fríggjadagur 20. juli 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 138 - 20. juli 2007
FErðaFrásøgn
Eli Smith, listarmaður
Tá eg í síðst í áttati árunum var
staddur í Norðursælandi, sá eg í
sjónvarpinum samrøðu við einkj
una eftir kenda danska listamál
aran Sigurd Svane. Hon tosaði
um mann sín, og lýsti hvussu
lívið hjá teimum hevði verið.
Eg legði mær í geyma, tá ið
hon segði frá, at maðurin keypti
ein gamlan lastbil, sum hann
umbygdi til ein húsbil, við tí fyri
eyga at hann og familjan skuldu
hava møguleika at koyra hagar,
sum motivini vóru.
Tá ið bilurin var liðugt inn
rættaður, fór Sigurd við konu og
børnum avstað til Spania. Einkj
an greiddi frá, at hetta vóru ríkir
dagar. Hann málaði, meðan hon
og børnini nutu góða veðrið á
iberisku hálvoynni.
Hey hugsaði eg. Hatta var
nakað, og árini gingu, og vit
komu til aldarskiftið. Tá sá eg
ein gamlan verkstaðsbil hjá
Edvardi Kjeld. Tá ið eg legði til
merkis, at hann hevði ikki verið í
drift leingi, varð gamli dreym
urin aftur vaktur til lívs. Kanska
fór tað at eydnast mær at fáa ein
slíkan bil, sum Sigurd Svane
hevði havt.
Ein dagin eg gekk framvið
bilinum, og Edvard skavaðist
uftanfyri, spurdi eg hann um
bilin. Nei, segði hann, bilurin fór
ivaleyst at enda á Hjalla! Fór so
at kanna hann, og tað var ivaleyst
rætt. Bilurin hevði sæð sínar
bestu dagar. Men eg hugsaði, at
kanska kundi eg brúkt kassan. So
eg spurdi Edvard um hetta. Jú eg
kundi gott fáa hann, og áðrenn
skrokkurin fór á Sandvíkarhjalla
varð kassin loystur og lyftur inn
á túni hjá mær. Fyri at gera eina
langa søgu stutta, gjørdi eg
kassan til eitt lítið fitt atelier,
sum endaði í Leynum inni á
stykkinum hjá Eyðfinni
systkinarbarninum hjá Britu,
konu míni. Har havi eg havt gott
útsýni, og nógv er komið
burturúr. Dreymurin spøkti
støðugt um, at tað hevði verið
fínt at havt møguleika at flyta seg
saman við atelierinum.
Mær dámar væl mileteru
lastbilarnar. Tí fór eg at leita á
internetinum, um tað ikki var
onkur, sum kundi nýtast til mítt
endamál. So var tað, at eg kom í
prát við Henry Christiansen, sum
búði í Frankaríki tá og var heima
og ferðaðist. Prátið fall inn á
ætlanir mínar, og eg nevndi
hugsanina um militerbilin. Tá
sigur hann, at tú kann keypa
kølibilin hjá bossinum hjá mær.
Hann – altso bilurin! stendur í
bakgarðinum hjá mær niðri í
Mont Pellier. Tað ljóðaði skila
gott. Kølibilar eru væl bjálvaðir,
so eg segði meg verða áhugaðan.
Spurdi um hann kundi kanna
prísin og senda mær mynd av
bilinum. Prísurin var rímiligur,
eg smekkaði til, og bilurin var
mín. Henry koyrdi bilin norður
til Hanstholm, og so kom hann
til Føroya við Norrønu.
Meðan eg bíðaði, fekk eg mær
stóra koyrikortið. So fór eg at
innrætta bilin. Nú havi eg havt
hann í nøkur ár, og hann hevur
roynst heilt væl. Eg havi ferðast í
Føroyum við honum, og so hevur
hann staðið á friðarligum
plássum kring landið.
Og nú eri eg komin til Spania
við hesum bilinum. Túrurin
hevur verið á veg í langa tíð.
Ætlanin var, at Ólavur á Váli,
svágur, og eg skuldu fara suður
higar í mars fyrraárið, men
lagnan vildi tað ikki so. Ólavur
doyði 19. februar ella dagin eftir,
at vit høvdu ásett dagin, sum vit
skuldu fara úr Føroyum!
Nú siti eg í Spania og skrivi,
og nú fari eg at greiða tykkum
frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá
ið eg ferðaðist suður higar.
16. mars stevndi Norrøna út av
Havnini. Konan, døtranar og
vinurin Jens Christian vóru
komin at siga farvæl. Vit sigldu í
góðveðrinum suður gjøgnum
Nólsoyarfjørð, meðan fólk á
sóldekkinum nutu vesturkinið.
