Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 139 - 23. juli 2007 Tað var við fullum útblástri at suðurjúts­ ku Hatesphere fram­ førdu villastu kon­ser­ tin­a á G! UMMÆLI Oddur á Lakjuni oddur82@gmail.com Tað vóru nógv spent og nøk­ ur forvitin, sum stóðu og bíðaðu á Spæliplássinum kl. 21:45 leygarkvøldið. Nøkur klár at flippa út, með­ an onnur ikki heilt vitstu, hvat tey skuldu vænta. Tað frættist at hetta fór at vera vilt. Sera vilt. Tað var afturvið orgultón­ leiki, at fimm mans við longum hári og dekkaðir av tatoveringum trinu á pallin. Men so kom larmurin, og tað var ikki við mýkindum. Hatesphere spæla harðan tungmálm, onkustaðni ímill­ um thrash og death metal. Og tað koyrir við fullari ferð allatíðina – hart og kon­ tant. Tíðliga í konsertini vóru tíverri nakrir tekniskir tru­ pulleikar. Alt steðgaði á eina lötu, meðan trummu­ ljóðið skuldi fáast uppa pláss. Hetta tyktiskt tó ikki at órógva tónleikararnar tað stóra, sum tóku alt við ein­ um smíli. Í veruleikanum tyktust teir at vera sera fittir og hugnaligir, tá ið hugsað verður um, at hetta man vera illasti tónleikurin, sum nakrantíð hevur verið á G!. Teir smíltust og brosaðu, og høvdu als ikki tað illsinta útrykkið, sum ofta verður sett í samband við slíkan tónleik. Aftaná konsertina segði bassspælarin, at teir úttryktu bara sína náttúrligu spæli­ gleði, heldur enn at framala onkra pátikna vreiði. Og á ein hátt gjørdi hetta fram­ førsluna meira ektaða. Ein­ ki óneyðugt illsinni, bara rock 'n' roll. Tónleikurin var hinvegin av óndasta slag. Sangarin rann aftur og fram og brøl­ aði sum eitt ótt. Og tónleik­ ararnir headbangaðu og hoppaðu, meðan teir buldr­ aðu á ljóðførini. Og teir spældu sera væl. Tungu riffini, knøppu skif­ tini, skjótu rútmurnar og skræðisoloirnar sótu ordili­ ga tight. Nógv skifti vóru í tónleikinum. Knappliga varð lopið frá agressivum thrash til tungari metalgro­ ove, og so yviraftur. Og flei­ ri ferðir skiftu teir beinleiðis yvir í næsta sang uttan steðg ímillum. Tað hoyrdist, hvussu væl samanspældir teir vóru og hvussu væl teir kenna hvønn annan í tón­ leikinum. Tað vóru hampuliga nógv fólk til staðar, og Hatesphere dugdu væl at samskifta við tey. Teir vóru á tremur við orku, og serliga sangarin dugdi væl at fáa fólkið við uppá tað. Alla konsertina høvdu ungu tungmálmsfjep­ pararnir har frammi horn­ peikandi hendurnar á lofti; og sangarin rópti "Også de gamle!", og fekk øll at koma longur fram at vera við í málmmeldrinum. Hatesphere froystu út málmin við 100 km/t í trý korter. Onkur helt kanska, at hetta passaði ikki ordiliga inn við dagsljósi og sólskini, og børnum á spæliplássin­ um, men teir gjørdu í hvus­ su er alt rætt. Allarhelst svakasta konsert á G! nakr­ antíð. G! Fryntligu danirnir hövdu eina garvilla konsert Fittir danir við óndum tónleiki Boys in a Band Dr. Spock Mynd: Oddur á Lakjuni Mynd: Sunva E. Lassen Mynd: Sunva E. Lassen Mynd: Oddur á Lakjuni