fríggjadagur 20. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 138 - 20. juli 2007
Sunnudagin 22. juli verður
Sunniva Kallsberg í Havn
75 ár. Sunniva er dóttir Pou
lu og Zacharias Sørensen.
Poula var ættað úr Hvalba,
og Zacharias var ættaður av
Kirkju, og tað er haðani, at
Sunneva navnið stavar. For
eldrini hjá Zachariasi vóru
Søren Pram og Sunneva
Sørensen, og Sunneva var
ættað úr Kelduhúsinum í
Hattarvík. Tað kann sigast,
at tað er neyvan vandi fyri,
at hetta Sunnivu navnið fer
at doyggja út, tí ikki færri
enn fýra Sunnivur eru upp
kallaðar eftir ommuni. Her
kann eisini verða nevnt, at
pápi Søren, Zacharias Mic
helsen, sum var langabbi
Sunnivu, er umrøddur í
Tórshavnar skúlasøgu, sum
ein framúrskarandi næming
ur.
Pápi Sunnivu var í mong
ár skúlastjóri í kommunu
skúlanum Havn, og tey
búðu í húsunum í Grím
Kambansgøtu, sum Frants,
sonur gamla Restorff bygdi.
Tey vóru tilsamans átta syst
kin.
Sum ung hevði Sunniva
eins og nógvar gentur
útlongsul, og hon fór niður
til Danmarkar í húspláss.
Her kom hon at vera hjá
Poul Hartling, sum seinni
gjørdist formaður í flokkin
um Venstre og seinni eitt
skifti forsætismálaráðharri.
Enn seinni gjørdist hann
flóttarfólkakommiserur hjá
ST.
Aftaná tað fór Sunniva á
læraraskúla í Danmark. Í
Danmark kom hon at hitta
Einar Kallsberg, sum las til
cand. polit. Hann var sonur
Gunnar Kallsberg í Klaks
vík, ættaður úr Leirvík, og
fyrru konu hansara Ellu.
Tey giftust fyri júst 50
árum síðani. Einar fekk
arbeiði í danska uttanríkis
ráðnum. Eitt skifti búðu tey
tvey ár í Washington, har
Einar arbeiddi á donsku
sendistovuni.
Seinni fekk hann starv
sum serkønur í føroyskum
málum í danska uttanríkis
ráðnum. Men boð vóru eftir
honum, og í 1976 flutti tey
til Føroya, har Einar gjørdist
skrivstovustjóri. Tað vóru
stórar vónar settar til hann,
tí hann var roknaður fyri at
vera tann maðurin, sum vit
júst tá høvdu brúk fyri at
leiða almennu umsitingina,
men longu í 1980 doyði
hann, bert 48 ára gamal.
Nakað seinni fann Sunn
iva saman við Dánjal Mag
nussen, sum var einkjumað
ur, men hann doyði í 2002.
Heima í Føroyum hevur
Sunniva arbeitt í skúlanum
í Hoyvík og í barnagarðinum
hjá nonnunum.
Stutt sagt kann sigast, at
tað er stuttligt at kenna
Sunnivu. Hon er altíð sera
blíð og er altíð við tí góða
orðinum, tá komið verður á
tal við hana. Hon er fram
vegis sera virkin, og tá ein
møtir henni, er eingin ivi
um, at hon er á veg til okk
urt. Hon er nevniliga sera
virkin. Hon fer javnan niður
á háskúla á ymisk skeið. Í
Føroyum er hon nógv í Til
haldinum. Hon er morgun
frúa í svimjihylinum. Sunn
iva hevur tann góða eginlei
ka at hon vitjar nógv famil
juna. Hon hevur eisini gott
skil á ættini, og tað er meira
enn so komið fyri, at hon
hevur dugnað tí, sum skriv
ar hesar reglur, tá skrivað
hevur verið um ætt hennara
á Kirkju.
Børnini eru trý. Tey eru
Sverri, sum arbeiðir á Stat
oil, Nanna, sum er sjúkra
systir og Per, sum arbeiðir
hjá J & K Petersen. Ommu
børnini eru sjey í tali, og
sagt verður at hon er ein
ófør omma, sum tekur sær
væl av ommubørnunum.
Sigast kann, at 75 ár er
eingin aldur í hesi familjuni.
