fríggjadagur 20. juli 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2007
21
Kalifornia. Eg helt, at tann
frintligi amerikanarin og
fyrikomandi kona hansara vóru
vísindafólk. Tey vistu eina ásins
rúgvu um ta fornu søguna um
Pilatus og kirkjuna. Jú, so langt
norður komu rómverjar. Heilt
norður til Miðskotlands tóku teir
land.
Pontius Pilatus var rómverskur
landshøvdingur í Judea frá
árinum 26 til 36, og sum øll
verðin veit, hevði hann ábyrgdina
av, at Jesus Kristus varð
krossfestur. Men at hann skuldi
vera skoti, ella at hann skuldi
vera føddur í Skotlandi er sera
ósannlíkt, tí hann varð føddur
bara nøkur heilt fá ár eftir, at
rómverjar tóku syðra part av
Skotlandi, og harafturat krevja
bygdir bæði í Týsklandi og
Spania heiðurin fyri at hava
borið Pontius Pilatus í heim.
Tað 5000 ára gamla tasktræið í
kirkjugarðinum í Fortingall er
eitt træ við bleytum nálum, havav
navnið tasktræ. Træið er ivaleyst
tað elsta í Europa. Ið hvussu er
veit eingin nakað um nakað
eldrið træ. Tað er lágt og kryplað.
Hvat annað skal ein so gomul,
livandi vøkstur vera! Oldingin
eitur ”http://en.wikipedia.org/
wiki/Fortingall_Yew” \o
”Fortingall Yew” Fortingall Yew
Pilatus ella ikki Pilatus.
Fortingall er eitt tað vakrasta
plássið í Skotlandi. Ein bygd frá
forntíð, heilt aftur til rómverjar,
sum eftir øllum at døma bygdu
staðin. Og her hevur Hjørleif
Kúrberg altso ikki verið!
Í terrorbøli í Glasgow
Vit koyra og koyra. Kilometur
eftir kilometur. Vit skulu jú til
Írlands eisini. Heilt har suður
vesturi í Skotlandi er ferjuhavnin
Stranraer. Hagar skulu vit. Hagar
slepst ikki eftir einum degi, so
vit gistu nakrar ferðir í Skotlandi.
Á vegnum suður eftir, í vestara
hálendinum, gistu vit í einari
bygd, sum eitur Laggan. Har
funnu vit eitt pinkalítið hotell,
sum vit hildu var so stak
hugnaligt við sera fyrikomandi
vertum. Har var so gott at vera,
at vit hildu, vit skuldu royna tað
aftur á norðurleið. Hotellið eitur
The Monadhliath Hotel. Tað var
upprunaliga bygt sum hjáhús hjá
einari kirkju. Kirkjan frá 19. øld
var ongantíð liðug. Hon minti
okkum onkusvegna á Múrin í
Kirkjubø, ivaleyst tí hon ongan
tíð varð liðug. Hotellið stendur
við møtistaðin við vegirnar A86
og A889. Hetta er ein høvuðsleið
til Norðurvesturskotland úr suðri
og eystri.
Vit koyra víðari og koma á
motorvegin, ið gongur gjøgnum
Glasgow. Tað skuldi verið skjótt
at komið gjøgnum henda betong
stórbýin. Men hvat hendir!
Gbs’arin hjá Júst riggar ikki. Vit
eru brádliga vilstir og støðga
beint har við floghavnina í Glas
gow, har, sum terrorbumban
brast herfyri. Vit konsultera
kortið, sum Eirikur hevur í
plastlumma á tangataskuni. Hetta
er ógvuliga fløkt. Her standa vit,
fýra mans á hvør sínari motor
súkklu og vita einki. Júst roynir
at fáa skjútsið hjá sær at rigga
aftur. Tað lukkaðist seinni, men
áðrenn tað kom floghavnarpoliti
ið og bað okkum flyta okkum.
Teir gjørdu enntá eitt lítið sirenu
ýl, so vit skuldu skilja, hvat teir
meintu. Allright, samdust vit um.
Har í nánd stóðu nakrir politistar.
Eg bað Eirik rulla hagar, teir
stóðu, og eg gekk aftan á honum.
Politistarnir vóru sera hjálpsamir.
Teir peikaðu á kortið. Vit
heilsaðu og takkaðu og koyrdu
við eftir gbs’aranum, sum nú var
í lagi aftur. Hann førdi okkum
mitt inn í hjartað á Glasgow á ein
veldugt vegakervi í fleiri hædd
um. Júst hyggur á gbs’aran og
gjørdi eitt ógvuliga knappa u
snaring. Hinir aftaná. Allir uttan
Eirikur. Vit mistu hann úr
eygsjón og støðgaðu. Lítið bil
seinni kemur hann undan,
vinkandi í einum ferðslutrunka.
So vóru vit saman aftur, og
komu til Stranraer í øllum
góðum. Tað vildi so til, at ferjan,
ein hjá Stena Line, fór um tíggju
minuttir.
Vit sluppu við og vóru nú á
veg til Belfast í Norðurírlandi.
Júst var ikki meira enn komin í land í Scrabster, tá ið súkklan punkteraði
Scrabster: Vit vildu ynskt, at atløgubryggjan var nógv størri til Norrönu
Hotellið í bygdini
Laggan. Har var so
hugnaligt, at teir fýra
ætlaðu at gista har
aftur á norðurleið
Tey fryntligu amerikonsku hjúnini í Fortingall greiða okkum frá bygdarsøguni