Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 23. juli 2007 13 Ungir og evnaríkir sangarar á Summar Festivalin Guðrið Hansdóttir Guðrið Hansdóttir og Høgni Reistrup fara at hava framførslur á Summar Festivalinum í ár. Høgni er aktuellur við nýggjari fløgu, og seinni í ár gevur Guðrið eisini fløgu út SUMMAR­FESTIVALUR­ Tíðindaskriv Summar Festivalurin kunnger nú tvey nøvn afturat til ársins festival. Í báðum førum er talan um ungar og evnaríkar sangarar, sum í hesum døgum vinna fram sum solistar. Guðrið Hansdóttir er sangari, tónleikari og sang­ skrivari, og seinnu árini hava alt fleiri fólk lagt merki til hennara sangir og framførslur. Guðrið Hansdóttir var bæði í 2006 og 2007 tilnevnd sum besta song­ kvinna á Planet Awards, og í næstum verður hon fløguaktuell. Guðrið er sangari og oddakvinna í bólkinum Isadora And The Rebels, sum hevði eina frálíka framførslu í Húsinum á seinasta Summar Festivali. Hesaferð kemur Gurðið aftur til Klaksvíkar sum solistur, og hon fer millum annað at syngja sangir, ið koma út á hennara fyrstu fløgu seinni í ár. 23 ára gamli Høgni Reistrup hevur fyri kortum givið sína fyrstu fløgu út. Fløgan kallast Hugafar á ferð og er ein tónleikalig ferð hjá Høgna. Høgni Reistrup hevur eina fortíð í klassiskum tónleiki, men hann kom av álvara fram sum tann eyðagóði og væl syngjandi oddamaðurin í Lawetz, ið vóru við til Prix Føroyar meira enn einaferð. Hann hevur framvegis nakað av tí fríska frá Lawetz við í sínum tónleiki, men stundum eru sangirnir eisini meira grundandi og delikatir. Guðrið Hansdóttir spælir á Summar Festivalinum hóskvøld, og Høgni Reistrup verður at hoyra fríggja­ kvøld. Rundanummæli um nøkur ting, sum hava við Dixie Hummingbirds og tað, at teir komu til Føroya, at gera HUGLEIÐING Meinhard Jensen Tað hevur verið nógv tosað um Dixie Hummingbirds. Ikki hava teir verið serliga kendir í Føroyum í nýggjari tíð, og so koma teir hendan veg, og fólk skulu bara trúgva boðskapinum um, at hetta er eitt stórt navn, vit fáa at hoyra. Dixie – ein stovnur Dixie Hummingbirds er ein sokallað institutión, ella ein stovnur. Tað merk­ ir, at bólkurin kann skifta manning, men at hann heldur seg til ein serlig­ an anda og ein serligan stíl. Eingin av teimum, sum vóru við í Føroyum, vóru við til at stovna bólkin, og tí er tað eitt sindur øvut at siga, at bólk­ urin er næstan 80 ára gamal. Elsti sangarin er jú 83. Men hann hevur verið við í 68 ár, síðan hann var 13. Tað hevur verið hansara arbeiði og inntøka øll árini. Leikluturin hjá honum – Ira Tucker – hevur ikki verið tann sami alla tíðina, men tað var tíðliga, at hansara leiklutur gjørdist stórur. Stórt og størst og gott og best Dixie Hummingbirds hava bara havt eitt megahitt, og tað var í 70unum, tá teir sungu ein sang saman við Paul Simon. Men kvartettstílurin er ein sera stór sjangra í USA, sum eisini hevur sett djúp spor í Føroyum, og har er Dixie Hummingbirds millum 2 ella 3 tey størstu. Tá eg bleiv spurdur, hvønn eg vildi hava til Føroya, Dixie ella Blind Boys of Alabama, ivaðist eg ikki. Blind Boys eru størri nú, men Dixie Hummingbirds hava Ira Tucker. Ira Fleiri av teimum, sum vóru við Dixie Hummingbirds, hava