fríggjadagur 20. juli 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2007
23
Orð Og myndir
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað er ikki á hvørjum degi, at tað
stendur føroyskum ungdómum í
boði á royna sjólívið umborð á
nýggjum og vælútgjørdum segl
báti. Henda møguleika fingu ein
klaksvíksgenta, ein glyvragenta
og ein drongur úr Havn. Talan er
um privata fyritøku í Skotlandi,
sum eigur tveir seglbátar. Bátar
nir verða sponsoreraðir og
endamálið er at geva ungfólki
møguleika fyri at royna sjólívið.
Á hvørjum sumri verða túrar
gjørdir við ungdómum millum
18 og 24 ár úr Skotlandi, Ong
landi og Írlandi. Hesaferð vórðu
so eisini boð eftir føroyskum
ungdómum. Hjarnar Djurhuus,
stjóri í BP fekk áheitan úr
Aberdeen, um hann ikki kundi
finna trý ungfólk í Føroyum at
royna sjólívið. Umborð vórðu so
eisini nøkur ung, sum arbeiddu
hjá BP.
– Eg setti meg í samband við
Hanus Kjølbro á Sjómansskúla
num í Klaksvík. Og endin varð,
at 20 ára gamla Asta Højgaard og
21 ára gamla Alberta Gaard
lykke, sum gingu á kokkaskúla í
Klaksvík og 18 ára gamli Trúgvi
Bentsen, sum gekk á handils
skúla í Havn, fingu henda eina
standandi tjansin.
Flogið varð fyrst til Danmarkar
og síðani víðari til Glasgow, har
felagsskapurin, ið eigur seglbát
arnar, heldur til. Her varð mynstr
að og síðani gekk leiðin til Før
oya og loksins aftur til Skotlands.
– Vit vistu ikki nógv um sjó
lívið áðrenn og høvdu ongantíð
verið umborð á einum segbáti
áður, men vit hava lært sera nógv
hesar fýra fyrstu dagarnar á
sjónum. Hetta er ein stór
avbjóðing, eitt nú tí vit skuldu
læra nøvnini á seglum og øðrum
umborð á enskum siga tey trý.
Ein teirra hevur verið á sjónum
fyrr, tveir túrar við Nærabergi.
Hetta var nakað heilt annað.
Umframt at sleppa at royna alt
tað, sum hoyrir slíkum báti til,
stýra, seta segl, matgera oa., so
varð tað sera hugaligt og spenn
andi at vera saman við øðrum
ungdómum.
Veðrið varð gott alla leiðina til
Føroya og tað varð tí sera góður
hýrur á Astu, Albertu og Trúgva,
tá snotuligi og sjógóði skotski
seglbáturin legði at í Havn.
– Hetta hevur verið strævið.
Men vit hava lært nógv. Tað mest
spennandi var at síggja Føroyar
aftur í havsbrúnni siga tey. Eftir
stuttan steðg í Føroyum, har tey
mongu ungfólkini úr Stóra
bretlandi fingu høvi at uppliva
hetta nýggja og fremmanda
oyggjalandið fyri fyrstu ferð,
varð kósin aftur sett móti
Skotlandi.
Tríggir føroyskir ungdómar eru
vornir ríkari. Teir hava upplivað
sjólívið umborð á seglbáti.
Føroyskir
ungdómar
royndu
sjólívið
Snotuligi og
vælútgjørdi skotski
seglbáturin við
bryggju í Havn
Trúgvi í góðum selskapi. Við sína lið aftanfyri róðrið, Asta og Alberta
Glaðir føroyskir sjógarpar við Tinganesi í baksýni