fyri
at skerja fiskiskapin eftir
toski so frægt sum gjørligt,
uttan at nerva fiskiskapin
eftir øðrum fiskasløgum ov
nógv.
Fiskidaganevndin er ikki
ósamd við niðurstøðuna, at
toskastovnurin er illa fyri,
og mælir til fleiri tiltøk, tó
ikki so víttgangandi sum
tey hjá Fiskirannsóknar
stovuni. Bæði reiðara
felagið og útróðrafelagið
siga, at fylgja vit ráðunum
frá ICES og Fiskirann
sóknarstovuni, so kappa vit
høvdið av vinnuni. Kjartan
Hoydal heldur, sum eg lesi
hansara kronikkir í
Dimmu, at fiskidagaskip
anin var so væl gjørd av
fyrstani tíð, at okkum
nýtist einki at gera, fyrr
enn vit hava talfest
broytingarnar í fiskievni
hjá fiskiskipaflotanum í
tíðarskeiðnum 19861995.
At vit kunnu forkoma
toskastovninum sam
stundis, tykist ikki at ræða
hann.
Søgulig dømi og óttin
hjá ICES
Tað eru fleiri dømi um, at
fiskastovnar eru fiskaðir
niður og ikki hava fótað
sær aftur í nógv ár. Best
kendu dømi hjá okkum er
norðhavsildin, ið varð
burtur í 25 ár, og toskurin í
New Foundlandi, ið nú
hevur verðið burtur í 15 ár.
Fiskifrøðingar flestir eru tí
samdir um at mæla til
fyrivarni, tá veiðitrýstið er
ov høgt, og tá stovnarnir
verða ov smáir. Verða
gýtingarstovnarnir mettir
so smáir, at gýtingin kann
vera í vanda, verður mælt
til heilt at steðga fiskiskapi
num, til støðan er batnað.
Hetta er støðan fyri toska
stovnarnar undir Føroyum,
og tí kann ICES sambært
altjóða fyrivarnisregluni
ikki koma við øðrum
tilmæli, enn teir gera.
Tilmælini frá Fiski
rannsóknarstovuni
Fiskirannsóknarstovan
hevur í fleiri ár mælt til at
minka talið av fiskidøgum,
serliga eftir toski. Fiski
skapurin hevði tá gjørst
lívfrøðiliga burðardyggur,
og hevði lønsemi í fiski
skapinum tá kunna verið
betur. Vit høvdu fingið
sama tonsatal uppá land
við færri útreiðslum, tí vit í
meðal høvdu fingið størri
fisk, sum gevur betri prís,
og sum er bíligari at fram
leiða uppi á landi.
Vit høvdu helst sloppið
undan ógvusligu sveiggju
num í nøgd, og vit høvdu
gagnnýtt ein størri part av
framleiðsluni á føroyska
økinum
Lógin um vinnuligan
fiskiskap
Í lógini um vinnuligan
fiskiskap undir Føroyum er
ásett, at fiskiskapurin skal
fara fram á burðardyggan
hátt, bæði búskaparliga og
lívfrøðiliga. Sum støðan er
í toskastovninum í løtuni,
ber illa til at siga, at fiski
skapurin er burðardyggur,
og landstýrismaðurin
brýtur helst lógina, um
hann ikki kemur við einum
uppskoti, sum ger fiski
skapin burðardyggan. Og
við tilmælunum frá ICES
bæði í ár og árini framman
undan, ber heldur ikki til
at marknaðarføra tosk
undan Føroyum sum
veiddan á burðardyggan
hátt.
Álitið á, at føroyskur
fiskiskapur yvirhøvur er
lívfrøðiliga burðardyggur,
kann gerast ringt at verja,
so tað er trupult at vera
landstýrismaður í hesum
døgum.
