Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 139 - 23. juli 2007 Meðan Roskilde Festi­ valur­in dr­uknaði, fingu vit for­kunnuga vitj­an av sólini, ið dám­­di so væl, at hon var­ ver­andi allar­ tr­ígg­ j­ar­ dagar­nar­, sætti G! Festivalur­in var­ð hildin SAMANUMTØKA Petur Háberg petur@sosialurin.fo Tað er neyvan nakar ivi um, at G! Festivalurin er millum tónlistarligu hæddarpunk­ tini í Føroyum. Ein slóðbrót­ andi stovnur, sum á hvørjum ári blæsur lív í og gevur íblástur til føroysku tón­ leikamenningina. Síðani festivalurin byr­ jaði, fyri seks árum síðani, hevur hann voksið seg stør­ ri og sterkari við árunum. Frá at vera ein eindagskon­ sert til ein av mest spennandi festivalunum í Norðurlond­ um. Hetta er nakað at vera stoltur av, og avgjørt nakað at gleðast um. Sólskinssøga G! Festivalurin 2007 eyd­ naðist sera væl. Serliga gjør­ di tað serstakliga góða veðr­ ið sítt til, at teir tríggir festi­ valdagarnir vóru millum teir bestu nakrantíð. At regnið og sólin í ár høvdu valt at ganga nýggjar festivalleiðir, kunnu roskil­ degestir ilskast inná, og vit her heima fegnast um. Tí sólin skein allan dagin til hon setti, og eftir tað, var lýtt í veðrinum. Húgvur og føroyskar troyggjur, ið so við og við eru vorðin G! móti, komu ikki fram fyrr enn náttarkuldin kreyp inn, og myrkt varð. Betur og betur At fyrireikararnir hava lært av undanfarnum árum sást aftur í ár. Matartilboðini vóru fleiri, tíðarætlanin var hildin og atgongumerkjasøl­ an av eindagspassum varð væl lýst frammanundan. Eisini var frálíkt, at ganga oman á sandin eftir nýggju rásini, ið Gøtu kommuna hevur gjørt, og ikki eftir skirvisligu træbrúgvunum, ið ein fyrr vantaði fóru at brotna, hvørja ferð ein gekk oman ella niðan av sandin­ um. Tónleikastøðið var sum heild høgt, og sum G! er kent fyri, so vóru tað mong, ið møttu nýggjum tónleiki og fingu víðka tónlistarliga sjónarringin. Hetta er tað, undirritaði gleðist mest yvir á hvørjum árið. Áður ókend­ ir bólkar loypa á teg og bergtaka. Okkurt vantaði Natasha Bedingfield er higartil størsta aktuella tón­ leikanavnið, ið nakrantíð hevur verið í Føroyum, sam­ bært fyrireikarunum. Men á ein ella annan hátt, so var tað okkurt, sum treyt. Kans­ ka eitt høvuðsnavn aftrat. Ikki tí; góður tónleikur var, sum áður nevnt, nokk av. Guillemots, Loney, Dear, Petur Bén og fleiri onnur vóru ein stór fragd at hoyra og borgaðu fyri høgari tón­ leikaligari góðsku. Men sammetir tú við undanfarin ár, var í so gott pláss á sandinum. Meðan tey bæði størstu nøvnini, Natasha Bedingfield og Guillemots, framførdu, kun­ di tú standa rættiliga fram­ maliga, og tó hava gott pláss. Til sammetingar var stúgvandi fult, tá ið Europe framførdu í síni tíð. Nú veit eg ikki hvussu nógv fólk vitjaðu festivalin. Vónandi fleiri enn nakran­ tíð, tí eg ynski alt tað besta fyri menningina av tónleik­ inum her á landi. Hetta er galdandi fyri allar festivalar og øll tiltøk, ið ríka føroyska tónleikalívið. So er tað sagt. Men okkurt sigur mær, at vónirnar um tíggju túsund vitjandi ikki hava verið upp­ fyltar, og at talið á gestum ikki hevur sett met í ár. Vón­ andi fari eg skeivur. G! Tá sólin og reg- nið býttu um Mynd: Sunva E. Lassen