mánadagur 23. juli 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 139 - 23. juli 2007
Sjálvt um stór tiltøk
sum G í Gøtu og
bryggjudansur í
Havn hava verið
um vikuskiftið, so
hevði vælmannaða
løgreglan lítið onki at
gera
løgregla
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Útpurring av fullum fólki
og ólógliga parkeraðir bilar
vóru stórt sæð einastu
uppgávur, sum politiið í
Havn og Runavík skuldu
taka sær av, sjálvt um stór
tiltøk sum G og bryggju
dansur við túsundtals gest
um vórðu hildin uppundir
og í viskuskiftinum.
Ongin harðskapur fór
fram – í øllum førum ikki
sum løgreglan fekk boð um
– hóast túsundtals føroying
ar høvdu leitað sær til Gøtu
frá hósdegnum og oman í
Vágsbotn leygarkvøldið.
Um tað var dýrdarveðrið,
sum hevur ávirkað hend
ingaríka vikuskitið, kann
bara gitast um, men okkurt
kundi týtt uppá, at hetta
hevur havt jaliga ávirkan.
Í sambandi við G hevði
løgreglan í Runavík fingið
hjálp úr Havn, og tað vóru á
leið 20 løgreglufólk til
arbeiðis ígjøgnum døgnið.
Sambært vakthavandi í
bæði Runavík og í Havn
gekk alt fyrimyndarliga fyri
seg.
Undanfarnu árini hevur
verið møguligt at steðga og
parkera
á
landsvegnum
oman fyri Syðrugøtu at
fylgja G, men hetta hevði
løgreglan sett forboð fyri í
ár. Kortini vóru nógvir bilar
ólógliga parkeraðir, sum
løgreglan gav boð um at
flyta.
Ein bilførari varð tikin
fyri at koyra ávirkaður av
rúsdrekka. Hetta var náttina
til leygardagin.
Vakthavandi í Runavík
sigur, at bæði Reyði Krossur
og Blái Krossur gjørdu eitt
stórt arbeiði fyri, at alt
skuldi ganga væl, og at
hetta sá út til at eydnast til
fulnar.
Skaðar
kosta
300 mió. kr.
Forstjórin á Thor roknar við, at tað fer at
kosta einar 300 mió. krónur at umvæla
risatrolarnar hjá felagnum. Umvælingin
av Hercules kemur helst upp á 200 mió.
krónur, meðan Athena fer at kosta einar
100 mió. kr.
umvæling
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Sjálvt um altjóða reiðaríið í Hósvík hevur verið sera
óheppið í seinastuni við tveimum eldsbrunum umborð
á skipum, so hevur leiðslan í Thor ikki mist mótið av
teirri orsøk.
Í dag fór fyrri nýbygningurin á Skála av bakkastokki,
sum er eitt 55 metra langt veitingarskip, ið kostar 75
mió. krónur at byggja. Skipið skal vera liðugt í
november, tá tað fer í vinnu. Í løtuni verður stál skorið
til næsta skipið, sum verður eitt systirskip til Thor
Alpha, sum hetta skipið eitur.
Upphæddin fyri tey bæði skipini er tó bert helming
urin av, hvat tað fer at kosta at umvæla risatrolararnar
Hercules og Athenu, sum eldur kom í ávikvist 21.
apríl og 4. juli. Tíbetur fyri felagið eru skipini væl
tryggjaði, tí sambært forstjóranum í Thor, Hans
Andrias Joensen, fer umvælingin av Hercules at kosta
200 mió. kr. og á Athenu 100 mió. kr.
Sambært forstjóran koma eldsbrunarnir ikki at hótta
felagið á nakran hátt, men givið er, at felagið missir
stórar inntøkur, meðan skipini ikki eru í fiskiskapi.
Spurdur um tað ikki hevði loyst seg betri at bygt
nýtt, sigur Hans Andrias Joensen, at tað ger tað langt
frá. Bara annað skipið kostar góðar 400 mió at byggja
sum nýbygningur. Hartil er leveringstíðin eisini sera
long.
