Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 138 - 20. juli 2007 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Juliane og Katrin gerast betri og betri (Lars Christiansen) Hava álit á Katrin Danskir hava eina vón um, at Katrin Olsen saman við Juliane Elander eru eitt gott boð, um Danmark fyri fyrstu ferð í 17 ár skal vinna HM-gull í kappróðri fyri kvinnur. Ikki minst er tað seinasti sigurin í Lüzern, sum ger, at trúgvin upp á tær báðar er somikið sterk. Í teirri world-cup rógvingini var sterka kinverska manningin ikki við, men í juni eydnaðist eisini Katrin og Juliane at vinna á hesum, so heldur ikki tann setningurin skuldi verið púrasta ógjørligur at rokkið. - Juliane og Katrin gerast betri og betri. Nakrar av trupul- leikunum, sum tær høvdu í Linz, vóru longu rættaðir í Lüzern. Serliga innan teir fyrstu 500 metrar. Báðar tvær eru sterkar, men tær skulu rógvast betri saman, og tað er tað, sum arbeitt verður við nú, sigur Lars Christiansen. -mørk - Eg vil ikki siga B36 er eitt betri felag enn NSÍ, eg haldi bara tað er betri fyri meg sum fótbóltleikara, at spæla har, sigur Anderson Castilho, sum nú er skiftur til B36 Samrøða Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Í gjár váttaði Kristian Dam á Neystabø, formaður í FC Tórshavn, at teir hava skrivað sáttmála við Anderson Castilho frá NSÍ. Vit hava tosað við sjálvan høvuðspersónin um hvussu og hví. Mennandi 25 ára gamli Anderson Castilho valdi ikki at skifta til B36, tí tað er eitt nógv betri fótbóltslið. - Eg valdi at skifta til B36, tí her havi eg betri møguleikar at menna meg sum fótbóltsleikara. Eg haldi ikki NSÍ er nakað verri lið enn B36, slær brasiliumaðurin fast. Hann metir ikki, at tað er serliga tungt at siga farvæl við felagið, sum hann fyrstu ferð umboðaði við byrjan av hesum kappingarárinum. - Sjálvandi havi eg nógvar vinir í Runavík, sum eg mátti siga farvæl við. Men soleiðis er fótbóltur, broyting fer fram allatíð, og tað má man bara taka við. Eg eri komin til Føroya fyri at spæla fótbólt, sigur Anderson. Góðar viðleikarar Í B36 gerst hann nú viðleikari við tveir útlendingar – ein landsmann, nevniliga Alex José dos Santos, og so Amed Davy Sylla, sum ætlandi verður álopsfelagi hjá Anderson.. - Sjálvandi er tað deiligt at leika á liði við einum, sum kemur frá sama landi. Í álopinum havi eg eisini Sylla við síðuna av mær, og eftir mínum tykki er hann ein tann besti áleyparin í Føroyum, so tað síggi eg fram til, sigur málfarligi áleyparin um málfarligasta áleyparan. - B36 hevur manglað ein áleypara í eina tíð, og eg vóni at eg og Sylla koma at gera eitt gott arbeiði saman, sigur hann at enda. B36 er betri fyri Anderson Anderson gleðir seg at spæla í einum álopi, har hann saman við Sylla skal halda fast um oddastøðuna hjá B36 Savnsmynd/Álvur Íslendski favoritturin var fyrstur at súkkla kring Eysturoynna, men saman við honum á málið kom eisini Torkil Veyhe Súkkling Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Næsti teinurin í Statoil Kring Føroyar varð súkkl- aður í gjár. Undan kappingini varð Hafsteinn Ægir Geirsson mettir sum favorittur, og við at vinna næsta teinin prógvaði hann eisini sína støðu. Úr einum føroyskum sjónarhorni var tó hugaligt at staðfesta, at Torkil Veyhe fylgdi sterka íslendinginum allan vegin á málið. Triði maðurin um málstrikuna var Gunnar Dahl-Olsen, sum nýtti hálvan triðja minutt longri um 103 kilometra langa teinin. Í samlaðu støðuni er Hafsteinn fremstur, men Torkil Veyhe er tó bert 17 sekund aftanfyri. Talan var um haðran túr, tá teir 103 kilometrarnir kring Eysturoynna vórðu súkklaðir Mynd: www.tsf.fo Torkil fylgdi Hafsteinn á mál Í Jyllands-posten varð í gjár skrivað um donsku HM-vónina, sum Katrin Olsen er partur av