fríggjadagur 20. juli 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2007
19
á veg til Spania
meg akkurát sum ein elefant í
eini porselensfabrikk. Eg royndi
at hava allar sansir opnar, og so
mitt í tí heila endaði eg á einum
sporvognaspori, og fólk løgdu til
merkis, at her var ein, sum
rættuliga hevði skitið í dansin!
Eina ferð í allari trongdini fekk
eg eyga á eitt skilti, har áskriftin
var „RING“. Tá legði eg nógv
fyri at fylgja hesi leiðini, og at
enda eydnaðist at sleppa næstan
út um býin, men eg endaði í eini
síðugøtu. Hetta var ikki so galið
kortini, tí her kundi eg hvíla eitt
sindur. Eg parkeraði og fór at
keypa inn í einum supermarkn
aði. Tá ið eg var liðugur, gjørdi
eg av at sova her í gøtuni. Men
so fór eg at hugsa, hvat fólk
mundu fara at halda, tá ið tey sóu
ein so stóran og merkiligan bil
standa her.
Kanska tey fóru at halda, at
hetta var ein terroristabilur, sum
var fullur av spreingievnum! Eg
sá fyri mær, at stór brynjað
politistalið fóru at herja á bilin,
og at eg fór at verða handtikin í
berum undirbuksum og trýstur
inn í salatfatið! Eg tók knappa
avgerð, stakk av og setti kós móti
París. Skjótt fóru vit báðir um
franska markið.
Nú líkasum bilurin koyrdi av
sær sjálvum. Hann er jú ættaður
her frá, so eg setti bara
sjálvstýrarin til, og so treiv eg í
at syngja onkra franska strofu!
Tað regnaði nógv, meðan eg
koyrdi suðureftir. Men tað var
vakurt at skoða stóru víddirnar.
Eg eri ikki førur fyri at siga, hvat
tað var fyri vøkstur á hesum fyri
mær ókendu víddum. Men eg
veit, at tá ið eg fari at stevna
norður yvir aftur, so fer meiri
vøkstur at verða at síggja, og eg
kendi, at tað gjørdist alt meiri
lýtt. Í tvær nætur svav eg í
Fraklandi, áðrenn eg kom til
baskarabýin San Sebastian og eg
fyri fyrstu ferð tær atlantisku
Pyreneurnar.
Framhald
Mitt inni í Bruxelles endaði Eli
á einum sporvognaspori við stóra
bilinum …
Útsýnið yvir Tinganes
er gott av dekkinum á
Norrönu
Døtrarnar Anna og Sigrun,
konan Brita og vinmaðurin
Jens Christian Guttesen søgdu
Eli farvæl á bryggjuni
Ung stjørnuskot undirhildu
um borð á Norrönu