fríggjadagur 20. juli 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 138 - 20. juli 2007
Mercedes til sølu
Mercedes C270 cdi Elegance (diesel)
Árg. 2001/11. Bilurin hevur allar hentleikar. Er
sera væl viðfarin. Koyrir sera væl, 200 hk og
moment uppá uml., 463 nm. Selist fyri kr.
269.400. Skal síggjast og koyrast.
Áhugaði kunnu ringja á tlf. 219002
Nýtt teoriskeið
Nýtt teoriskeið til
koyrikort til persónbil (B)
byrjar 1. august 2007
Koyrifrálæra heldur til á
Hoyvíksv. 61, FO-100 Tórshavn
SP/F KoyriFrálæra
Birgir Andersen · Tlf. 21 60 21
Summarfrí
Salongin er stongd frá 30. juli til 20. august.
Harraklipp í Vágsbotni
Summarfrí
Vegna summarfrí er skrivstovan afturlatin
frá 23. juli - 3. august
Boð kunnu sendast í telduposti til
liv@liv.fo ella ringja á telefon 221312.
Opið er aftur sum vanligt
mánadagin 6. august.
FØROYA LÍVSTRYGGING
Starvsfólk
til barnaansingina hjá
Runavíkar kommunu
Námsfrøðingur til Dagstovnin í Oyndafirði
Á Dagstovninum í Oyndarfirði ganga 12 børn í aldrinum
0 – 7 ár.
Søkt verður eftir:
Námsfrøðingi at byrja 13. august. Starvið er umleið 35
tímar um vikuna.
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í
staðin.
Vit ynskja, umsøkjarin hevur:
• Virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og
teimum vaksnu
• Góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt
• Hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan geradisdag
fyri børnini
• Hug til at skapa og seta dám á dagstovnin
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bessi
Bjarnason leiðara á tlf 586004
Námsfrøðingar til Dagstovnin í Skálafirði
Á Dagstovninum í Skálafirði, sum heldur til í leigaðum
hølum hjá Kelduni, eru 2 vøggustovur normerað til 12
børn í hvørjari.
Umstøðurnar á stovninum eru góðar, hølini eru rúmlig
og ljós og liggja tætt við haga og fjøru.
Søkt verður eftir:
2 námsfrøðingum 40 tímar um vikuna, at byrjað 13.
aug. ella eftir nærri avtalu.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálpar
fólk sett fyribils í staðin.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• hevur umsorgan fyri børnunum
• hevur góð samstarvsevni
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin
• er nýhugsandi og ígongdsetandi
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Tóru
Johannessen leiðara á tlf 442252 ella 212252.
Starvsfólk til Frítíðarstovuna á Skála
Á Frítíðarstovuni á Skála ganga 11 børn, úr 1 og 2.
flokki.
Søkt verður eftir:
Starvsfólki 20 tímar um vikuna til eitt 8 ára gamalt barn
við fjølbreki, at byrja 20. aug. ella eftir nærri avtalu.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• hevur umsorgan fyri børnum
• hevur góð samstarvsevni
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin
• er nýhugsandi og ígongdsetandi
Setnarstaðið er Frítíðarstovan á Skála, men uppgávan
hjá tí, ið settur verður, kemur í høvuðsheitum at snúgva
seg um at stuðla barninum í geradisdagnum.
Tað er ein fyrimunur um umsøkjarin hevur námsfrøðiliga
ella aðra viðkomandi útbúgving, men onnur eru eisini
vælkomin at søkja.
Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Berit G.
Olsen, leiðara á tlf. 591777
Løn:
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum
skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 1. august
2007, kl. 12:00.
Runavíkar
Kommuna
Boks 139 · Heiðavegur 26 · FO-100 Saltangará
tlf 417000 · runavik@runavik.fo · www.runavik.fo
Varaskúlastjóri
Starvið sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Ziska
trøð verður lýst til setanar í eitt 5 – áraskeið, frá
1. august 2007
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
• undir ábyrgd skúlastjórans og í samstarv við
hann, starvsfólk og samstarvspartar skúlans
annars skal taka lut í fyrisitingarligu og
námsfrøðiligu leiðslu og virksemi skúlans
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka við avbjóðingum og
broytingum og taka á seg uppgávur í
samstarvi við skúlastjóran
• leggur dent á stundvísi, fakliga og
námsfrøðiliga menning.
Harumframt skal varaskúlastjórin
• vera næsti medarbeiðari skúlastjórans og
saman við honum átaka sær fyristingarliga
ábyrgd
• undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina
av leiðslu skúlans
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava fólkaskúlalæraraútbúgv
ing og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og
verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at
tann, ið settur verður, er tænastumannasettur
lærari frammanundan.
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu
verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi
Mánadagin 30. juli - 2007, kl.14.00
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til skúlastjóran á tlf. 444386 – 744386.
Summarfrí
Vegna summarfrí verður skrivstovan stongd
frá 23. juli til og við 17. august 2007.
Vága Sjúkrakassi
360 Sandavágur · Tlf. 333031
Fax 333145 · vaga_sk@post.olivant.fo
Summarfrí
Vit eru í summarfrí frá
23. juli til 13. august
lýsingar