mánadagur 23. juli 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 139 - 23. juli 2007
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kirsten Mortensen, fødd Gaard Jensen, ætta av
Argjun, andaðist fríggjadagin 20. juli 65 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum týs
dagin 24. juli klokkan 15. Tey, sum vilja lata blóm
ur ella krans, kunnu í staðin lata eina peningagávu
á konto í Eik.
Annebeth Johansen av Strondum andaðist á
Umlættingarheimnum í Gøtu 21. juli, 88 ára gomul.
Farið verður úr Ellisheiminum í Runavík í Sjóar
kirkju, týsdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr
Sjóar kirkju mikudagin klokkan 14. Tey, ið vilja
minnast Annabeth kunnu lata eina gávu til Sjóar
kirkju.
Andlát og jarðarferðir
Hósdagin 12. juli fylti Kaj
Michael Filipsen Berg í
Hvalba 70 ár. Kaj er sonur
Elsu Berg í Hvalba og Jòan
Hendrik Poulsen úr Skopun.
Kaj er elstur av átta systkj
um. En systir býr í Hvalba,
ein beiggi á Sandi og restin
býr í Íslandi. Kaj sleit sínar
barnaskógvar vesturi við
Krógv hjá ommu og abba
sínum.
Í 1961 giftist Kaj við
Onnu Elisu, fødd Midjord,
úr Hvalba. Hon er dóttur
Kristionnu og Jákup Mid
jord við Neyst. Kaj og Anna
Elisa eiga tvær døtur, Kirst
en og Ketty, seks ommu og
abbabørn og tvey lang
ommu og langabbabørn.
Kaj hevur altíð verið sera
arbeiðssamur maður. Longu
sum 15 ára gamal fór hann
til skips við »Drotti«. Har
var hann í trý ár. Síðan fór
hann til Íslands við trolara.
Í 1970 fór Kaj til Grønlands
at arbeiða sum kranførari
hjá Hirth og Juul. Hann
kom heim aftur til Føroya í
1977. Kaj arbeiddi síðan í
Havn hjá Danberg & Søren
sen í 10 ár. Hann byrjaði at
arbeiða sum skúlatænari í
Hvalbiar skúla í 1989 og
har hevur hann verið líka til
í dag, nú hann legði frá sær
70 ára gamal. Hetta arbeiði
hevur dámt honum sera væl
og hann passaði tað við lív
og sál. Hann hevur ikki havt
ein sjúkradag í hesi 18
árini, so hann hevur verið
trúgvur. Kaj er eisini flagg
passari hjá Hvalbiar komm
unu.
Kaj hevur altíð verið blíð
ur og prátingarsamur mað
ur. Honum dámar sera væl
at práta við fólk og hann
hevur nógvar kenningar
kring landið.
Kaj er altíð til reiðar við
einari hjálpandi hond, tá
brúk er fyri tí. Hann hevur
altíð verið sera góður við
abba og langabbabørnini.
Ongantíð skuldu tey mangla
nakað.
Eitt dømi um hetta var, tá
Kaj arbeiddi í Havn. Elsta
abbadótturin hevði leingi
ynskt sær ein dukkuhest og
hetta hevði abbin hoyrt, so
hann leitaði Havnina upp
og niður, líka til hann fann
dukkuhesin og tá var abba
dótturin glað.
Góði abbin og langabbin!
Hjartaliga tillukku við 70
ára føðingardegnum. Takk
fyri alt tú ert fyri okkum.
Alt tað besta ynskja vit tær.
Abba- og
langabbabørnini
Kaj Berg 70 ár
Helgi á Reynatrøð úr Leirvík hevur í mai 2007 lokið
yrkisútbúgving sum søluatstøðari við sergrein í máling.
Lærupláss hansara var Litaval á Hjalla.
Prógv sum søluatstøðari
Helgi á Reynatrøð (v.m.) og Jóannes Mouritsen frá Litaval
Tað verður kunngjørt fyri ætt og vinum, at kæra
móðir, vermóður, omma og langomma okkara
Annebeth Johansen
av Strondum
andaðist á Umlættingarheiminum í Gøtu 21. juli,
88 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Sjóar kirkju
mikudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Samson og Karl Robert
Tey, ið vilja minnast Annebeth, kunnu lata eina gávu til
Sjóar kirkju.
FERÐSLUTRYGD
Tíðindaskriv
Í hesum døgum er Lands
verk farið undir at gera
rumlustrípur
inn
eftir
Kaldbaksvegnum.
Arbeiði er partur av einari
størri verkætlan, at ferðslu
tryggja
Kaldbaksvegin,
sum eisini tíðindafundur
hevur verið um. Aðrir partar
í hesi verkætlan eru millum
annað at gera yvirhálings
forboð á pørtum á vegnum,
og at seta ljós við tær stóru
íbindingarnar á vegnum.
Rumlustrípurnar
verða
fresaðar niður í mið og
síðulinjurnar á vegnum.
Hetta eru smá hol, ið gera,
at tað fer at larma og ristast
inni í bilinum, tá ið koyrt
verður á tær.
Rumlustrípurnar eru ser
liga effektivar at verja móti
eina og møtiólukkum.
Kanningar í Danmark
vísa,
at
rumlustrípurnar
minka upp til 80% av hes
um vanlukkum.
Arbeitt verður á strekkin
um millum rundkoyringina
við Føroya Tele og Sand
víkarhjalla í dag og í
morgin. Mikudagin ella hós
dagin verður vantandi fari
inn til Kollafjaðrartunnilin,
og so verður arbeitt millum
tunnilin og Sund. Strekki
millum Sund og Sandvíkar
hjalla verður gjørt, eftir at
tað er asfaltera av nýggjum
í heyst.
Meðan arbeitt verður,
vilja vit heita á bilførarar at
verða varnar meðan teir
koyra framvið arbeiðinum,
og ansa eftir arbeiðsfólkun
um á vegnum, sigur Lands
verk í tíðindaskrivi.
Gera rumlistrípur
á Kaldbaksvegnum
Landsverk