mánadagur 23. juli 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2007
19
Larmirokkararnir úr
Oslo vóru ikki best
dámdi bólkur á G!,
men tey settu síni
spor, og tað vóru flei
ri, sum hildu tað vera
tað besta besta besta.
UMMÆLI
Meinhard Jensen
Í mun til hvussu fá vit eru,
so eru tað fleiri tónleikasløg,
sum hava tað nokkso gott í
Føroyum. Men eitt rímiliga
breitt slag er heimleyst. Tað
er noiserokkurin. Tá Glory
box vóru í Føroyum nakrar
ferðir fyri fleiri árum síðan,
hoyrdu vit ein variant, sum
tey kallaðu noisepopp. Het
ta ávirkaði Clickhaze eitt
sindur, og seinni onkran
annan bólk, men tað ávirk
aði eisini lurtarar.
Noiserokkur bleiv defin
eraður tíðliga í 80unum og
hevur víst fleiri góð andlit.
Eitt upphav var punkurin í
70unum, men Velvet Under
ground var sanniliga eisini
eitt. Serliga teir sangirnir
við gittara, sum lá sum eitt
tjúkt teppi oman á restini av
tónleikinum.
Ikki poppur
Eg skilji væl Serena Man
eesh frontmannin, at hann
ikki vil definerast sum bara
eitt annað noiserokkorkes
tur, men hann má skilja tað,
at vit hugsa um My Bloody
Valentine, Sonic Youth og
Velvet Underground og onn
ur, tá vit hoyra tey. Velvet
Underground vóru, líkasum
Andy Warhol, sum produ
seraði fyri tey, popparar inn
ast í steinkenda hjarta teir
ra. Serena Maneesh royna
at finna ein markna, men
eftir G!konsertini at døma
gera tey onki við at gera tón
leikin popputan. Dixie vóru
kompromisleysir, men tað
haldi eg eisini, at Serena
Maneesh vóru. Soleiðis at
skilja, at tey justera ikki tón
leikin serliga nógv fyri at
fáa pengar í lumman.
Serena Maneesh hava sítt
egna, men kenslan at hoyra
tey minnir um Glorybox,
eftirsum vit nú kenna Glory
box so væl (her er bara tal
an um kensluna av at hoyra.
Ikki um tónleikin). Lurta
væl, og tú hoyrir sera mel
odiskan tónleik, men ein
larmidýna liggur omaná, og
tað er henni, vit royna at bal
la okkum í. Men tað er ringt
at balla seg, tá sólin skínur,
og tey so íðiliga arbeiða
fyri at fáa tónleikin at sita.
Kapping við sólina
Konsertin á Syðrugøtusandi
var ikki rætta forumið til
konsertina, um tað eru
umstøður, sum líkjast tón
leikinum, tú vilt hava. Teirra
tónleikur er ikki milt sum
marveður og sól og gleði.
Men hvat ger tað. Í hesum
døgum eigur at bera til at
lata sólina ganga á fund við
innanduralist.
Serena Maneesh bjóðaðu sólini av
Sólin skein sum
ongantíð fyrr, tá ið
Eivör trein á pall á
sandinum leygar
kvøldið. Um tað var tí
at Eivör fylti ár henda
dagin, er ikki gott at
vita. Men vit nutu í øll
um førum sólina og
Eivör, sum báðar tvær
høvdu ein sera góðan
dag
UMMÆLI
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Við sær úr Írlandi hevði
Eivör stórt sæð somu tón
leikarar, ið spæla á nýggju
fløgu hennara ‘Mannabarn’.
Hesir teljast millum bestu
av sínum slag, og tað hoyrd
ist eisini aftur. Sangir sum
Myrkurins náði, Dansins
Harri og Mannabarn ljóð
aðu ótrúliga væl, og at írsku
gestirnir kendu sítt tilfar,
var eingin ivi um.
Hóast trupulleikar vóru
við ljóðinum í fyrstani, so
gjørdist tað betri, og ein
neyt framførsluna í góðveð
rinum.
At Eivör telist millum
okkara bestu sangarar varð
staðfest so dyggiliga hetta
kvøldið. Nýggju løgini eru
eitt sindur popput, og á ein
ella annan hátt ger hetta, at
vakurleikin í hennar rødd
kemur enn betri og klárari
fram.
Sum hon er von, var hon
í spennandi klæðum. Føð
ingardagsbarnið var í einum
sera vøkrum kjóla við
stórum, himmalbláum fjaðr
um, og var ein sonn fragd at
hyggja at.
Hon fortaldi okkum, at
hon var rættiliga nervøs,
men hetta forðaði henni tó
ikki í at syngja sum ein
dreymur.
Tú ert alt
Tað eru nakrir sangir, ið
røra hjartað. Sum fara heilt
inn um. Og tá er tað líka
mikið, um tú ert til harðan
rokk, hiphop ella ball. ‘Tú
ert alt’, sum Eivör sang het
ta kvøldið, er ein av teim
um.
Tá ið bæði kvinnur og
menn standa við tárum í
eygunum av einum sangi,
sum tey ikki hava hoyrt
fyrr, sigur tað meiri enn eitt
sindur um, hvussu stórsligið
hetta lagið er.
Og uttan at gera av, so var
tað sum um øll steðgaðu á
og vóru rúnarbundin. Sjálvt
tey hálvfullu, sum allarhelst
ikki varnaðust at framførs
lan var byrjað og meiri enn
hálvliðin, steðgaðu á og
lurtaðu. Eivör sjálv mátti
turka tár eftir sangin. Mill
um stóru løturnar á hesum
G!
Tvær lítlar Eivör
Til at hjálpa sær við lagnum
‘Elisabet og Elinborg’ fekk
Eivör júst hesar báðar; Eli
sabet og Elinborg, ið eru
systrar hennara.
Í hvítum kjóla og grønum
hárbandi, komu hesar báðar
smædnu og fittu genturnar
á pallin og sungu við stóru
systur sínari. Og ikki vóru
tær einans fittar. Tær dugdu
eisini væl at syngja, so kans
ka fáa vit fáa tvær nýggjar
Eivör um nøkur ár. Vit kun
nu bara vóna.
Vakra Eivör bergtók
G!
Mynd: Sunva E. Lassen
Mynd: Sunva E. Lassen