Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 138 - 20. juli 2007 frímerki en nummar tvey í eini árligari kapping um vakrasta merkið í Europa. Vildu hava Edward at nikka Føroyar eru í síni heild áhugaverdar hjá frímerkjakennarum og -samlarum. Tað var sjónligt, at teir høgu harrarnir høvdu virðing fyri Edwardi Fuglø, sum hevði ómakað sær ta longu leið úr Klaksvík til Wien »bert« til at góðkenna eitt frímerki. Allir tóku tignarliga í hondina á Edwardi og vóru heldur fáorðaðir – heilir seks mans stóðu við sjálva prentmaskinuna. Teir stóðu og bíðaðu eftir einum nikki frá Edwardi sum tekin um, at dagurin kundi halda fram. Tað er so ómetaliga nógv, sum kann vera at hyggja at: litendurgeving, kontrastir, pappírsgóðska, perforering, tekstur og annað. Eftir nágreiniligar kanningar og samráðingar millum Edward Fuglø og Svanbjørg Manai, stjóra á Frímerkja- deildini, varð givið grønt ljós fyri, at enn eitt vakurt frímerki frá kønu hond Edwards kundi fara á marknaðin. - Merkið kemur út til heystar. Vit heilsaðu eisini upp á gravørar, teknarar, teldufólk og sóu alla prentsmiðjuni. Vinarliga fylgdi trygdar- vørðurin okkum alla tíðina og læt okkum fáa passini aftur, tá ið vit vóru komin at úthurðini. Í Wien var eisini høvi at síggja spenn- andi bygningar, søvn og listarverk, og sjálvandi skuldi ein rættilig Wienar- konsert upplivast. Greinskrivarin og hini í ferða­ lagnum skuldu ígjøgnum strangt eftirlit, áðrenn tey sluppu inn á prentsmiðjuna Edward Fuglø fekk eisini høvi at vitja á listarsøvnum í Wien, og her hyggur hann eftir einum av verkunum hjá Gustav Klimt Eitt av íbúðarhúsunum, sum Mozart búið í. Tað næstseinasta hann búði í og her vóru nøkur av hansara kendu verkum skrivað. Hann tjenti hópin av peningi hetta tíðaskeiðið, men nýtti eins nógv uppá kortspæl og vedding (gambling) – hetta er í dag gjørt sum Mozart­savn, alt sum tað er. Het síggjast eisini nøkur at handritunum hjá Mozarti