fríggjadagur 20. juli 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 138 - 20. juli 2007
K U N N G E R Ð
um framløgu av broytingaruppskoti av býar
skipan og byggisamtykt fyri Nes kommunu.
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 av 21. mai 1954 við
seinni broytingum, hevur kommunustýrið á fundi
hin 25.06.2007 samtykt at gera broytingar í býar
skipanina og byggisamtyktina fyri Nes kommunu.
Nes
Broytingin á Nesi umfatar:
C4 øki á matr. nr. 56. verður broytt til nýtt A2 øki
Nýggjar ásetingar fyri D5øki á matr. nr. 155, sunnan
fyri matr. nr. 56 Nes bygd.
TofTir
Nýtt A2 øki frá Vesturskin og norður til Høganesveg.
D3 øki verður broytt til eitt A2 øki og eitt D2 øki.
Broytingarnar eru lýstar við litaðum kortum og
uppsløgum, sum eru til skjals á Teknisku deild á
kommunuskrivstovuni í vanligu upplatingartíð
unum frá 23. juli til 27. aug. 2007
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot
skulu skrivliga vera kommunuskrivstovuni í
hendi í seinasta lagið 23. okt. 2007.
Nes KoMMuNa
N E s K o m m U N a
650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo
Goymslulærlingur
Vit sóknast eftir goymlsulærlingi.
Eitt spennandi starv, har viðkomandi við tíðini
sleppur at royna seg innan vørukeyp, ger av
tilboðum og sum heild vera ein partur av
dagliga arbeiðnum
Uppgávurnar koma at fevna um:
• Avgreiðslu av viðskiftafólki
• Røkt av goymsluni
• Bílegging av vøru
• Annað fyrifallandi arbeiði
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur
áhuga fyri el-arbeiði.
Um tú heldur, at hetta er nakað fyri teg, so
send okkum eina umsókn við møguligum
viðmælum.
Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin
at seta teg í samband við okkum.
Á El-Service arbeiða uml. 50 fólk, tey flestu hava el- og maskin-
útbúgving. Vit arbeiða við framleiðslu, innstallatión, eldsløkki-
útgerð og offshore. Størsti parturin av okkara veitanum og
framleiðslu fer til útflutnings. Vit leggja stóran dent á góðsku
og eru ISO-9001 góðkent.
FO-480 Skála · Faroe Islands · www.el-service.fo
Tlf. 47 19 00 · Fax. 47 19 01 · el-service@el-service.fo
Handilshølið og íbúð á
Glyvrum til leigu.
Hvør hæddin er 120 m2.
Ring 21 45 44
Høli til leigu
lýsingar
Sløkkiliðsfólk
til Fuglafjarðar sløkkilið
Fuglafjarðar kommuna søkir hervið eftir 1
leysum sløkkiliðsfólki M/K til Fuglafjarðar
sløkkilið til setan 1. september 2007 ella
skjótast eftir hetta.
Sum treyt verður sett, at viðkomandi skulu
hava heilsuváttan, revsiváttan og stóra
koyrikortið. Tó kunnu persónar, sum ikki lúka
krøvini fyri koyrikorti, søkja størvini við teirri
treyt, at hetta verður fingið til vega skjótast,
um teir verða settir í starv.
Somuleiðis verður kravt, at umsøkjarar antin
hava ella skulu taka neyðugt grundskeið í 1.
hjálp. Neyðuga víðari útbúgving sambært
kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsfólkum
skipar Fuglafjarðar sløkkilið fyri.
Nærri upplýsningar um starvið eru at fáa frá
brunastjóranum William S. Askham á telefon
737800.
Møguligar umsóknir, ið skulu verða skrivligar,
skulu verða Fuglafjarðar kommunu, Norður í
Gerði 10B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta
lagi 03. august 2007 kl. 15.00.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum
innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjørður 16. juli 2007
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar
Kommuna
Skrivari til Ílegusavnið
og Fyribyringarráðið
Eitt 3/4 starv sum skrivari hjá Ílegusavninum og
Fyribyrgingarráðnum er leyst til setan skjótast
tilber.
Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum:
• Vanligt skrivstovuarbeiði
• Rættlestur og journalisering
• Málsfyrireiking
• At samskipa fundir
• Samskifti við viðskiftafólk og ráðgevar/
samstarvsfelagar
Vit hugsa okkum at tú hevur:
• Skrivstovuútbúgving, korrespondent ella
aðra líknandi útbúgving/royndir
• Kunnleika til almenna fyrisiting
• Kunnleika til enskt og hollan kunnleika til
skrivligt føroyskt
• Kunnleika til skrivstovuforrit á brúkarastøði
• Góð samstarvs- og samskipanarevni
• Áhuga fyri heilsuøkinum
Vit bjóða:
Eitt fjølbroytt starv, sum tú sjálv/ur verður við
til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis
áhugavert og mennandi, við góðum skeiðs- og
eftirútbúgvingarmøguleikum.
Lønar – og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum
Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Set-
anarmyndugleiki er Ílegusavnið. Setanarøkið
fevnir um Almanna- og heilsumálaráðið og
stovnar undir tí.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Sigurð á 59 10 20 ella Katrin á 21 51 65.
Umsókn:
Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og
møguligum viðmælum skal sendast til:
Ílegusavnið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
ella til: t-post: genetics@ahr.fo
Freistin at søkja er fríggjadagin 10. august
2007 kl. 14.
Fá meiri at vita um stovnarnar á: www.genetics.gov.fo
og www.fyribyrg.fo