Mamma Sunnivu, Poula,
gjørdist 101 ár, og Sunniva
hevur átt fleiri pápabeiggjar,
sum hava táttað í 100 ár.
Ynskt verður Sunnivu
hjartaliga tillukku við teim
um 75 árunum.
Sunniva Kallsberg 75 ár
Prógv
Tann 29. juni 2007 hevur Bára Sólheim Guttesen úr
Fuglafirði lokið prógv sum sosialráðgevi frá Sosiala
Háskúlanum í Keypmannahavn.
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 22. juli verður Gunda Djurholm, Kollafirði, 90
ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum.
80 ára føðingardagar
Mánadagin 23. juli verður Sanna Mortensen á Argjum 80
ár. Opið hús verður í AB-húsinum frá kl. 18.00.
Mánadagin 23. juli verður Leiv Leivskarð Mortensen,
málarameistari, 80 ár. Føðingardagurin verður hildin heima
í Bøkjarabrekku 12, Tórshavn.
Mikudagur 25. juli verður Signhild Berthelsen, Fuglafirði,
80 ár. Dagurin verður hildin hjá ommudóttrini Fridrikku
Kjeld frá kl 18.
70 ára føðingardagar
Leygardagin 21. juli verður Andor Ellefsen, kommunu-
lækni í Havn, 70 ár. Dagurin verður hildin í Havnar klubba
kl. 11–16. Hjartaliga vælkomin.
24. juli verður Hjalgrím Ludvig, Bøgebakken 8, Ræhr,
Hanstholm 70 ár.
Mikudagin 1. august verður Eli Patursson Dalheim,
Norðragøta, 70 ár. Dagurin verður hildin saman við
børnunum.
Silvurbrúdleyp
Leygardagin 23. juli hava hjúnini Guðny og Hans Berg
Hammer, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Tey eru burturstødd.
Týsdagin tann 07.08.2007 hava Jóhanna og Ólavur
Johannessen, Klaksvík, silvurbúdleyp. Vælkomst verður
í K.F.U.M og K., Klaksvík kl. 18.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
18. august hava Jógvan og Marta silvurbrúdleyp. Dagurin
verður hildin í Samljóð í Skopun. Tey, ið vilja gleða okkum
við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 1.
august á tlf. 361390.
Brúdleyp
Fríggjadagin 13. juli giftust Kyoko Oshima og Hugo L.
Hansen í Canterbury í Onglandi. Tey, ið ynskja at hitta
brúðarparið, eru vælkomin kl. 19 fríggjakvøldið 20. juli á
Gaddavegi 13, Nes, Eysturoy.
Fríggjadagin 20. juli giftast Helena Debes Højgaard,
Tórshavn og Jógvan Páll Fjallsbak, Klaksvík. Vígslan
verður í Vesturkirkjuni kl. 16. Um kvøldið verður veitsla
fyri innbodnum á Hotel Føroyum.
Leygardagin 21. juli kl 14.00 giftast í Sjóvar kirkju
Magdalena Olsen, Strendur, og Jóhann Rubek Nielsen
Tórshavn. Veitslan verður í Bygdarhúsinum á Strondum kl
18.00.
Leygardagin 21. juli 2007 giftast Hilda Torkilsdóttir
Johannesen av Oyrabakka og Bárður Bendix Mikkelsen úr
Havn. Vígslan verður í Havnar Kirkju kl. 17.00. Veitslan
verður í B36-húsinum fyri innbodnum.
Leygardagin 21. juli kl.13 giftast í Vestmanna kirkju
Sóleyð Frederikka Durhuus og Danut (Piti) Vasile Negru.
Tey, ið hava hug at heilsa upp á okkum, eru hjartaliga
vælkomin í heim okkara kl. 19.
Leygardagin 21. juli giftast Laila Æðustein Poulsen,
Tórshavn, og Bergur Thomsen, Hoyvík. Vígslan verður í
Ebenezer kl 14.00. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel
Føroyum kl 18.30.
nøvn
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
Sunniva saman við beiggjum og pápabeiggjum: aftast f.v .: Torkil, Torbjørn, Sunniva, Poul og Søren Pram, systkin, fremst: Pætur
Franklin, Mourits og Eliesar, pápabeiggjar