Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 138 - 20. juli 2007 Føroyskt ferðalag við listar­ manninum Edwardi Fuglø á odda hevur vitjað á kendari prentsmiðju í Wien, har eitt nýtt føroyskt frímerki skal prentast. Trygdin var í hásæti, og prent­ arar vóru spentir, um Edward fór at góðkenna teirra arbeiði Frímerki Dávur Winther OSD ella Østerreichische Staats­ druckerei hevur meir enn 200 ár á baki sum ein týðandi prentsmiðja í Wien. Tá ið vit komu innar, skuldu vit lata passini frá okkum og skriva navnið á ein lepa og undirskriva rættferðarreglur, meðan vit vóru har. OSD er millum annað góðkent til at kunna prenta pass og frímerkir. Við einum trygdarvørði í hølunum, og eftir at verða slúsað gjøgnum jarn­ rulluportur, vóru vit innanfyri, har tað arbeiða meir enn hálvtannaðhundrað fólk. Uppgávan var at góðkenna uppseting og forprent til eitt frímerkjaark, sum Postverk Føroya gevur úr, og í ferða­ lagnum vóru eisini Edward Fuglø, ið hevur teknað arkið, og Svanbjørg Manai, stjóri á Frímerkjadeildini. Edward Fuglø er sera nærlagdur, og har skal einki verða at seta fingurin á, eftir at frímerkið er prentað. Edward er kendur í frímerkjaheimi­ num sum verandi ikki hvør sum helst. Hann hevur gjørt hópin at frímerkjum, sum Postverk Føroya hevur givið út. Og tað eina árið var hansara frímerki Góðkendu í Wi Grafikarin á prentsmiðjuni takkar Edwardi fyri vitjanina OSD prentsmiðjan hevur eini 200 ár á baki og er víðagitin Edward Fuglø kannar forprentið av frímerkjunum væl og virðiliga, áðrenn prentingin verður góðkend Mynd: Dávur Winther