Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 139 - 23. juli 2007 Um Skálafjarðart­ unnilin, ella Eystur­ oyartunnilin, sum Landsverk nevnir hann, verður lagdur í eitt alment partafelag saman við tunlinum um Skopunarfjørð, fer Sandoyartunnilin ikki at kosta lands­ kassanum eina krónu. Hetta vísir eitt upprit frá Landsverk til Vinnumálaráðið, sum Sosialurin hevur fingið innlit í undirsjóvartunlar Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Sandoyartunnilin kemur ikki at kosta landskassanum og harvið skattgjaldarunum eina krónu, um tunnilin millum Skálafjørðin og Havnina, sum Landsverk kallar Eysturoyartunnilin, verður tikin við í somu ætlan. Hetta er niðurstøðan í einum uppriti frá Lands­ verk til Vinnumálarið, sum Sosialurin hevur fingið inn­ lit í. Í samandráttinum til uppritið skrivar Landsverk: »Niðurstøðan er sera greið. Landið kann byggja Sandoyartunnilin og Eystur­ tunnilin, uttan at peningur verður játtaður á fíggjar­ lógini við at leggja báðar tunlarnar í eitt alment parta­ felag.« Víðari skrivar Landsverk til Vinnumálaráðið: »Henda loysnin gevur nógv størri samfelagsligar fyrimunir enn at byggja Eysturoyartunnilin á privat­ um grundarlagi og Sand­ oyartunnilin á einum al­ mennum grundarlagi. Har­ afturat gevur hesin hátturin møguleikan fyri at gjøgnum­ føra tvær týdningarmiklar tunnilsætlanir innan fyri ein rímiligan tíðarkarm.« Tað er danska konsulent­ fyritøkan, PLS Rambøll, ið hevur gjørt eitt ferðslu­ modell og útrokningar fyri Landsverk, sum eru grund­ arlagið undir tilráðingini til Vinnumálaráðið. Í verandi ætlan skal arbeiðið upp á Eysturoyar­ tunnilin byrja í 2008 og verða liðugt í 2012. Eftir hetta byrjar arbeiðið upp á Sandoyartunnilin, sum so letur upp í 2017. Men um modellið hjá Landsverk verður nýtt og afturgjald­ stíðin verður longd við tveimum árum, so kunnu báðir tunlarnir fara í gongd í senn, og tað verður heldur ikki neyðugt at játta pening úr landskassanum, skrivar Landsverk til Vinnumála­ ráðið. Íløgurnar verða mettar at kosta millum 700 mió. kr. og eina mia. krónur, ið sum áðurnevnt skulu fíggjast við láni. Fortreytirnar fyri útrokn­ ingunum síggja soleiðis út: Prísirnir fyri at koyra ígjøg­ num Eysturoyartunnilin er 40 krónur norð­suður og 15 eystur­vestur fyri persón­ bilar. Hetta er á leið tað, sum áhugabólkurin aftan fyri Eysturoyartunnilin hev­ ur kunngjørt sum ein sannkan prís, vísir Lands­ verk á. Prísurin fyri Sand­ oyartunnilin er settur til 100 krónur, ið er miðalprísurin í verandi gjaldstunlun. Láni­ rentan er tá sett til 5,6 prosent, og tað rakstrarliga yvirskotið verður leypandi brúkt til at rinda lántøkuna heilt niður, til øll skuldin er afturgoldin. Tveir møguleikar Landsverk vísir á, at eitt privat partafelag, sum Løg­ tingið longu hevur samtykt sleppur at byggja tunnilin, skal hava eitt avlop millum 14 og 17 prosent, meðan onki krav er til avlop, um talan verður um eitt alment partafelag. »At eitt alment partafelag ikki hevur krav um árligt avkast merkir, at yvirskotið frá Eystturoyartunlinum kann nýtast til at rinda lánið av Sandoyartunlinum«, skrivar Landsverk. Stovnurin vísir eisini á ein aðra møguliga loysn. » Ein annar møguleiki er at gera eitt alment parta­ felag, sum hevur ábyrgd bæði av Sandoyartunlinum og Eysturoyatunlinum. Rakstraravlopið ár fyri ár skal brúkast til at afturrinda byggilánini av báðum tunlu­ num. Hesi lán eru tilsamans 1,69 mia. kr. Niðurstøðan í hesum førinum er, at árliga rakstraravlopið kann rinda byggilánini fyri báðar tunl­ arnar, og lánið er útgoldið í ár 2032, sum svarar til umleið 25 ár eftir, at arbeiðið at Eysturoyartunn­ ilin er tikin í nýtslu. Í hesum førinum er ikki neyðugt at tingið játtar pening til hesa bygging á fíggjarlógini, tí rakstraravlopið er nóg mik­ ið til at rinda lánið við.« Uppritið um komandi undirsjóvartunlarnar setir nýtt ljós á Sandoyartunnilin, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksá­ foss, í Sosialinum herfyri mælti til antin at útseta ella sleppa ætlanini um byggja. Argumentini hjá honum fyri at gera hetta eru partvís yvirupphiting av búskapi­ num og partvís tí, at hann metir tørvin á íløgum í til dømis skúlaverki og al­ manna­ og heilsuverkið vera so stóran. Og hesum eigur tunnilin undir Skopun­ arfjørð at víkja fyri, heldur landsstýrismaðurin. Bæði Kaupthing á aðrari síðuni og Eik, Føroya Banki og Tryggingarfelagið Før­ oyar á hinari síðuni, hava bjóðað sær til at fíggja tunn­ ilin millum Skálafjørðin og Havnina. Skálafjarðartunnil kann fíggja Sandoyartunnil Nýtt Windows um trý ár Ofta hava viðskiftafólkini ilskast um, at nýggju útgávurnar av Windows­stýrisskipanini hava verið seinkaðar. Nú eru boðini tó púrasta greið. Nevnlinga at avloysarin til Windows Vista skal verða tøk um trý ár. Navnið á nýggju skipanini verður Windows 7, og verður talan um eina skipan, sum kann nýtast á bæði 32­ og 64­bit teldum. Hóast Microsoft hevur staðfest tíðarmarkið upp á trý ár, vil teldurisin enn ikki seta eina neyva dagfesting á, nær nýggja skipanin kemur. Høgni verður í Klaksvík Tað er nógv hent, síðani Høgni Lisberg var tann lívligi trummuspælarin í rockbólkinum Clickhaze. Eftir at bólkurin gavst at spæla fyri nøkrum árum síðani, hevur Høgni skrivað og spælt tónleik sjálvur. Hann hevur vaksið seg til sangskrivara, sangara og tónleikara, og tað hevur gingið støðugt framá hjá honum. Høgni hevur verið sera virkin uttanlands, og hann hevur fingið alt meira at gera – millum annað í Danmark. Herfyri var hann ein av teimum, sum slapp at spæla á Roskilde Festivalinum, og tað kláraði Høgni sera væl. Hansara seinasta útgáva, Morning Dew, hevur verið sera væl umtókt, og onkrir av sangunum av hesari útgávu hava verið nógv at hoyrt í føroyskum og íslendskum útvarpi. Eitt upprit fra Landsverk vísir, at ikki ein einasta almenn króna nýtist at verða brúkt til undirsjóvartunnil í Sandoynna, um Skálafjarðartunnilin verður tikin upp í ætlanina