fríggjadagur 20. juli 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 138 - 20. juli 2007
Búskaparfrøðingur til Atlantic Airways
Atlantic Airways hevur tørv á einum dugna-
ligum og nærløgdum búskap arfrøðingi/
controllara.
Høvuðsuppgávurnar hjá búskapar-
frøðinginum eru:
•
At framleiða og hava ábyrgd av leiðslu-
kunning og neyðugum hagtølum.
•
At framleiða og hava ábyrgd av neyðugu
kunningini í mun til virðisbræva mark-
naðin.
•
At gera og hava ábyrgd av uppfylgingini
av inntøkustýringini
•
At gera búskaparligar leiðslurapportir um
mánaðar-, kvartals- og ársroknskap.
Viðkomandi skal eisini røkja uppgávuna
sum Complience offi cer mótvegis
virðisbrævamarknaðinum.
Búskaparfrøðingurin/controllarin vísur
beinleiðis til fíggjarstjóran.
Førleikakrøv:
Vit leita eftir einum fólki við hægri útbúgving
innan roknskap/fíggjarstýring ella líknandi
arbeiðsroyndir innan økið. Evnini og hugurin
at greina og arbeiða við tølum eru góð,
umframt at tú hevur hollan kt-kunnleika.
Harumframt dugur tú væl at samskifta í talu
og á skrift bæði á føroyskum og enskum. Tú
hevur góð samstarvsevni og trívist í einum
virknum og jaligum umhvørvi.
Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi starv
við nógvum avbjóðingum og møguleika fyri
fakligari og persónligari menning.
Starvið skal setast skjótast gjørligt, og setan-
artreytir verða avtalaðar nærri við setan.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og
møguligum viðmælum skal vera okkum í
hendi í seinasta lagi mikudagin 15. august
2007. Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til Marius Davidsen,
fíggjarstjóra, á tlf. 21 37 03 ella teldupost:
marius@atlantic.fo
Umsóknin skal sendast til Atlantic Airways,
Starvsfólkadeildin, Vága fl oghavn,
380 Sørvágur.
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági. 176 fólk starvast í føroyska
tjóðarfl ogfelagnum, og árligi umsetningurin var 519 milliónir krónur í 2006. Atlantic Airways hevur
fi mm fl ogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til
ymsar býir í Danmark og granna londunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi.
Virksemið veksur í øðrum londum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin
røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum.
sansir.fo
atlantic.fo
Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01
TMLast- og
kranakoyring
FO-100 Tórshavn
tel: 28 03 94 / 28 03 96
Brúðarkoyring
Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein
bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t.
d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet
frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein
brúnan Jaguar frá 1978
Ring til Bilrøkt á 588880
www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo
Brúðarkoyring
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
Grundfestur
Virkin
Álítandi
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
www.midflokkurin.fo
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Profilurin
Navn: Jógvan Mortensen
Aldur: 52 ár
Bústaður: Mylnugøta 17, 700 Klaksvík
Familjuviðurskifti: Giftur við Armgarð, og vit eiga
fýra vaksin børn og eitt eitt ára gamalt barnabarn, sum
eisini eitur Jógvan.
Starv: Eg eri sjálvstøðugur vinnurekandi innan
byggivinnuna.
Jó
gv
an
M
or
t
e
n
s
e
n
Forfedrar okkara settu dagliga sítt álit á Gud, settu
Hann fremst í dagligum yrki og levnaði og upplivdu tað
sum Bíblian lovar: »søkið fyrst Guds ríkið, so skal alt vera
givið tykkum umframt«. Hetta eiga vit at bera víðari til
komandi ættarlið, so skal signingin framhaldandi fylgja
okkara tjóð.
Vit eiga at standa á egnum beinum sum tjóð, samstarv
við onnur lond, eigur at fara fram við skynsemi og
gjøgnumskygni, og vit eiga at vera á varðhaldi, tá talan
er um lond, sum hava vraka Gud. EU vil ikki hava orðið
Gud, nevnt í sínum lógum, tí er samstarv við EU betur
hóskandi enn limaskapur
Eldrapolitikkur má raðfestast hægri, eitt nú eldrasambýlir
og røktarheim. Eisini eiga við at gera tað møguligt hjá
eldri at búgva heima sum longst undir mansømuligum
korum.
Ungdómur okkara má fáa betri útbúgvingar og bústaðar
viðurskifti. Vit eiga at byggja ein útbúgvingar og gransk
ingarmiðdepil, og savna ein vælútbúnan undirvísingar
og granskingarhóp, sum kann granska og undirvísa á
altjóða støði, m.a. við støði í okkara umhvørvi og til
feingi.
Vit mugu tryggja børnum okkara bestu uppalingar
viðurskiftir. Foreldur eiga at hava valmøguleika, at vera
heima og ansa egnum børnum, tað merkir eitt nú, at
krónutalið, sum eitt stovnsgjald kostar, altíð fylgir
barninum. Sjúkrahús okkara runt landið eiga at vera
eins stillaði og raðfest og harvið koma nærumhvørvinum
til góðar.
Veruligur útoyggjapolitikkur eigur at vera settur í verk
við tiltøkum, sum fólkið á útoyggj ynskir. Landið eigur
at ganga á odda við fígging til berandi og meiningsfullar
verkætlanir.
Visti tú at:
• høvuðssamstarv okkara í dag er við eitt heilsuverk,
sum á mongum avgerandi økjum ikki verður mett
millum tey fremstu í okkara parti av heiminum
• ímeðan nógv verður tosað um útbúgving og
gransking, er fíggjarliga játtanin til økini so lítil, at
mong teirra liggja í beinleiðis órøkt?
• kanningar í m.a. Noreg vísa, at lata vit røktarpening
in fylgja barninum og tí eldra, er tað ein nógv
bíligari og betri loysn.
lýsingar