Ólavsøkukórið farið
undir venjingar
Ólavsøka
Tíðindaskriv
Alt síðan 1930árini hevur kórsangur undir Tinghúsi
num í sambandi við skrúðgonguna ólavsøkudag verið
fastur táttur í ólavsøkuhaldinum. Fram til miðskeiðis
í 60árunum var tað Havnar Sangfelag – í fyrstani
manskór, síðani meira blandað kór sum tók sær av
hesum íkasti til stevnuhaldið. Útvarpskórið seinni
Havnarkórið – helt fram, har gamla sangfelagið
slepti; men tey seinastu brátt 40 árini hevur ynski
verið at fáa sangarar helst úr øllum landinum at verða
við hesa hátíðarløtu á tjóðardegi føroyinga.
Her sum aðrarstaðir økist á hvørjum ári talið av
stevnum og summartiltøkum av ymsun slag. M. a. tí
hevur kórsambandið í ár valt at hava bert tríggjar
fyrireikandi venjingar. Fyrsta venjingin var seinasta
sunnudag, har væl kom burturúr; men ynskiligt er, at
ein enn fjølmentari sangaraskari møtir til tær báðar
seinnu venjingar: í Kommunuskúlaskálanum nú
sunnudagin kl. 15.00 – 18.00 og í Læraraskúlahøllini
mikukvøldið 25. juli kl. 19.00 – 22.00.
Nú tá kirkjan á ólavsøku í ár umsitingarliga kemur
á føroyskar hendur verður serligur dentur lagdur á
tætta sambandið millum gudshaldið og fólksligu
løtuna kring Tinghúsvøllin. Skráin verður annars eftir
sama leisti sum undanfarin ár við m. a. føstu kvøðuni
til høvuðsstaðin og tjóðsanginum, har alt fólkið fær
høvi at syngja við; men nevnast kann eisini fyrsta
framførsla av gjøgnumkomponeraðum satsi til nýggj
ari føroyskt sálmalag. Eisini óalmenna hugnaløtan
hjá kórinum aftaná verður umframt vælkendu
summar og tjóðskaparslagarnar merkt av onkrum
meira forkunnugum.
Nú rekur á kíkin
Hjalti í
jákupsstovu
1.
Hevur tú skonkt tí ein tanka
at man kann ”stjæla” ein heilan banka
og síðani ”forera” hann burt
tú selur fyri lítið
so stórt er vinningsbýtið
tað er lættari enn tú trýrt.
2.
Jú sig við teir ið stýra
at tvey pluss tvey er fýra
so fær tú teir at hoppa upp á alt
sjalvt um tú mást lúgva
teir hvørjum orði trúgva
teir klovnarnir, ið tú hevur valt
Niðurlag!
So syngja teir í Tinganesi
eitt met vit hava gjørt
heimsins stórsta bankarán
er nú gjógnumført
so Ronald Biggs ”Go home”
tú hevur ongan kjans
vit bjóða kunnu aftur
til gullkálvadans.
Outro!
Men um alt á høvdið vendur
teir vaska sínar hendur,
og siga.
Mamma, mamma tað var ikki eg
pamparnir teir lumpaðu meg
so ríkari bleiv tann ríki
og so flenti teir í kíki
Orð/lag Anfinn Nielsen. Juli 2007
So syngja teir
Summarfrí
Frisørsalongin á Høgabóli er
stongd vegna summarfrí frá 30. juli
til 20. august.
Jógvan Hansen
Harrafrisørur · Tel 44 75 75 · Runavík
P/F Normek søkir eftir
skrivstovufólki
til at byrja 1. august
Arbeiði umfatar bókhald, lønarskipan, og tele
fon móttøku.
Førleikar tínir:
Dentur verður lagdur á, at tú ert fyrikomandi,
ágrýtin og kanst arbeiða sjálvstøgu/r
Løn:
Lønin verður ásett eftir avtalu.
Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina
umsókn saman við prógvum og ummælum til:
P/F Normek
Tróndagøta 63
FO512 Norðragøta
og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 25.
Juli 2007.
Vilt tú vita meira kanst tú ringja á 582002,
Erling Jacobsen
Vikuskifti í summarfrí
Næstu fýra vikurnar verður vikuskiftisinnleggið
í Sosialinum í summarfrí. Men vit fara kortini
at prenta vikuskiftistilfar í blaðnum. Vikuskifti
verður aftur í blaðnum fríggjadagin 24. august.