Eldsbrunarnir umborð á ristrolarunum hjá Thor, sum
báðir fiska í áltjóða sjógi í Kyrrahavinum, hótta ikki
reiðaríið á nakran hátt, men koma at kosta reiðarínum
nógv í mistum inntøkum, sigur Hans Andrias Joensen,
forstjóri
Friðarligt vikuskifti
Longu langt áðrenn
midnátt fríggjakvøld
ið høvdu Harry Potter
fjepparar stillað seg í
røð í SMS, tá sjeynda
og seinasta bókin hjá
J. K. Rowling kom á
hillarnar
útgáva
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
76 bøkur av frumútgávuni
á enskum um Harry Potter
fóru um diskin, tá Rit og
Rák í SMS skipaði fyri út
gávukvøldi náttina til leyg
ardagin. Tá tey flestu høvdu
ognað sær útgávuna, fekk
týðarin av fimtu og sættu
bókini, Bergur Rasmussen,
sum eisini skal týða hesa,
orðið. Hann vísti millum
annað á, hvussu ovurhonds
stórur áhugin er fyri Harry
Potter.
Tá eg nú ein dagin googl
aði á Harry Potter komu
ikki minni enn 155 mió.
leinkjur fram. Hetta vísir,
at hann er eitt fenomen á
netinum, eins og Elvis
Presley og Beatles vóru tað
í útvarpi og sjónvarpi.
Kári Árting úr Rit & Rák
visti ikki, hvussu nógv
høvdu verið í handlinum,
men metti, at tað vóru oman
fyri 100, tá tey vóru upp á
tað mesta.
Bergur Rasmussen vænt
ar at vera klárur við umset
ingini síðst í september, og
bókin »Harry Potter and
the deatbly hallows« skal
eftir ætlan vera í bókhandlu
num á føroyskum um hálv
an november.
So kom
Potter
endiliga
Tá mest var av fólki í Rit &
Rák fríggjakvøldið og náttina
til leygardagin, í sambandi
við útgávuna um Harry
Potter, vóru omanfyri 100 fólk
í handlinum. Her eru tríggir
Harry Potter fjepparar
Bergur Rasmussen við frumútgávuni av sjeyndu og seinastu
bókini um víðagitna Harry Potter, sum hann nú fer undir at
týða. Seinast brúkti hann seks vikur til týðingina, men hendan
bókin er rúgvusmiklari, og tí kemur hann eisini at brúka longri
tíð til týðingina hesaferð
Øll lesa Potter
Heimasíðan hjá Føroya Lærarafelag skrivar, at bæði gentur og
dreingir á øllum floksstigum hava lisið eina ella fleiri bøkur um
unga gandakallin. Tað framgongur í eini stórari lesikanning, sum
Solveig Debess, master í barnabókmentum, hevur gjørt um
lesivanarnar hjá føroyskum børnum og ungum. Sambært
kanningini hava tey flestu lisið bókina á føroyskum. Til ber
eisini at staðfesta, at norsk, svensk og donsk børn lesa bøkurnar
um Harry Potter fyrr enn tey føroysku lesa tær. Og sambært
Solveig Debess kemst hetta uttan iva av, at føroysk børn læra
seinni at lesa enn norðurlendsku javnaldrarnir,
Skúlabygging í Hósvík
Í farnu viku undirskrivað Heðin Zachariasen, borgarstjóri og
Finn Christensen vegna byggifyritøkuna Arbor avtalu, har
felagið átekur sær at byggja eina lon afturat verandi skúla í
Hósvík. Teknistovan A3 hevur teknað nýggja skúlan. Talan er
um tilsamans 500 fermetrar, við trimum skúlastovum og øðrum
hølum til skúlabrúks. Verandi skúli skal nýtast til ymisk
serhøli. Við í byggingini verður eitt rúmligt felagshøli, ið kann
nýtast til ymisk tiltøk á skúlanum. Kostnaðurin fyri arbeiðið
fer at liggja um 8 milliónir krónur, og sambært avtaluni skal
nýggi bygningurin standa liðugur til skúlaársbyrjan 2008.