fríggjadagur 20. juli 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 138 - 20. juli 2007
hópdráp
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í Chicago feiraðu John Wayne
Gacy og konan, Marion Elaine
Robinson Gacy, lítla nýføðingin,
sum fekk navnið John Wayne
Gacy, Jr.
Hetta var á sjálvum St.
Patrick’s Day, ein írskur hátíðar
dagur. John var mittastur av
trimum systkjum og føddur í
1942.
Hann vaks upp í einum meðal
klassa samfelagið, og tað var
vanligt, at ungir dreingir høvdu
arbeiðir eftir skúlatíð, og soleiðis
var eisini hjá John Wayne Gacy.
Hann bar dagbløð út og arbeiddi
í einum matvøruhandli.
Ellivu ára gamal spældi hann á
einum spæliøki við reiggjum, og
ein av hesum rakti hann í høvdið.
Hann fekk ein blóðtøpp í høvdið
av hesum, men hann varð ikki
uppdagaður fyrr enn John var
sekstan ára gamal. Í árunum
millum ellivu og sekstan fall
hann ofta í óvit, men hetta helt
uppat, tá hann fekk heilivág at
upploysa blóðtøppin.
Seytjan ára gamalur fekk hann
staðfest hjartafeil, tó at læknarnir
ikki funnu fram til, júst hvør
feilurin var. Hann gramdi seg
javnan um pínu, serliga eftir
handtøkuna, men hevði tó
ongantíð nakran álvarsligan
hjartatilburð.
Viðurskiftini við pápan vóru
ongantíð góð. Pápin var drykkju
maður og bukaði konuna, meðan
hann í heilum skeldaði børnini.
Hóast hetta var John ógvuliga
góður við pápa sín og vildi fyri
alt í verðini kenna hansara
kærleika. Men tað hendi ikki, og
hann og pápin komu ongantíð at
standa hvørøðrum nær. Og tað
angraði John Wayne Gacy Jr. til
sín doyggjandi dag.
Eftir at hava skift skúla fýra
ferðir uttan at fáa prógv, gavst
Gacy við skúlagongdini og fór til
Las Vegas. Men har var einki
serligt at vera, tí tað var sera
trupult hjá einum við ongum
skúlaprógvi at fáa eitt starv.
Hann mátti tí spara saman í
tríggjar mánaðar áðrenn hann
hevði ráð til ferðina heimaftur.
Fyrst í 60unum meldaði hann
seg inn á ein handilsskúla og
fekk endiliga eitt prógv. Meðan
hann gekk har menti hann síni
evni sum sølumaður. Hann kundi
nevniliga tosa seg uppí og burtur
úr øllum. Tað var so skjótt eftir,
at hann hevði fingið starv sum
skósølumaður, at hann var sendur
til Springfield í Illinois at leiða
ein handil við mannfólka
klæðum.
Niður á bakka
Meðan hann var í Springfield
gjørdist heilsan aftur verri og
stutta tíð eftir at hava ligið á
sjúkrahúsi mátti hann aftur
innleggjast, hesaferð fyri skaða í
rygginum.
Hetta helt honum ikki frá at
vera ógvuliga nógv úti um seg í
nærsamfelagnum, og hann var
limur í fleiri feløgum eins og
hann einaferð var kosin ársins
maður. Fólk sum kendu hann tá,
mettu hann vera ein strembara.
Í 1964 giftist Gacy við
Marlynn Myers, einum starvs
felaga. Foreldur hennara áttu
eina røð av Kentucky Fried
Chickenmatstovum í Waterloo,
Iowa, og verfaðirin, Fred W.
Myers, bjóðaði honum starv í
einum av hesum matstovunum.
Tískil flutti nýgifta parið til
Iowa.
Lívið sá veruliga ljóst út fyri
Gacy um tað mundið.
Gacy arbeiddi nógv, vanliga
einar tólv tímar um dagin,
onkuntíð meir. Og tá hann ikki
arbeiddi, gjørdi hann sjálvboðið
arbeiði í felagsskapinum Jaycee.
Men hóast Gacy arbeiddi nógv,
hevði hann eisini tíð til konuna,
og stutt eftir, at tey vóru flutt til
Iowa, fingu tey ein son. Og stutt
eftir tað eina gentu. John var
altíð í sving, men hevði kortini
tíð at seta eina valherferð í verk
at gerast formaður í Jaycee.
Konan var væl nøgd við at
ansa børnunum og John
somuleiðis væl nøgdur við
arbeiðið og sítt sjálvbodna
arbeiði, so alt í alt tóktist lívið at
vera ov gott at vera satt. Og tað
var tað eisini, skuldi tað vísa seg.
Slaturin byrjaði at ganga um
kynsliga áhugan hjá Gacy. Ungir
dreingir vóru alla tíðina um
Gacy, og slaturin um, at hann var
homoseksuellur gekk sum
rótasúpan í nærumhvørvinum.
Men tey, sum stóðu honum
nærmast, vildu ikki trúgva
hesum. Ikki fyrr enn í mai 1968,
tá slaturin gjørdist veruleiki.
Um várið varð Gacy ákærdur
fyri at hava bundið og neyðtikið
ein ungan drong, Mark Miller at
navni. Hesin greiddi frá, at Gacy
hevði lokkað hann inn í húsini
hjá sær, og síðani bundið og
neyðtikið hann. Gacy hinvegin
vildi vera við, at drognurin
sjálvboðin hevði havt kynsligt
samband við seg, og at tað var
illvilji frá Jaycee, sum hevði
fingið dreingin at gera hetta móti
sær.
