Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 138 - 20. juli 2007 2. partur útferð Sonne Smith Myndir: Eirikur Ólason Simonsen Men Helgi leyg ikki. Hann lænti mær bókina: Ferðin gongur til Skotlands. Á síðu 94 stendur: Pilatus og Skotland. Rómverski landshøvdingurin Pontius Pilatus, sum feldi deyðadómin yvir Jesus, varð føddur í Skotlandi. Sum sonur høvdingin á staðnum varð hann borin í heim í teirri lítlu bygdini Fortingall einar tíggju kilometrar vestan fyri Aberfeldy í ein útsynning úrPitlochry. Í kirkjugarðinum í bygdini stendur eisini helst elsta takstræ í Europa. Ein 5000 ára gamal oldingi. Komnir heim aftur av ferðini til Keltalands tosaði eg við Hjørleif Kúrberg, sum var við Norrönu, tá ið vit fóru. Hjørleif kennir Skotland næstan líka væl sum sín egna lumma. Kortini hevur hann ongantíð verið í Fortingall, og tað er hann eitt sindur forsyndaður um. Á teirri tólv tíma longu ferðini til Scrabster var Hjørleif okkum ein hollur leiðbeinari. Vit fingu nógvar tímar at ganga saman við honum. Maðurin dugir ótrúliga væl at fortelja og lýsa tey mongu støðini, har hann hevur verið í Skotlandi, yndislandi sínum. Vit fylgdu mongum ráðum frá Hjørleifi á ferðini suður gjøgnum Skotland, og umframt tað at fylgja ráðunum frá vegleiðara okkara, avráddu vit, at bygdina, har Pontius Pilatus var føddur, skuldu vit síggja. Fyrsta og einasta óhapp Tað er sera drúgt hjá Norrönu at leggja at í Scrabster. Hon fær verri enn so allan rampan niður. Út skipinum er ein smalur rampi, tí í Scrabster er eingin atløgu­ pirur, sum líkist tí á Bursatanga í Havn. Sjálvandi ynskja og vóna vit, at skotar fara at gera eina kai, sum hóskar til eitt so stórt skip sum Norrönu, tí sum er tekur tað alt ov langa tíð hjá akførum at koma í land. Passið skal vísast í Skotlandi sum alla aðrastaðni. Tá ið eg støðgi hjá passeftirlitsmanninum, letur í honum: “The first one has got a flat tyre.” Ólukkískilið, hugsi eg. Súkklan hjá tí fyrsta av okkum fýra, sum komu í land, er punkterað. Hvat nú? Komin til hinar tríggjar, siggi eg, at Júst situr at húka. Ein pumpuslanga er fest á ventilin á framhjólinum. Eirikur hevði, sum tann ongantíð ráðaleysi maður hann er, tikið eina elektriska pumpu við at seta í 12 volt­sambandið á Honda­ súkkluni. Júst skuldi bara koyra luft í einaferð afturat í Írlandi, so tað var ikki so galið kortini. Annars hevði Júst øll møgulig amboð við sær. Teir tríggir høvdu eisini adaptara – millumstykki – við sær, so tú fekst løtt fartelefonina upp. Slíkt hevði eg sjálvandi ikki hugsað um. Hetta við luftini tók eisini sína tíð, og umframt tað, varð ein hálvur tími lagdur afturat, tí onkur hevði lænt telefonina hjá Júst. Hana mátti hann hava við. Endiliga kom bilurin við persóninum, sum hevði lænt telefonina í land. Hon bað umskylda og ynskti okkum góða ferð. Vit skuldu koyra til Thurso nakrar fáar minuttir frá Scrabster. Nú var vorðið seint, og vit brúktu eina góða løtu, áðrenn vit funnu hotellið, har vit høvdu bílagt okkum kamar, áðrenn vit fóru úr Føroyum. Gott var at sleppa í song, tí vit skuldu tíðliga upp morgunin eftir at koyra og koyra ... Fantastiska Skotland ... og koyra. Í Skotlandi er vinstrakoyring. Tað venur tú teg við alt fyri eitt. Rundkoyring­ arnar eru veldiga stórar. Tað var heldur einki fyri. Tað gekk annars leingi eftir slalom­vegi gjøgnum skógvaksið lendi suður gjøgnum hetta ótrúliga flotta og vakra land. Vit hvíldu okkum í løtum á ferðini suðureftir, og vit syrgdu fyri at bunkra við ávísum millumbili. Ikki allir tangar taka líka nógv, so vit avráddu okkara millum at bunkra fyri hvørjar 230 kilometrar. Vit støðgaðu við Loch Ness, tó at vit ikki tímdu at vita, hvar Loch Ness­skrímslið mundi vera. Nessie eitur tað. Tey selja smáar Nessie’ar allastaðni fram við Loch Ness. Skrímslið er til sum fittur figurur í milliónatalið. Enn hevur eingin funnið Nessie. Tey hava leitað eftir honum síðan einaferð í 500­talinum. Ja, ja, tað svitast ikki, at hetta fitta, elskuliga skrímsl, kemur fram í bløðunum um summarið í agurkutíð. Søgurnar um Nessie hava gingið í 1500 ár. So tíðliga sum í 565 skal hon hava dripið ein mann, sum svam í ánni Ness. Og eftir at høvuðsvegur A82 læt upp í 1933, hevur ein fantasiríkur søgufloymur gingið stútt um skrímslið. Satt er, at tað eru meira enn 1000 vitnisfrásagnir til. Ivafólk og vantrúgvandi forklára fyribrigdið við holvdum bátum, kópi, træbulum – ella einum whisky og nógv í pubbini. Apropos whisky, so vóru tað írar, sum komu við sínum whiskey til Skotlands í 1400­ talinum. Írar eru eins og skotar keltar, og sum slíkir eru teir rættiliga góðir við hvør annan. Írar siga um skotar, at teir eru írar við sjóverki. Fortingall Sum sagt so gjørt. Vit fóru at leita eftir bygdini Fortingall, ið sigst vera føðistaður Pontius Pilatus, sonur ein rómverskan høvding og eina skotska kvinnu. Hann fekk ongantíð navnið MacPilatus. Vit funnu bygdina mitt inni í landinum. Landslagið er av tí vakrasta, vit nakrantíð hava sæð. Vegirnir eru ógvuliga smalir og gamlir, men góðir. Uttan fyri ta víðagitnu, einastandandi vøkru sóknarkirkjuna í bygdini hittu vit eini amerikonsk hjún. Úr Ferðin til Keltalands: Pontius Pilatus var skoti Tað segði Helgi Magnusarson, vinmaður okkara, umborð á Norrönu á veg til Scrabster í Skotlandi tann 2. juli. Helgi var ein teirra, ið hevði ætlað sær við okkum á ferðini á motursúkklu til Keltalands – Skotlands og Írlands. Tað varð av ongum, tí hann fór strúkandi suður gjøgnum Skotland og Ongland við familjuni í bili í staðin. Eg hugsaði við mær, at hetta er tað vanliga skemtið hjá Helga. Tað kundi líkst honum at bilt okkum inn, at Pontius Pilatus var skoti Júst, Sonne, Niels Pauli og Eirikur framman fyri tað 5000 ára gamla træið í bygdini Fortingall, har søgan sigur, at Pontius Pilatus var føddur