ikki verið í bólkinum leingi, men sálin hjá teimum er Ira Tucker. Var hann ikki við, so hevði tað verið minni spennandi, men hann var við, og tað skulu vit vera glað fyri. “Eg eri glaður fyri at vera her,” segði hann. “I’m glad to be anywhere,” legði hann afturat og fekk okkum at flenna. Men tann álvarin lá aftanfyri, at hann hevur neyvan nógv ár eftir. Hann menti ein týðandi part av gospelsangi, og hann hevur verið við allan vegin, og fingramerkini hjá honum síggjast í soul og rokk and roll og modernaðum gospel og so nógvastaðni. Og so er hann eisini góður sangari. Bassspælarin segði, at teir sita ofta og práta við hann út á náttina. Hann sigur frá øllum, sum hann hevur upp­ livað í lívinum, og hann sigur teim­ um eisini, hvussu teir skulu bera seg at í verðini og úti millum fólk. Teir ungu vóru uppi alla náttina, men hinir báðir eldru fóru á hotellið at sova, meðan náttin enn var sera ung. Til ævigan ástoyt Gamla evangeliið í tónleikinum letur seg ikki fornokta. Dixie og Ira Tucker fáa somu virðing frá fólki sum Ralph Stanley og Johnny Cash, men boðskapurin er til ævigan ástoyt. Ikki so nógv í Føroyum, men eitt sindur. Ummælarin hjá Gaffa dugdi at siga tað skemtiliga – at tað er ikki heavy metal, sum fer at stoyta Hatesphere í avgrundina, men tað at teir halda við AGF. Eisini hann var órógvaður av hesum gamla: nú er hann so gamal og fittur. Hvussu fer hann at taka tað, um tað nú ikki er, sum hann heldur? At Jesus er ein lygn? Eg haldi, at tað er flott, at ein maður, sum ikki hevur viljað gjørt neyðsemjur við verðina, so gamal megnar at vera klókum fólki til ástoyt. Virð tað. Tankar um Dixie í Føroyum Nógvur peningur og stór orka er brúkt til at fáa embætisverkið at orða poli­ tikkin komandi tvey val­ skeiðini. Avmarkað verður tí, hvussu nógv løgmaður tekur úr egnum brósti, nú samgongan situr og orðar hesa seinastu løgmansrøð­ una í hesum umfarinum. Samstundis sum embæt­ isvisjónin kom út, lat Granskingardepilin frætta frá sær um støðugu fráflyt­ ingina úr Suðuroynni. Ferðin á almennu Før­ oyum var alt ov stór fyri norðan, fingu vit enn eina ferð at vita, at flestu búskaparligu vísitølini fyri sunnan vendu skeiva vegin. Hugsandi var, at henda dýrt goldna Visjón 2015 tók hond um henda serliga trupulleika, men so var ikki. Tvørturímóti, so kendist hon av sonnum sum ein hvørvisjón fyri útjaðaran og fyri meiniga mannin. Eitt upprópið til almennu myndugleikarnar, ella skulu vit kalla tað eitt neyðarróp, kom frá bygda­ ráðnum í Hvalba um sama mundi, sum manualurin hjá samgonguni kom út. Siðiliga, greitt og væl orðað vendi bygdarráðið sær enn eina ferð skrivliga til løgmannin, fíggjarnevnd­ ina, vinnunevndina, Lands­ verk, landsstýrismannin í Innlendismálum og løg­ tingsmenninar fyri Suður­ oynna um sum skjótast at veita sóknini ein dagførdan tunnil, so at til bar at fáa lokala vinnulívið at virka til gagns fyri hetta sam­ felagið. Eingin sum helst ivi vald­ ar um, at Hvalbiartunnilin eigur hægstu raðfesting, um vit skulu gera okkum nakrar hugsanir um at vinna inntøkur til hetta samfelagið. Tástani ber til at gera marglætistunlar aðrar vegir fyri at koma enn skjótari fram at útlendsku