fríggjadagur 20. juli 2007síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2007
45
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Stuðlar til borgara á Skálafjørðinum
Stuðulstænastan søkir eftir stuðlum at
arbeiða fulla ella niðursetta tíð hjá ungari
fjølbrekaðari kvinnu á Skálafjørðinum.
Størvini verða sett sum skjótast.
Arbeiðsuppgávur:
At stuðla og vera um kvinnuna eftir
loknan skúladag. At fara við henni til
ymisk tiltøk og soleiðis stuðla henni í at
hava ein innihaldsríkan gerandisdag.
Førleika:
Umsøkjarar, ið hava eina heilsufrøðiliga
útbúgving hava fyrimun til størvini.
Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum,
sum primært ikki eru ætlaðar til arbeiði
innan almanna- og heilsuøkið, verður
víst til hjálparfólkasáttmálan hjá Føroya
Pedagogfelag.
Setanartreytir:
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag-,
kvøld- og náttarvaktir – bæði gerandis-
og halgidagar. Talan er um størv
innan Nærverkið við fyribils setan í
Stuðulstænastuni.
Løn sambært sáttmála millum
avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini frá Petru
Joensen ella Sofíu Jespersen á tlf:
354020.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvi, c.v. og
møguligum viðmælum, skulu sendast til:
Stuðulstænastan
Løkjatún 1
FO–160 Argjum Tlf: 354020
Umsóknarfreist: 3. august 2007.
Stuðul til unga kvinnu í Tórshavn
Stuðulstænastan søkir eftir stuðli til unga
kvinnu úr Tórshavn at byrja 16. august og
hálvt ár fram. Kvinnan er 19 ára gomul,
rørslutarnað, men sjálvhjálpin. Henni
tørvar ein hjálpara til daglig viðurskifti
m.a. tí, at hon skal byrja á Føroya
Fólkaháskúla.
Henni tørvar hjálp til smærri ting í
dagligdegnum sum t.d. skúlagongd,
venjingar, matgerð og annað. Fyrimunur
er, um stuðulin hevur koyrikort.
Setanartreytir:
Talan er um starv innan Nærverkið,
og roknast má við, at arbeiðstíðirnar
av og á eru skiftandi dag-, kvøld-, og
vikuskiftisarbeiði. Løn sambært sáttmála
millum avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið frá
sosialráðgevunum Fía Jespersen og
Finnur Joensen á tlf. 354020.
Send eina umsókn til sofiej@naerverk.fo
og finnurj@naerverk.fo ella:
Stuðulstænastan
Løkjatún 1,
F0–160 Argjum
Umsóknarfreist: 3. august 2007
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
KUNNGERÐ
UM RUDDING
Vágs kommuna hevur avgjørt at bilvrak, akfør, bingjur
og lutir annars, sum uttan góðkenning frá kommununi
rekast á almennum ella privatum økjum, skulu verða
beind burtur og latin góðkendum móttakara.
Sambært § 1 í umhvørvislógini og § 1 stk. 4 í nátúru
friðingarlógini er ikki loyvt at lata órudd liggja og rekast
á almennum ella privatum uttanduraøki, og í § 10 um
burturkast stendur, at ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør
liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella
aðrastaðni.
Í § 61 í ferðslulógini stendur, at løgreglan kann burtur
beina ella selja skrásetingarskyldug akfør, sum standa á
almennum vegi uttan nummarplátu.
Tey, sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/lutir o.t. á
almennum ella privatum øki, skulu beina hetta/hesar
burtur skjótast gjørligt.
Verður hetta ikki gjørt innan 1. september 2007, beinir
kommunan tað burtur fyri eigarans rokning.
Vágs kommuna
og
Sýslumaðurin
Vágs Kommuna
Maskinførari
Søkt verður eftir royndum maskinførara
at byrja beinanvegin.
Ring tel. 210452
Sp/f K.J.O. EntREpREnøRaR
fO-380 SøRváguR
Summarfrí
Virkið er í summarfrí frá 23. juli til 13. august
Plátuverkstaðið
tel 32 17 78
lýsingar
Internet