mánadagur 23. juli 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2007
21
G!
G! FESTIVAL 2007
Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
Gamla fiskavirkið er aftur
tikið í brúk – hesaferð til
dans afturvið frískum tech
no og electronicatónum
úr Bretlandi og evropeiska
meginlandinum.
Grundin
er sum vera mann illa farnir
betongveggir, júst teir røttu
karmarnir til nakað sum
DJing, raveparties og hvat
tað nú kann eita.
Maskinaríið, teldur og
onnur útgerð, ið hoyrir DJ
fakinum til, koyrdi inntil
árla á morgni. Betonggólvið
undir DJararunum var onk
untíð nærum fylt við dansa
ndi festivalgestum og aðrar
tíðir næstan heilt tómt,
soleiðis var tað um dagin.
Einu løtuna, nakað væl
áðrenn midnátt, stóðu bara
tríggir ungir mans, ið neyv
an fara at gera dans til karri
eru, og fyltur sær upp í nev
ið. Mannskapið uppi í DJ
torninum var ta løtuna í
meiriluta. Scenan var tann
klassiska, eins og í flest øll
um dansistøðum, summi trí
na í dansin og leika í, meðan
onnur halda seg aftur og
hyggja at, kanska hvíla seg
ella práta við vinfólk.
Grundin liggur beint við
vegin, har alt fólkið annars
gekk framvið, og soleiðis
fungeraði staðið væl fyri
tann, ið fekk lyst til at sláa
seg leysan á betonggólvinum
eina løtu. Tá ið hetta bleiv
ov keðiligt kundi ein fara
aftur í tjaldingarleguna ella
hyggja til restina av G´07
tónleikaskránni.
Hevði William Heinesen
verið einastaðni millum 18
25 ár í 2007, so hevði hann
eisini avgjørt sligið seg leys
an á betonggólvinum – og
tá hevði hann uttan iva farið
suðuraftur við eini rúgvu av
good vibrations í skjáttuni.
Og so hevði hann skrivað
skaldsøguna Her skal dan
ses!
Meðan nýggi pallurin,
Grundin, riggaði stak væl
til DJ tónleik og upphiting
til bólkarnar á G! og eisi
ni til eftirball, so høvdu
kenslubornu røddirnar hjá
dugnaligu tónleikarunum
Jensinu Olsen og Guðrið
Hansdóttir uppiborið eina
meira intima og ikki minst
innilokaða senu.
HUGLEIÐING
Dánial Hoydal
At hava konsertir í Grundini er eitt
stak gott hugskot. Hugskotið hjá G!
at brúka grundina til tónleik er feitt.
Originalt og øðrvísi, og tí ógvuliga
G!sligt. Tíverri riggar tað ikki so
væl til inniliga stílin hjá singersang
skrivarunum. Jensina Olsen og
Guðrið Hansdóttir eru kanska bestu
nýggju syngjandi songrøddirnar, vit
eiga her heima, og tær høvdu
uppiborið betri pall enn bumbaðu,
sundurbrotnu grundina ovarliga í
bygdini.
Altjóða støði
Hóast hetta, megnaðu tær tað
ógvuliga væl. Løgini eru original,
og røddirnar tað sama. Tær hava
altjóða støði, onki minni. Og sam
bandið við áskoðararnar var stak
gott. Stílurin riggar ikki til stóra
pallin á sandinum hjá G!, so tí er ilt
at hugsa sær annað enn Grundin.
Púra rætt av G! at bjóða teimum
við, um festivalurin vil varðveita
imageið
sum
progressivi
og
nýskapandi pallurin í Føroyum.
Men teimum átti at verið unt betri
pall ella betri ljóðumstøður, um tað
altso ber til á open air festivalinum
G!
Áheitan
Konsertir í Grundini eiga heilt vist
at halda fram. Men G! eigur at hugsa
um, hvørt tað ber til at skapa eina
meira intima senu. Tendensurin er
greiður, at sera nógv av evnaríku,
ungu tónlistafólkunum í Føroyum
júst nú hava ein einfaldan, akustis
kan, intiman stíl, sum egnar seg til
smærri pallar. Áheitanin til G! 2008
má tí vera at skapa eitt alternativ til
Spæliplássið og Grundina, sum
gevur rúm fyri mongu dugnaligu
intimu tónleikarunum í Føroyum.
Men rós til festivalin fyri at skapa
nýggja pallin, Grundina, sum er eitt
hitt. DJ tónleikurin er akkurát G!
Og gestirnir taka hann til sín, tað er
onki at ivast í. G!o for it!
Í Grundini: Her skal danses!
Hetta er bara tað
besta staðið eg
nakrantíð havi fram
ført á! Sigur ovurfegin
Nettie. Hon hevur
verið DJ í nøkur
ár í dansistøðum í
metropolinum Lond
on. Slík dansistøð eru
ofta kjallarar, undir
grund, dimmlitt og
fylt við sveittandi,
dansandi ungum. Í
Grundini – og hetta
er í fjøruni í Syðru
gøtu – osaði eisini av
urbaniteti, men hugdi
tú upp úr dansinum
og sansaði umhvør
við, var tað ómøguligt
ikki at leggja til merk
is fjørin og fjøllini,
ið gjørdu góðu
vibratiónirnar betri.
Fleiri nýttu dansitón
leikin í Grundini. Tað
var serliga seint um
kvøldarnar at gólvið
fyltist. Bryn og James
James spældu hóskvøld
ið, Metronomy & Nettie
fríggjakvøldið og DJ
Knýtil og Lucy Hill stýr
du leygarkvøldinum.
Í Grundini gott, men...
The Ghost
Gestir
Mynd: Sunva E. Lassen
Mynd: Sunva E. Lassen
Mynd: Sunva E. Lassen