Eg tók nakrar myndir, nú útsýnið
var so gott. Tinganes og har
okkara Smyrol.
Vit høvdu góðan byr niður.
Løgdu at landi í Hetlandi og
síðani til Bergens. Pensionista
felag úr Norðoyggum var við og
ung stjørnuskot undirhildu.
Eisini var ein gospelløta, sum
tann fryntligi føroyski danin
John B. Hansen skipaði fyri.
Eg prátaði millum annað við
ein, sum eg havi verið til skips
saman við. Hann hevði verið í
heimbygdini og vitjað. Hann
segði mær frá einum í heimbygd
ini, sum var so gýrigur, at hann
vildi ikki ganga á asfaltinum, tí
tað sleit skógvarnar! Í staðin
gekk hann við síðuna av vegnum
og á grasinum. Hvørja ferð hann
steig fótin til, royndi hann at
koma so beint niður sum møgu
ligt, so hælarnir á skónum ikki
skuldi slítast! Hesin dugdi so væl
at siga frá, at hann hevði riggað
væl á einum sjónleikarapalli.
Leygardagin 18. mars løgdu
vit at í Hanstholm, og eg fór at
koyra, Eg steðgaði við eina
Statoilstøð fyri at líma eitt skáp
aftur, sum var brotnað, tí eg
hevði fylt ov nógvar tungar
bøkur í tað. Tí var neyðugt at
umskipa. Hetta er, sum tá ið man
fer út á havið. Tað er neyðugt at
surra og binda og skalka av.
Eftir at eg hevði vitjað stóra
beiggja Jens á Fjóni og lítlu
systir Sonnu í Keypmannahavn
setti eg kós suðureftir. Sjálvan 20
ára brúdleypsdagin, 21. mars,
stevndu eg og Mercedes 809
bilurin móti Týsklandi. Meðan
eg vitjaði Sonnu høvdu vit
kannað kortið og merkt allar
býirnar, sum eg átti at koyra
framvið suður til Spaniu.
Tá ið eg var komin suður á
Bremen leiðina, tørnaði eg inn á
einum upplýstum parkerings
plássi. Her gjørdi eg fyrsta
brølaran. Eg stoytti sprinklara
vesku í kølaran, áðrenn eg
kannaði orðabókina. Tá ið eg
fann út av skaðanum, ringdi eg
til systkinabarnið Hera Guttesen,
sum veit alt um bilar. Hann
segði, at eg mátti als ikki starta
bilinum, tí so fór hann altso
bilurin at skúma upp um bæði
oyru. Heri segði, at eg var
noyddur at tappa alt vatnið av
kølaranum og fylla hann av
nýggjum.
Har stóð eg. Visti at eg havi
ongantíð verið nakað málgeni.
Skeldaði meg sjálvan, at eg ikki
lurtaði betri eftir í týskttímanum.
Eg segði við Hera, at hetta mátti
hann ikki siga fyri nøkrum, so
lotan kendi eg meg. Hann
troystaði meg við, at eg var ikki
tann fyrsti, ið hevði gjørt
sovorðið býtt. Skjótt var brekið
rættað, og ferðin móti Espania
helt fram.
Eg svav har vesturi í Týsklandi
og fór so inn í Holland. Skjótt
stóð Bruselles á skiltunum, og nú
gjørdi eg næsta brølaran! Í staðin
fyri at koyra uttan um Bruselles,
so endaði eg í yvirvaksna
lastbilinum í sentrum. Eg visti
ikki, hvar eg var, noyddist at
fylgja meldrinum, og hetta leiddi
meg inn á smalar og trongar
gøtur. Eg royndi av øllum alvi at
hyggja eftir onkrum staði at
parkera á, men hetta var til
fanýtis.
Tað var einki annað at gera enn
at fylgja ferðsluni. Eg havi
ongantíð havt eina sovorna
kenslu, sum eg hesa løtuna hevði
av, at bilurin kendist so stórur og
hinir bilarnir so smáir! Eg kendi
Við Eli
Listarmaðurin Eli Smith er í hesum døgum í
arbeiðsørindum í Spania. Hann býr bilinum, sum
hann hevur innrættað til bústað. Leygardagin greiddi
hann her í blaðnum frá trimum teimum undanfarnu
ferðunum, sum hann hevur verið í Spania. Hesa ferð
greiðir hann frá bilinum, sum hann hesa ferð ferðast í
og um hvussu tað gekk, tá ið hann ferðaðist niður móti
Pyrneunum
Tann minni bilurin er bilurin hjá Eli Smith – sum er innrættaður at búgva
og mála í