fríggjadagur 20. juli 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2007
15
nøvn
Dagurin
21. juli. Evenus. Grikska navnið Evenus er ikki at
finna í halgimannatali, men er onkursvegna komið
upp í álmanakkarnar frá 1727
22. juli. Maria Magdalena. Verður nevnd sum ein av
teimum kvinnunum, sum vóru í fylgi við Jesusi og
verður sett í samband við ymiskar kvinnur, sum vit
annars hoyra um í evangelisku frásøgunum. Var ein
av kvinninum við Jesu grøv, tá ið hann var upprisin.
Magdalena merkir úr bygdini Magdala.
23. juli. Appolinaris. Sigst at hava verið ferðafelagi
hjá ápostlinum Pæturi og varð av honum sendur til
Ravenna í Italiu sum trúboðari. Her gjørdist hann
fyrsti biskupurin, men varð fyribeindur umleið ár 75
av uppøstum heidningum.
Tað finnast fólk sum í sínum jarðarlívi
gerast institutiónir ella legendur.
Kommunulæknin hjá havnarfólki í
nærum fýrati ár, Andor Elias Ellefsen,
er eitt av teimum. Sum ein eldri áfall
in kona um sama aldur helt fyri nú ein
dagin: “Vónandi heldur Andor fram
sum lækni soleingi eg livi.” Hetta sig
ur ikki so lítið um týdningin sum
kommunulæknarnir í Føroyum hava
havt fyri samfelagið, stabilitetin og
tryggleikakensluna
hjá
hvørjum
einstøkum føroyingi.
Tað
kundi
neyvan
lesast
úr
stjørnuglampanini yvir býlinginum
við Kirkjar í Miðvági ta náttina í
1937, at Gunnhild hevði átt ein son,
sum skuldi brúka alla sína yrkisorku í
føroyska heilsuverkinum. Hon og
Hans áttu fýra børn, og Andor er hin
frumborni. Hann vaks upp og mentist
til mans sum allir aðrir bygdadreingir
tá í tíðini. Í einum blendingi av
fiskiveiði og landbúnaðarsamfelag.
Tíðliga dagaði áhugin fyri ítrótti og
rørslu undan og hann leikti fótbólt við
MB, har pápin var ein av eldsálunum.
Í kapprógving var hann ein íðin sál.
Táið tú ert nær í slekt við Rasmus á
Háskúlanum, Mikkjal á Ryggi, DP. og
onnur
mentanarlig
koryfæ´ir
í
Føroyum, so kemst valla undan, at
tærið í sálarligu djúphavsstreymunum
er seigt. Onki kemur av ongum. Og
miðvingar munnu hava hildið hendan
ungdómin verið eitt sindur sjaldnari
enn teir flestu, táið hann á hjólhesti
fór ta longu leiðina til Seyrvágs, at
ogna sær nýútkomnu bókina “Móðir
Sjeystjørnu” hjá alheimsskaldinum
Williami, stutt eftir at hann hevði
fingið prestsins hond á høvdið. Mað
ur, ið dugir meginpartin av Illiaduni
hjá Homer uttanat í týðingini, Illións
kvæðnum,
hjá
meginskaldinum
Janusi,
og
hevur
bókmentir
í
heimsklassa sum eitt av sínum mongu
ítrivum, má sigast at vera eitt sindur
komplexur í spónalagnum.
Sum tannáringur tók hann eina
eksistensiella avgerð. Hann valdi aka
demisku stíggjarnar. Tók præliminær
próvtøku í Rønde í Jútlandi. Eftir tað
kom hann heimaftur, á VBV, og gjørd
ist studentur. Tá húsaðist hann í
KFUM. Ein ung moyggj, sum gekk
Madam Ellingsgaard til handa á tá
kendu matstovuni í Havnini, Kamma,
abbadóttir
hin
kenda
Grønlands
Jóhan, kolonibestýrari í Uummannaq
og Aasiaat í mong ár og av hini kendu
Múller ættini í høvuðsstaðnum, kom
fyri eygu hansara, og liðugt var. Tey
giftust og fingu 4 børn. Guðrið, Ann,
Ólav og Hans. Og abbabørnini eru
farin at hópa seg upp, tað seinasta, lít
li alvurin hjá Hansi, sum nú vegar á
tveimum vikum.
Nú lá leiðin suður á Keypmanna
havnar Lærda Háskúla. Hann og
vaksandi familjan búðu á Solbakken,
har eitt ótal av føroyskum studentum
hava búð síðani. Nøkur ár seinri var
hann avlærdur og fekk akademiskt
prógv sum lækni. Allur heimurin
stendur til allar tíðir víðopin fyri aka
demiskari orku, serliga í hesum sorti
mentinum. Hjá Andori var tó ongantíð
nakar ivi. Hann skuldi heimaftur. At
tæna landi og fólki. Og tað hevur hann
gjørt so tað munar í samfull 40 ár.
Fyrst í eitt stutt tíðarskeið á Lands
sjúkrahúsinum
og
síðan
sum
kommunulækni í Tórshavn í væl
meira enn ein mansaldur. Nú er hann
farin um pensiónsaldur, men tað røk
iskt fyri, at hann heldur fram soleingi
stirðil er í honum, og tað man dáma
flestu viðskiftafólkum hansara, tí val
la finst tað menniskja í hesum høpi,
sum ber honum annað enn alt tað
besta. Sum rock rullusteinurin Keith
Richards segði: “Heldur enn ein deyð,
er tað betri at vera ein livandi legen
da.”
