Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-20, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 138 - 20. juli 2007 ] B36 misnýtti nógvar stórar málmøguleikar í dystinum móti Ekra­ nas í gjár, tá ið liðini møttust í UEFA Cup á Tórsvølli Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Ikki stóð B36 langt aftanfyri Ekranas FK, tá ið liðini møttust á Tórsvølli í gjár­ kvøld­ið. Formulafótbólturin hevur hild­ið summarsteðg í nakrar vikur, og hetta sást í løtum væl á spælinum. Ekranas vísti ikki serliga sannførand­i spæl, men í avgjørand­i løtunum slógu teir til, og hetta var við til at tryggja teimum 3­1­sigur­ in. B36 betur frá landi Bara nøkur sekund­ vóru far­ in av d­ystinum, tá ið B36 fekk fyrsta stóra málmøgu­ leikan. Bergur varð spæld­ur leysur í vinstru síðu, men komin at málmanninum rak­ ti skotið mitt á málmannin. B36 var betra liðið fyrsta korterið, men held­ur hinveg­ in var tað Ekranas, ið kund­i leggja seg á od­d­a. Hetta gjørd­u teir í 13. minutti, tá ið hornaspark alt ov lætt end­aði fyri fótunum hjá Povilas Luksys, sum ikki sveik. Nógvar innanhýsis leik­ villur vóru at síggja hjá báð­ um liðunum, og hetta togaði leikferðina í d­ystinum langt niður til tíðir. Men B36 spæld­i seg meir enn so fram eftir vøllinum, og einu ferðina hilnaðist somikið væl, at teir skoraðu. Gott spæl í høgru síðu end­­ aði við, at Bergur Mid­jord­ send­i bóltin inn til Inga Høj­ sted­, ið trygt javnaði fyri B36. Men gleðin var stokkut. Bert ein minutt und­an steðg­ inum legði Ekranas seg aft­ ur á od­d­a, og aftur eftir hor­ na. Hesaferð æt málskorarin Ged­iminas Paulauskas. Óneyvir Í seinna hálvleiki legði B36 trýst á Ekranas langt frammi á vøllinum. Hetta førd­i til nógv mótálop til Ekranas, men B36 fekk eisini tilspælt sær nógvar møguleikar. Hanus Thorleifsson kom einu ferðina einsamallur móti málmanninum, men málmaðurin bjargaði. Í 66. minutti fekk Sylla ein risa møguleika, men rak­ ti við síðuna av málið. Hetta kostaði minuttin seinni í hinum end­anum, tá ið Serg­ eij Pogreban rak B36­verju­ na av, og skoraði til 3­1. B36 fekk tveir stórar møguleikar at minka um munin. Sylla var einu ferð­ ina leysur móti málverjan­ um, men fekk ikki skot á bóltin. Størsta møguleikan átti Mikkjal Thomassen, tá ið hann fekk brotsspark. Hesum skotinum bjargaði litaviski málmaðurin tó, og B36 hevur nú eitt sera trup­ ult útgangsstøði til retur­ d­ystin í Litava um tvær vik­ ur. B36-Ekranas 1-3 (1-2): Misnýttir møguleikar kostaðu B36 Litavisku leikararnir vóru til tíðir nakað harðligir, men gula kortið hjá slovenska dómarinum sat nakað djúpt í lummanum. Hinvegin fekk B36 fimm gul kort Mynd: Álvur Haraldsen Dreymamál frá Símuni Við drønhøggi úr 25 metrum vissaði Símun Samuelsen sigurin, tá Keflavík í gjárkvøldið vann 3­2 á FC Midtjyl­ land Fótbóltur Jákup Mørk fo"jakup@sosialurin.fo Jógvan Martin Olsen var millum áskoðarar­ nar, tá Símun Samuelsen enn eina ferð tók stóru yvirskriftirnar fyri Keflavík. Dagurin tóktist ann­ ars einki serligur hjá Keflavík, tá FC Mid­tjyl­ land­ eftir bara 20 minut­ tum hevði skotið seg upp á 2­0. Men Keflavík sýnd­i eyðkend­a íslend­ska treiskni, tá teir noktaðu at geva seg yvir. Og ikki minst átti Símun stóru lut í hesum. Eftir at Guðmund­ur Steinars­ son hevði minkað um munin, breyt Símun brád­liga ígjøgnum í vinstru. Neyva inn­legg­ ið fann Tórarinn Krist­ jánsson, og so stóð á jøvnum, tá farið varð til hálvleik. Og so var tað aftur Símun, sum stjól mynd­­ ina. 12 minuttir eftir steðgin høgd­i hann til úr 25 metrum, og vakurt smoygd­i bólturin sær inn und­ir samankoming­ ina uttan nakran sum helst møguleika