Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 139 - 23. juli 2007 Eldur í sethúsum í Havn Leygarkvøldið klokkan kvart í tíggju fekk løgreglan fráboðan um, at nógvur roykur kom úr einum húsum á Grønlandsvegnum í Havn. Eldur var kyknaður í køkinum, men sløkkiliðið megnaði at sløkkja, áðrenn eldurin breiddi seg. Ein maður var inni í húsinum, men hann slapp út, áðrenn ov seint var. Eldurin kyknaði á komfýrinum, har okkurt til matna var sett út á, men sum maðurin í húsinum var sovnaður frá. Vakthavandi í Havn sigur, at húsini hava fingið nakað av royk- og vatnskaða. Bæði stjórin á Tórs­ havnar Skipasmiðju og formaðurin í Havnar Hand­verk­ arafelag eru sann­ førd­ir um, at tað var rætt at loyva pólend­ingum til Føroya at smíða skrokkin á nýggja veitingarskipinum hjá Thor. Annars var uppgávan ikki gjørd­ her í land­inum, siga teir báðir skipabygging Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Hóast talan eru um tveir partar á hvør sínari síðu á arbeiðsmarknaðinum eru bæði Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðu, ið eigur skipasmiðjuna á Skála, og formaðurin fyri Havnar Handverkarafelag, Eli Brimsvík, samdir um eitt. Byggingin av veitingar- skipinum Thor Alpha, ið fór av bakkastokki í gjár, var ongantíð komin upp á tal, um ikki myndugleikarnir og handverkarafeløgini høvdu givið grønt ljós fyri, at pólskir sveisarar skuldu fáa innferðar- og arbeiðs- loyvi í Føroyum at smíða skrokkin. Partvís tí at før- oyska ekspertisan á økinum er næstan horvin, men nógv meiri tí at lønarlagið í Før- oyum ger, at skipasmiðjan ikki hevði verið kappingar- før við skipasmiðjur aðra- staðni. – Vit høvdu ongan møgu- leika at bjóða upp á hesa uppgávuna ella á nakran hátt gjørt okkum galdandi, um vit ikki fingu avtaluna um póllendingarnar, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Tórs- havnar Skipasmiðju. Formaðurin í Havnar Handverkarafelag tekur undir við, at hvørki hesin skrokkurin ella nakar annar skrokkur varð bygdur í Før- oyum í framtíðini, um sýtt varð fyri at loyva útlending- um hendanvegin. - Hetta sóu vit beinan- vegin, tá vit vórðu spurdir, og tí ivaðust vit ikki á, at rætt var at gera avtalu við Thor og Skipasmiðjuna um hesa byggiuppgávuna, sigur Ómøguligt uttan útlen Í góðveðrinum fyrrapartin leygard­agin vóru nógv fólk komin á skipasmiðjuna á Skála at fylgja sjósetingini av nýggjasta skipinum hjá Thor í Hósvík. Hetta er fyrstu ferð í 20 ár, at ein nýbygningur er gjørd­ur á Skála skipabygging Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Í reiðarínum Thor hevur ikki verið nógv at gleða seg um seinastu tíðina. Tveir stórir eldsbrunar á risatrol- arunum, Hercules og Athenu í Kyrrahavinum, hava sett síni spor í fram- søkna felagið í Hósvík. Leygardagin var øðrvísi, tá skip nummar 23 hjá felagnum og nýbygningur nummar 56 á Skála Skipa- smiðju fór av bakkastokki. Sjósetingin fór fram í dýrdaveðri, og tað sást á teimum mongu andlitunum á bryggjuni, sum vóru møtt fram í stórum tali, at hetta eisini var ein stórhending fyri bygdina. Hetta er fyrsta skipið síðani Heygadrangur fyri 20 árum síðani fór av bakkastokki, at eitt skip er sjósett á Skála. Talan er um eitt 55 metrar langt veitingarskip, ið fer at arbeiða world wide í frá- landavinnu og fer millum annað at sigla útgerð til seismikkskip, ið sjáldan koma til bryggju. Arbeiðið byrjaði í november í fjør, og hálvan oktober verður tað latið eigaranum í Hósvík. Áðrenn hetta skal tað Hirts- hals, har tað verður sand- blást og málað. Eftir sáttmálanum millum Thor og Tórshavnar Skipa- smiðju skal verða heilt liðugt hálvan november. Stórur dagur á Skála Spenningurin á keiini á Skála var stórur, tá skrokkurin kom froysandi úr byggihøllini Mynd: Bergur Østerø Gongugøtan liðug Í rættiliga langa tíð hevur verið arbeitt við at leggja nýggja steinar og flísar í niðasta part av Niels Finsensgøtu – tað, sum vanliga verður nevnt gongugøtan. Øll tann gamla áleggingin hevur verið uppi og er nú løgd av nýggjum. Nú er arbeiðið liðugt, og ferðslan kann aftur at ganga ótarnað oman og niðan. Umframt at hava lagt koyri- og gongubreyt av nýggjum, eru eisini jarnboylar settir upp millum koyribreyt og gongubreyt vestaru megin. Hesir eru fyri at forða fyri parkering hesumegin. Loyvt er bert at parkera eystaru megin. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Lagið á Thor-brøðrunum, Hans Andrias Joensen, forstjóra og Gunnbjørn Joensen, stjóra, var betri enn tað hevur verið leingi, tá nýggja veitingarskipið hjá teimum varð sjósett. Her avmyndaðir saman við dóttir Hans Andrias, Guðrun