Andor hevur eisini verið fakfelags
maður.
Formaður
í
Kommunu
læknafelagnum. Ikki av tí militanta
slagnum. Hóast Ellefseníleguna, er
hann alt ov diplomatiskur til tað. Søkir
semjur og skil. Mangar søgur eru um
tað, og seinasta avrik hansara sum
fakfelagsformaður, nýggja vaktarskip
anin, er eitt dømi um, at fram kemur
hann ið hóvliga fer. Tað var ein fegin
pensionistur, sum setti ta skipanina í
verk á fallrepinum, tægan hann flýgg
jaði sínum kollegum var íligin,
stadnað og lívfør.
Andor er ein av moldmonnunum,
sum Líggjas í Bø yrkti um á sinni.
Hann trívist serliga væl í heimbygdini,
Miðvági, og eigur nakað væl av jørð,
har hann hevur síni fár gangandi. Í frí
løtunum býr hann í húsunum úti á
Bakka. Hann er gongumaður og í
ítrótti er hann, umframt billiard
spælið, serliga kendur í hvíta sportin
um, badminton. Hvussu hann hevði
staðið seg ímóti Prakash Patokono,
Liem Svea King og Rudi Hartono vita
vit ikki, men í Føroyum hevur hann
verið í tí frægara endanum. Frammi í
oddinum. Badminton er strævin ítrótt.
Í einum dysti rennur leikarin 6 km.
Hann broytir kós á vøllinum 350
ferðir. Slær 400 ferðir eftir bóltinum
og harumframt er meðalferðin á
bóltinum 240 km/t. Hetta ger ongan
mun hjá Andori, hann heldur fram við
sama lag, og gevst neyvan fyrr enn
anatomiin, sum hann er algongdur í,
streykar endaliga. Tey bæði Kamma
hava í ártíggir búð á Kráarvegi. Í
húsinum sum hin kendi danski læknin,
Bendt Jensen, smíðaði á sinni. Har
altartalvan í Mariukirkjuni í Kirkjubø
varð málað av ikoninum Mikines. Har
hevur mangur maður og mong kvinna
sitið væl ígjøgnum árini. Miðdepilin í
jørðildinum hjá fleiri sjaldsomum og
avgerandi eksistensum. Chr. Matras,
Ólavi Hátún, Eilifi Samuelsen, Ívari
Iversen,
Hanusi
Hansen,
Ólavi
Michelsen, Williami Heinesen og
Heðini Brú, sum gjørdi tæguna ódeyði
liga. Hon, sum nú er á tremur at flyta
til verandi og ókomin ættarlið.
Leygardagin er opið hús í Havnar
Klubba í sambandi við føðingardagin.
Frá kl. 11 fyrrapartin til kl. 4 seinra
partin,
har
øll
eru
hjartaliga
vælkomin.
ti
Andor Ellefsen 70 ár
Mánadagin 23.juli verður
Sanna Mortensen á Argjum
80 ár. Sanna er ættað úr
Sandvík, úr húsunum Uttan
Ánna. Foreldrini vóru Sig
rid og Niclas Joensen. San
na er næstelst av fýra systkj
um.
Sanna búði síni fyrstu ár í
Sandvík, men fór úr bygdini
sum 20 ára gomul. Tá fór
hon til Sands at tæna. Eftir
hetta fór hon til Havnar at
halda hús fyri ungu mennin
ar, sum arbeiddu á Skipa
smiðjuni.
Har møtti hon manni sín
um Henning, sum tá var í
læru sum skipstimbursmið
ur.
Henning og Sanna, sum
bæði eru ættað úr Suðuroyn
ni, giftust 30. november
1952. Brúdleypið var hildið
í Famjin. Sanna búði fyrsta
árið í Famjin, meðan Henn
ing arbeiddi á Skipasmiðjuni
í Havn, tí trupult var at fáa
íbúð i Havn. Men tá hann
fekk íbúð úti í Grønlandi,
flutti Sanna norðurum.
Sanna og Henning bygdu
hús á Argjum og fluttu inn
hvítusunnuaftan í 1955. Tey
eiga 5 børn, 21 ommu og
abbabørn og 7 langommu
og langabbabørn. Sanna var
heima, meðan børnini vus
ku til. Seinni fór hon út at
arbeiða sum heimahjálp.
Sanna og Henning hava
bæði verið virkin í Miss
iónshúsinum
á Argjum,
saman hava tey havt sunnu
dagsskúla har. Sanna hevur
eisini verið virkin í arbeið
num hjá sjómanskvinnu
ringinum á Argjum. Hon
sat eina tíð sum formaður
fyri arbeiðið.
Síðani Henning gavst á
Skipasmiðjuni eftir drúgva
starvstíð, hevur teimum
dámt væl at vitja aftur til
Suðuroyar. Tey eiga hús í
Famjin og nýta stóran part
av summarinum har suðuri
– har trívast tey sera væl.
Størsta ítrivið hjá Sannu
er at binda. Hon hevur altíð
okkurt á stokkunum, tað
dámar henni væl, og tá
slappar hon eisini allarmest
av.
Sannu verður ynskt hjarta
liga til lukku við føðingar
degnum.
b
Sanna Mortensen 80 ár
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gleddu
meg á 70 ára føðingardegi mínum.
Blíðar heilsanir
Finn Andreasen
Øravíkarlíð
Andor saman
við døtrunum
Guðrið og Ann