hjá d­anska málverjanum. Við sigrinum hevur Keflavík eitt ikki heilt ógjørligt útgangsstøði und­an seinna d­ystinum, tó at FC Mid­tjyllan við tveimum útivøllarmál­ um eisini fer at spæla fyri sínum møguleika. Fjálturin fór skjótt burtur í altjóða frum­ dystinum hjá EB/ Streymi, og tað verður roknað við møguleika­ num at samansetta liðið skal spæla seg í næsta umfarið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Enn eitt føroyskt felag hev­ ur nú roynt seg í europeisku kappingunum. Tað er EB/ Streymur, sum framvegis eigur til góða at skjóta mál í altjóða d­ysti. Teir taptu 1­ 0 í Finland­i ímóti ímóti MyPa. Einsamalla málið varð skorað, tá ið tað rest­ aðu 12 minuttir. ­ Úrslitið ber væl til at liva við. Sjálvand­i hevði tað gjørt uppgávuna á heimavølli lættari, um vit høvd­u fingið mál burtur úr einum av fáu møguleikun­ um, sum vit høvd­u. Men vit fara á heimavølli at spæla fyri møguleikanum, verður sagt úr EB/Streyma ferða­ lagnum, sum nú er á veg aft­ ur til Føroya. EB/Streymur skal spæla á Tórsvølli hósd­agin 2. aug­ ust. Tá verður takið at syrg­ ja fyri, at finsku mótstøðu­ menninir ikki skjóta mál, og so skal EB/Streymur skjóta mál. Í Finland­i høvd­u Hans Pauli Samuelsen og Ronnie Samuelsen møgu­ leikar, og í síðstu løtu var um reppið, at Sorin Anghel spæld­i Arnbjørn Hansen blankan fyri málinum. Heimaliðið var greitt omaná. Fyrstu løtuna var fjáltur á EB/Streyma monn­ unum, men sum 1. hálvleik­ ur leið, fótaðu teir sær og roynd­u at spæla. René Tór­ garð var sannur brand­ur í málinum, og ofta vórðu skotroynd­ir blokeraðar av føroyingunum, sum sýnd­u fínan hugburð og ofraðu seg. MyPa økti um trýstið í 2. hálvleiki, og tá ið lítið kort­ er restaði skoraðu teir fram­ úr vakurt mál við skoti uttanfyri brotsteigin. Tað verður torført hjá EB/Streymi, men tepra tap­ ið í Finland­i ber við sær, at avbjóðingin ikki er heilt ómøgulig, tá ið MyPa fer at vitja her um tvær vikur. MyPa-EB/Streymur 1-0 (0-0): Størsta vónin er í Sundalagnum MyPa-EB/Streymur 1-0 (0-0) EB/Streymur: René Tórgarð – Bárður Olsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus (Gert Hansen, 82.), John Heri Dam – Hans Pauli Samuelsen, Zsolt Zekeres, Símun Eliasen, Ronnie Samuelsen, Arnbjørn Hansen (Hanus Eliasen, 75.) – Károly Potemkin (Sorin Anghel, 60.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Brian Hansen, Brian Olsen, Esmar Eiðisgarð, Teitur Joensen Venjarar: Piotr Krakowski og Sámal Erik Hentze FAKTA Gula troyggjan av landsliðnum Michael Rasmussen, sum í løtuni hevur gulu føraratroyggjuna í Tour d­e France, sleppur ikki í part á d­anska land­sliðnum. Jesper Worre sigur vegna d­anska súkklusamband­ið, at tey eru vitand­i um, at Rasmussen í fleiri førum ikki hevur sagt d­opingmynd­ugleikunum frá, hvar hann venur. Dopingmynd­ugleikarnir hava rætt at gera ófráboðað eftirlit – eisini til venjingar – men tað er nú held­ur trupult, um tað ikki ber til at finna súkklaran, skilst. Tvær finalur í Aberdeen Bæði U15 og U17­land­sliðini hjá d­reingjum hava spælt seg í finaluna í Aberd­een Football Festival, har tey hava tikið lut seinastu vikuna. Finalurnar verða á skránni í morgin, tá U15 spælir klokkan 13. U17­liðið spælir sína finalu klokkan 15. Føroysa U17­liðið hjá kvinnum hevur eisini tikið lut í kappingini. Í bólkaspælinum stóðu tær seg somikið væl, at tær skuld­u spælt finalu. FSF gjørd­i tó av und­an ferðini, at talan eisini var um venjingarlegu, og tí eru nakrar av kvinnunum eld­ri enn tað, sum loyvt er í kappingini. Og und­an kappingini varð avtala tí gjørd­ um, at føroyska liðið ikki kund­i verða partur av eini møguligari finalu.