Gacy rindaði einum øðrum
ungum dreingi yvir tríhundrað
dollarar fyri at buka Miller, men
tað kom honum aftur um brekku.
Hann varð dømdur tíggju ára
fongsul. 26ára gamal fór hann
inn at sita, og konan kravdi
hjúnarskilnað, sum hon eisini
fekk.
Tað snarar um
Gacy var kortini so skilagóður, at
hann helt seg langt burtur frá
trupulleikum og var ein fyrimynd
sum fangi. Úrslitið var, at hann
var royndarleyslatin longu eftir
átjan mánaðum, og flutti aftur til
heimbý sín, Chicago.
Hann flutti inn til mammu sína
og fekk starv sum kokkur á
einari matstovu. Har fall hann
ógvuliga væl til, og stutt eftir,
fyrsta juni 1972, giftist hann
teirri fráskildu Carole Hoff, sum
hevði tvær døtur.
Grannarnir, sum Gacy hevði
bjóðað heim til sín við jøvnum
millumbilum, høvdu støðugt sína
gongd í húsunum. Tey vóru errin
av, at ungu grannahjúnini vildu
hava tey á vitjan, sjálvt um tey
ikki bríggjaðu seg um ringa
luktin í húsunum hjá Gacy
familjuni.
Onnur gjørdu eisini vart við
undarliga luktin, men Gacy slerdi
tað upp í glensl.
Í 1974 gjørdi Gacy av, at byrja
fyri seg sjálvan. Hann stovnaði
fyritøkuna Máling, Dekorering
og Viðlíkahald (Painting,
Decoration and Maintenance,
stytt PDM). Hann fekk ungar
dreingir at arbeiða hjá sær, fyri at
halda lønarútreiðslunum niðri,
sum hann greiddi vinfólki frá.
Men tað var bara hálvur
sannleiki, og hansara homo
seksuellu girndir gjørdust alsamt
sjónligari, serliga fyri konu
hansara. Hetta førdi eisini til
hjúnaskilnað í mars 1976.
Eftir hetta hevði Gacy einki at
ræðast, og ungir dreingir í
hópatali hvurvu í økinum. Ikki
fyrr enn ein ungur drongur
nevndur Robert Priest hvarv og
móðir hansara setti umfatandei
leiting í verk, kom navnið hjá
John Wayne Gacy framm. Tí tað
var hann, ið hevði bjóðað Priest
arbeiði í fyritøkuni hjá sær,
PDM.
Gacy varð tikin inn á politi
støðina til avhoyringar, men
segði seg einki vita um dreingin,
og slapp tí avstað aftur.
Politisturin við ábyrgd fyri
málinum gjørdi av, at kanna
Gacy nærri, og fann undrandi
útav gomlu fongsulsrevsingini
hjá Gacy. Stutt eftir fekk hann
eina rannsakingarváttan til húsini
hjá John Wayne Gacy.
Endiliga avdúkaður
13. desember 1978 granskaði
løgreglan so húsini hjá Gacy.
Men teir funnu í fyrsta umfari
einki, sum var serliga illgruna
samt í sambandi við Robert
Priest. Teir avhoyrdu vinir hjá
Gacy, men tað gav heldur einki
úrslit. Teir gjørdu so av at
handtaka Gacy fyri marijuhana
og valium.
Seinni komu upplýsingar fram
sum gjørdu, at løgreglan enn
einaferð kannaði húsini hjá Gacy.
Hesaferð kannaðu teir gjøllari og
funnu skjótt leivdirnar av einum
líki undir kjallaragólvinum.
Tað gekk ikki long tíð, so
hevði kanningarliðið funnið fleiri
lík, og tá avtornaði var talið
komið upp á 33.
Hetta gjørdi John Wayne Gacy
til ein av allarstørstu hópdráps
mommunum í søguni. Ofta nýtti
hann »snýti«hondjørn at fanga
ungu dreingirnar við. Hann læsti
tey um hondliðini á sær sjálvum
og loysti seg síðani úr teimum.
Men tá ungu dreingirnir skuldu
royna, nýtti hann óvarandi veru
lig hondjørn, og so vóru teir
fangaðir og kundu lítið og einki
gera.
Líkini gróv hann so niður í
grulvikjallaranum, og sprændi
sitrónlukt omanyvir. Hetta gekst
væl í fleiri ár, líka inntil hendan
mamman hjá Robert Priest førdi
til avdúkingina.
Í rættinum hevði Gacy ikki so
nógv at verja seg við, og tað
endaði eisini við, at hann varð
dømdur sekur í øllum ákærunum.
Revsingin var deyðadómur, og
hesin varð avgreiddur í 1994.
Men í søgubókunum er John
Wayne Gacy ein av herviligastu
hópdrápsmonnunum í ameri
kanskari søgu.
Hópdrepandi
fívilin
John Wayne Gacy fær ein at hugsa um western-
hetjuna á hvíta løriftinum, men meðan hesin
stríddist móti blóðtystum indianarum og
øðrum ránsmonnum, hevði Gacy eina minst líka
blóðugta lívsleið – men hetta var í veruleikanum.
Tá hann endiliga varð avdúkaður, bleiv hann
dømdur og avrættaður fyri minst 33 dráp á
ungum dreingjum
John Wayne Gacy varð dømdur fyri
at hava dripið 33 ungar dreingir. Men
talið kann hava verið munandi hægri
enn tað
Hópdrápsmaðurin var altíð ógvu
liga hjálpsamur, og hann undirhelt
javnan smáum børnum á sjúkra
húsunum, oftast sum fívil (klovnur)
Nýggjur táttur í Sosialinum
Krimi