mánadagur 23. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 139 - 23. juli 2007
at byggja
dingar
Áðrenn arbeiðið við fyrsta
nýbygninginum hjá Thor fór í
gongd á Skála, gjørdu leiðslan
á Skipasmiðjuni, Landsfelag
Handverkaranna og Thor
avtalu um fáa póllendingar
til Føroya at sveisa bæði
hendan og ein skrokk afturat.
Her eru næstformaðurin í
Landsfelag Handverkaranna,
Eli Brimsvík, sum eisini
er formaður í Havnar
Handverkarafelag, og Gunnar
Mohr, stjóri á Tórshavnar
Skipasmiðju, avmyndaður
á Skála í sambandi við
sjósetingina
Longu langt áðrenn
skrokkurin hjá Thor
fór av bakkastokki
í gjár vóru arbeiðs
menninir á skipa
smiðjuni á Skála
byrjaðir at skera stál
til annan skrokkin
skipabygging
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Í gjár fór fyrsti nýbygning
urin hjá Thor í Hósvík av
bakkastokki á Skála, men
hetta verður ikki tann sein
asti. Longu nú eru arbeiðs
menninir á skipasmiðjuni
byrjaðir at skera stál til
systurskipið
hjá
Thor
Alpha, sum verður navnið
hjá hesum skipinum.
– Vit eru langt síðani byrj
aðir at fyrireika byggingina
av tí komandi skipinum við
at skera stál, sum skal brúk
ast til at byggja tær ymsu
sektiónirnar í skrokkinum,
sigur Gunnar Mohr, stjóri á
Tórshavnar Skipasmiðju, ið
eigur
skipasmiðjuna
á
Skála.
Hann sigur, at arbeiðið
við fyrra skrokkinum er eitt
sindur seinkað, men at teir
rokna við at verða lidnir til
ásetta tíð. Eftir ætlan verður
veitingarskipið handað eig
arunum í oktober og skal
vera heilt liðugt í november,
tá tað fer í vinnu í frálanda
vinnuni.
Eins og við fyrra skrokki
num eru tað eisini póllend
ingar, ið standa fyri sveis
ingini, meðan føroyingar
standa fyri restini av arbeiði
num.
Formaðurin
í
Havnar
Handverkarafelag, ið eisini
er næstformaður í Lands
felag Handverkaranna, Eli
Brimsvík, sigur seg vóna,
at arbeiðið fer at ganga líka
væl, sum við tí fyrra skrokk
inum.
– Eg haldi, tað var rætt at
gera avtaluna um póllend
ingarnar, tí tað hevur eisini
givið okkara limun og lim
um í øðrum fakfeløgum
meiri arbeiði, sigur Eli
Brimsvík.
Veitingarskipini, sum eru
55 metrar til longdar, koma
at kosta 75 mió. krónur
hvørt.
Umframt at tað hava ver
ið upp í 45 pólskir sveisarar
á Skála, hevur verið arbeiði
til 2025 handverkarar og
arbeiðsmenn. Tveir av teim
um eru Marnar Súnason
Kristiansen og Oluf Johanne
sen. Fyri fyrstnevnda er
talan um eitt summarferiu
arbeiði, meðan hann gongur
á studentaskúla á Kambs
dali. Hesir báðir hava ikki
verið við til at gjørt vognin
undir skipinum kláran í
sambandi við sjósetingina.
– Tað kennist væl at vera
farin undir at byggja aftur
og stuttligt at síggja úrslitið
í dag, siga teir báðir.
Skera stál til skrokk
Eli Brimsvík, formaður í
Havnar Handverkarafelag.
Hann vísir á, at sjálvt um
føroyingar ikki hava sveisað
skrokkin, so hevur hetta giv
ið nógv arbeiði til føroyskar
handverkarar og arbeiðs
menn, ið annars ikki var
til.
Vit skulu ikki gloyma,
at nógvir undirveitarar hava
fingið handils og arbeiðs
ordrar í sambandi við bygg
ingina, sum bæði tryggjar
okkara limun og limun í
øðrum fakfeløgum arbeiði.
Hetta sóu vit beinanvegin,
og tí varð avtala gjørd mill
um Landsfelag Handverk
aranna, Tórshavnar Skipa
smiðju og Thor um póllend
ingarnar, sigur Eli Brimsvík,
ið umframt at vera formaður
í Havnar Handverkarafelag,
eisini er næstformaður í
Landsfelag
Handverkar
anna.
Harðar atfinningar
Funnist var at landsfelag
num, tá felagið í fjør summ
ar gjørdu sáttmála við Thor
og Tórshavnar Skipasmiðju
um póllendingarnar. Mill
um annað Ingeborg Vinther,
forkvinna í Føroya Arbeið
arafelag, fanst hvassliga at
handverkarafeløgunum fyri
loyva slíkum. Eisini Føroya
Handverkarafelag var ímóti
avtaluni.
Spurdur um hvat póllend
ingarnir hava fingið í løn,
sigur formaðurin í Havnar
Handverkarafelag, at hann
ikki kann siga tað nágreini
liga, men sigur seg vita, at
úrtøkan hevur verið sera
góð eftir pólskum máti
stokki, og at tað er hetta,
sum er avgerðandi, heldur
hann.
Landsfelag Handverkar
anna er meginfelag hjá
handverkarafeløgunum
í
Havn, Tvøroyri, Vági, á
Skála og hjá Føroya Prent
arafelag. Hini feløgini eru
limir í Føroya Handverkara
felag.
Eins og allir aðrir á skipasmiðjuni vóru hesir ungu menninir vælnøgdir við úrslitið, tá Thor Alpha varð sjósett leygardagin.
Vinstrumegin Marnar Súnason Kristiansen av Skála og Oluf Johannesen av Strondum
Kanna uppsøgn
Uppsøgnin av Johan Petur Davidsen skal kannast. Tað segði
Útvarpið um vikuskiftið. Sambært teimum hevur lønardeildin í
Fíggjarmálaráðnum tikið ávaringina ímóti fyrrverandi leiðandi
yvirlæknanum á Landssjúkrahúsinum, Johan Petur Davidsen,
aftur. Samstundis skal ein tænastumannakanning finna útav, um
sjúkrahúsleiðslan hevði haldgóða grundgeving at siga Johan
Petur úr starvinum sum leiðandi yvirlækna. Løgtingsins
umboðsmaður kom í november til ta niðurstøðu, at Almanna og
heilsumálaráðið brúkti skeiva mannagongd, tá leiðandi
yvirlæknin varð koyrdur frá.
Søguligur sunnudagur
Í gjár – sunnudagurin 22. juli – var síðsti sunnudagur,
áðrenn Fólkakirkjan verður yvirtikin komandi sunnudag,
ólavsøkudag tann 29. juli. Hetta setti eitt sindur av dámi á
guðstænastuna í millum annað Dómkirkjuni, sum sostatt
var síðsta guðstænasta, meðan kirkjuliga umsitingin enn
er donsk. Tó varð dentur lagdur á, at orðini og Orðið
framvegis verður tað sama, og hetta varð staðfest, tá
kirkjufólkið endaði guðstænastuna við at syngja sálmin
“Fedranna kirkja í Føroya tjóð”.