tilboðs­ vørunum, sum floyma inn í landið og sum eru so freistandi, at vit keypa fyri eina heila milliard krónir meira enn vit selja fyri. Stórvegis visjonerur politikkur var ringur at fáa eygað á undan summar­ støðginum, tá samgongan sum eitt stórmálið fekk skverað sær eina lækking í avgjaldinum á luktilsi ígjøgnum tingið. Útlendsku agenturini vóru í hægri metum enn enn frílynta vinnulívið, sum skal vinna tær lívs­ neyðugu inntøkurnar til samfelagsraksturin. Parfumuseljarar fingu gyltar dagar, og ongar áneyðir tyktust neyðugar at lækka ferðina á ovurstóru hallgevandi síðuni í búskapinum. Alt vanligt vit og skil býður okkum til at taka ferðina av útreiðslusíðuni, og at fjálga um inntøku­ síðuna, men tíanverri fellur alt vanligt vit og skil uttan fyri stevið í samgonguni. Fyri at menna vinnulívið hava vit ferð eftir ferð skotið upp at dagføra sam­ ferðsluviðurskiftini til eina upp á seg stórstu vinulívs­ bygdina í Føroyum, men tað hevur verið sum at vísa hundið brand. Serliga hava tað verið hesir sokallaðu Suðuroyar­ tingmenninir, sum eru gingnir ímóti hesum mest virkisfýsna partinum av landinum, og tað er bara heilt einfalt ikki til at skilja. “Visjón 2015” er prentað í 1.000 eintøkum, og tað eru tey fáu sum tíma at keypa hana. Talan er um eitt 245 síðu stórt bókaverk, har embætisverkið sigur lands­ stýrinum, hvussu stýrast skal fram til 2015. Eftirskúli verður ikki tikin upp á tungu, og ára­ rekkir og fleiri valskeið aftaná, at marglætishol eru plaffaði gjøgnum hvørja túgvu og undir hvønn fjørð, koma teir virkisfýsnu hvalbingarnir inn í mynd­ ina. Hetta er bara ótrúligt. Hvørvisjónina fáa hvalbingar, sandvikingar og allir suðuroyingar ripaða í høvdið fáar dagar eftir, at bygdaráðið so bønliga hevur heitt á allar góðar kreftir um at geva teimum loyvi at virka í sóknini og í teirri oynni við teimum daprastu vísitølu­ num. Men korta nei siga suður­ oyingarnir í Havn. Sligið verður fast inni í sjálvum merginum í visjónsritinum, at øll sam­ ferðsla til og úr Hvalbiar sókn verður liggjandi á ísi komandi mongu árini. Heilt aftanfyri afturpart­ in av fjórðu divison á síðu 145 í hesum niðurgangs­ skriftið, sum samgongan hevur tikið til sín sum sítt egna, er ein stór talva, har Eidesgaard og Vestergaard, Dahl og Old, Midjord og hvat teir nú allir eita, sláa fast, at tað er ikki hugsing­ ur um at gera hvalbingum líkinda tunnil fyrrenn aftan á at allar Føroyar eru liðaðar sundur og saman og í fyrsta lagi ikki fyrrenn um eini tvey trý valskeið. Hvat ilt meinigi maðurin her í oynni hevur gjørt hesum monnum, er bara ikki til at fata. Júst hagar, ið vinnulívs­ hugurin er stórstur, júst hagar, ið framtøkini blóma, og júst hagar, ið umstøður­ nar og bara umstøðurnar forða eini likinda menning av tí framburði, ið hetta landið skal livað av fram­ yvir, verður laðað upp í dyrnar. Ilt er at taka henda ágangin fyri fult og skil tað, hvør ið skilja kann. Visjónin hjá hvalbingum um eitt dagført samband við umheimin endaði tíverri sum ein hvørvisjón, og upprópið, neyðarrópið ella áheitanin frá bygda­ ráðnum til yvirvaldið í Havn vísti seg tíverri ikki at vera postgjaldið vert. Hvørvisjón 2015 Hergeir NielseN