Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-20, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 20. juli 2007 41 Lýst verður eftir fólki til avbjóðandi starv á Norðurøkinum at byrja 1. august ella skjótast til ber. Vit vænta at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni, so sum HA, HD, Cand Merc ella líknandi. Eisini vænta vit, at tú hevur góð sam­ starvsevnir, ert nærlagdur, fyrikomandi og arbeiðssamur. Hevur tú HH, skrivstovuútbúgving ella líknandi og ætlar at útbúgva teg víðari innan roknskap og grannskoðan, ert tú eisini vælkomin at søkja. Arbeiðsuppgávur: • samskifti við virkir og stovnar • vitja fyritøkur • eftirlit við skatta­ og avgjaldsuppgerðum • ummæla kæru­ og dómsmál • málsviðgerð Vit bjóða: • fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði í nýggjum bygnaði, har tú hevur møguleika at ávirka arbeiðsgongdina • fakligar avbjóðingar og møguleikar fyri eftirútbúgvingum • flextíð Setanartreytir: Setanarøkið er Norðurøkið, men starvið fevnir annars um allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum. Løn­ og setanar­ viðurskiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgv­ ing, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av­ varðandi yrkisfelag. Umsóknir: Send umsókn vid avriti av prógvi og upplýsingum um útbúgving og fakligar royndir til: Toll- og Skattstovu Føroya, Norðurøki Postboks 2151 · FO­160 Argir Stílað: Ingolf Lamhauge, økisstjóri. Umsóknarfreist: 16. juli 2007 Fleiri upplýsingar fært tú við at venda tær til Elsu Brimvík, deildarleiðara ella Ingolf Lamhauge, økisstjóra á tlf. 352600. Toll- og Skattstova Føroya Toll­ og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjar­ málaráðnum, hvørs upp­ gáva er at fyrisita toll­ og avgjalds­skattalógina og skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 135 starvsfólk og er skipaður við einum stýri og trimum økisskrivstovum. Stýrið heldur til á Argjum og høvuðsskrivstovurnar í Norðurøki, Miðøki og Suðurøki halda til í ávika­ víst Saltangará/Klaksvík, Tórshavn og á Tvøroyri. Á Norðurøkinum, har viðkomandi kemur at starvast, eru 35 starvsfólk. www.tollskatt.fo E­mail: tollskatt@tollskatt.fo Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Heimatænastan Tvey røktarstarvsfólk til Røktarheimið á Mørkini Søkt verður eftir einum heilsurøktara 28 tímar um vikuna frá 1. september 2007 og einum heilsu-/ sjúkrahjálpara 28 tímar um vikuna frá 15. september 2007. Vit søknast eftir fólki ið: • hevur útbúgving sum heilsurøktari, sjúkrahjálpari ella heilsuhjalpari. Fólk við royndum innan eldrarøkt eru eisini vælkomin at søkja • hevur hug og hegni at veita røkt og umsorgan til húsfólk okkara • tekur undir við visjónini um at skapa eitt heimligt og lívligt umhvørvi • hevur hug og hegni at samstarva við ymiskar fakbólkar. Vit bjóða: • góðar arbeiðsumstøður í nýggjum heimi • eitt spennandi og mennandi starv, har arbeitt verður tvørfakligt • eitt starv við nógvum avbjóðingum • eitt starv í einum øki, sum er í støðugari menning. Setanarøkið er Nærverkið og tænastustaðurin er í løtuni í Heimatænastuni. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til økisleiðaran Sonju Klein á tlf 333249 ella bólkaleiðaran á Mørkini á telefon 471050. Umsóknin skal sendast til: Røktarheimið á Mørkini Neystavegur 435 Streymnes Stílað: Kristbjørg Toftegaard Umsóknarfreist: 6. august 2007 Heilsustarvsfólk til Dagumlætting fyri minnisveik á Norðoya Røktarheimi Eitt tíðaravmarkað starv er leyst at søkja frá 1. september 2007 til 31. desember 2007 við møguleika fyri at halda fram í 2008 um verkætlanin eydnast. Avgjørt er at seta eina verkætlan í gongd í Ítriv á Norðoya Røktarheimi. Pláss verður fyri umleið 8 heimabúgvandi minnisveikum fólkum til dagumlætting. Umlættingin skal virka frá kl. 9.00 til 17.00 allar yrkadagar. Tað er ynskiligt, at viðkomandi hevur kunnleika og møguliga royndir innan økið. Dentur verður lagdur á, at tann, ið settur verður, brennur fyri økinum, er áhugaður í at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum, vil mennast fakliga og er opin fyri nýhugsan. Arbeiðið fevnir um at skipa gerandis- dagin, soleiðis at bæði heimabúgvandi og búfólk á Røktarheiminum fáa nyttu av tiltakinum. Setanartreytir: Arbeiðstíðin verður minimum 30 tímar um vikuna. Setanarøkið er Nærverkið og tænastu- staðið er í løtuni á Røktarheiminum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Elsbu Lützen, leiðara, á tlf. 457610, 457243 ella 222783. Umsókn: Umsókn við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og c.v. skulu sendast til: Norðoya Røktarheim Stílað: Elsba Lützen Víkavegur 700 Klaksvík Umsóknarfreist: 6. august 2007. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Røktarheimið á Mørkini er ein samskipaður partur av Heimatænastuni Vágar/ Norðstreymoy. Fyrstu húsfólkini fluttu inn í mai 2006. Á Mørkini eru 26 búpláss og 6 umlættingapláss. Heimið er býtt út í 4 húski við 8 húsfólkum í hvørjum húski. Aðalsetningurin fyri heimið er at skapa eitt heimligt og livandi umhvørvi, har trivnaður og sjálvsavgerðarrættur hins einstaka er í hásætið. Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Vaskifólk til Bústovnin Eirargarð 16A/BN Søkt verður eftir vaskifólki til bústovnin á Eirargarði frá 1. september 2007 til 30. august 2008. 30 tímar um vikuna. Starvið er eitt farloyvisstarv. Setarnartreytir Starvið verður sett sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Umsókn: Send eina umsókn til: Bústovnurin Eirargarður 16A/BN 100 Tórshavn Stílað: Bjørg Mohr, leiðari Umsóknarfreist: 15. august 2007 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. lýsingar