Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 138 - 20. juli 2007 tíðindi Kviki framherjin, sum á sinni var við til at senda Liverpool úr UEFA- Cup, skal seinnu kappingarhálvu styrkja um KÍ- álopið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er ikki eiti á spælara, sum KÍ í dag kann borðreiða við fyri fjepparum sínum. Navnið, Denni Conteh, er kanska ikki heilt so kent fyri føroysk fótbóltsoyru, men handan hetta býr ein spælari, sum í nógv ár hevur verið millum teir heilt vandamiklu í donskum fótbólti. Umvegis Lyngby og Hvidovre fóru Conteh í 1997 til franska Strasbourg, har hæddarpunktið ivaleyst var, tá teir í 1999 sendu sjálvasta Liverpool úr UEFA-Cup. Í hesum dystum skeyt Conteh eisini eitt av málunum, tá enska stórfelagið varð sent norður um Ermasund við 3-0 tapi í viðførinum. Seinni hevur hann spælt í Viborg, Herfølge, Sparta Rotterdam og í FC Nordsjælland. Conteh, sum nú er 31 ára gamal, telist millum kvikastu framherjarnar í donskum fótbólti. Neyv- leikin er kanska ikki heilt so stórur, sum hann er tað hjá øðrum áleyparum, men ferðin hjálpir honum fram til hópin av møguleikum, sum eisini meira enn so kasta mál av sær. So tað tykist vera lítil ivi um, at KÍ við Conteh hevur fingið ein spælara, sum veruliga kann lyfta og hvessa álopsspælið hjá liðnum. Denni Conteh til KÍ Seinnu árini hevur Denni Conteh spælt í FC Nordsjælland Mynd: Polfoto Høli til leigu Høli – 136 m2 – til leigu í J. Dahlsgøtu 2 í Havn. Tlf. 501113 Lærarastørv og størv í Norðskála-Oyrar skúla Hesi størv verða lýst leys til setanar: • 1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/2008 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar • 1 tíðaravmarkað starv 12 t/v skúlaárið 2007/2008 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar Søkt verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum • eru stundisligir og nærlagdir Skúlanum tørvar fólk til: • Skúlabyrjan við serligum atliti at byrjunar­ lesing • Innskúlin, so skiftið frá barnagarði til skúla er í góðum hondum • Skúlabyrjan við serligum atliti at rokning • Toymisarbeiði • Frálæru í leiki Førleikakrøv: Tey, ið verða sett í lærarastørvini, skulu helst hava læraraútbúgving og linjulestur ella sam­ svarandi førleika í nevndu lærugreinum. Onnur kunnu eisini søkja. Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærara­ størvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. september 2007. Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmála­ stýrið í lønarflokkunum 18.1­27.4 Umsóknir Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera 1. lærara­ num í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. august kl. 10 Setanarsamrøður verða í døgunum 7. og 8. august. Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Óla Jákup Joensen, 1. lærara, á tlf. 442245 ella 771035. Eisini ber til at senda teldupost til 1. læraran: oli.jakup.joensen@skulin.fo Norðskála­Oyrar skúli hevur komandi skúlaár umleið 70 næmingar í 5 flokkum. Við skúlan fara at starvast 8 lærarar. Komandi skúlaár fer skúlin at arbeiða við at seta í verk fleiri menningarætlanir. Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: http://skular.sunda.fo Norðskála-Oyrar skúli Postboks 39 FO­400 Oyrarbakki Tlf. 442245/422275 og 771035 Vinnumálaráðið søkir eftir einum fulltrúa til KT- verkætlanir í KT-fyrisitingini. KT-fyrisitingin tekur sær av kunningartøkniligari samskipan innan landsfyrisitingina sum heild, harímillum at seta verkætlanir í gongd innan KT-økið. Starvið: Verkætlanar-fulltrúin skal stjórna, samskipa og leggja til rættis KT-verkætlanir hjá landsfyri- sitingini sum heild, umframt at kunna aðalráð og allar stovnar um KT- verkætlanir. Talan er um eitt starv í eini rættiliga nýggjari fyrisiting, og skal tann sum settur verður, tola møguligar broytingar í starvsinnihaldinum. Førleikakrøv: Vit vænta okkum av umsøkjarunum, at teir hava: • Viðkomandi hægri útbúgving • Kunnleika og royndir við EDV verkætlanum og almennari ella privatari fyrisiting • Góð samstarvsevnir • Hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt. Vit bjóða: Vit bjóða eitt fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi, ið tú sjálv/sjálvur verður við til at skapa. Til tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi við nógvum samskifti úteftir. Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við politisku mynd- ugleikarnar, áhugabólkar í samfelagnum og starvsfólkini hjá landsfyritøkuni. Góðar møgu- leikar fyri skeiðum og eftirútbúgvingum. Setanartreytir: Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Setanin umfatar Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt onnur aðalráð. Umsóknir: Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: Vinnumálaráðið Tinganes Postsmoga 377 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1.aug 2007. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Arna Poulsen tlf. 356070 VINNUMÁLARÁÐIÐ KT-FYRISITINGIN Søkt verður eftir fulltrúa til KT-verkætlanir