mánadagur 23. juli 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2007
23
Enski bólkurin, Guil
lemots, var eitt av
stóru nøvnunum á G!
2007. Mongu jaligu
ummælini av teirra
liveframførslum gjør
du sítt til, at teir vóru
ovarlaga á mínum
lista í ár. Tiltiknir
fyri at gera nýggj
og óvæntaði ting á
pallinum og aldrin
hava nakra fram
førslu, ið er eins, var
nakað, sum ljóðaði
spennandi og hugvek
jandi í mínum oyrum.
UMMÆLI
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Sandurin var ikki meiri enn
hálvfullur, tá ið framførslan
fór í gongd, beint áðrenn
midnátt leygarkvøldið. Men
tað forðaði ikki bólkinum í
at seta gongd í.
Hóskandi navn
At navnið Guillemots, ið
merkir
‘lomvigar’,
ikki
kemur av ongum, var skjótt
greitt. Meðan garvilli trum
muspælarin og kvinnuligi
kontrabassisturin løgdu ein
tungan og góðan botn, vóru
alskyns óljóð blandað sam
an í ein vælljóðandi kokk
teyl. Saksofonisturin og
klarinettspælarin megnaðu
at ljóða júst sum illir lom
vigar.
Sangarin, Fyfe Danger
field, ið tók sær av tangentu
num og spældi gittar inn í
millum, legði sína penu og
vælljóðandi rødd omaná.
Hann sang ótrúliga vakurt,
og var hansara rødd eitt
slag av reyðum tráði í
skipaða óruddinum. Serliga
tá ið hann stóð einsamallur
við gittara hoyrdi tú, at
hesin maðurin dugdi at
syngja. Bæði í sangi og
útsjónd minti hann eitt sind
ur um háttvirda Jeff Buck
ley, sála.
Illa ber til at seta tónleikin
hjá Guillemots í ein ávísan
bás. Sambært bólkinum
sjálvum, er hetta eisini
meiningin. Meðan okkurt
lagið koyrdi í skjóttgangandi
polkatakt, var okkurt annað
reinur poppur. Tó við lom
vigaljóðið.
Bassurin át alt
Vánaligt ljóð hevur øst
mangan tónleikara og somu
leiðis
mangan
áhoyrara
gjøgnum ár og dag. Ein
bólkur kann spæla sína bes
tu framførslu nakrantíð,
men samstundis ljóða ræðu
ligt í oyrunum á áhoyrarar
num, orsaka av vánaligum
ljóði. Og hvussu ofta hevur
ein áhoyrari ikki fingið eina
vánaliga framførslu, tí at
tónleikararnir
ikki
hava
havt nóg gott ljóð og ikki
hoyrt hvønn annan nóg væl
á pallinum?
Sjálvt um ljóðið var sum
heild gott á G!, var hetta
tiverri ikki galdandi undir
framførsluni hjá Guillemots.
Ljóðið var vánaligt (ið øll
um førum har sum eg stóð),
og hetta forðaði mær í at
njóta hana til fulnar.
Serliga var tað ógvusliga
bassljóðið, ið plágaði meg.
Ikki so nógv ljóðið á sjálv
um kontrabassinum, men
heldur felags bassljóðið út
eftir. Tann lági frekvensurin,
sum tað kallast á tónleika
máli.
Hetta gjørdi, at øll tey
spennandi og nýskapandi
elementini,
sum
skuldu
vera so áhugaverd, druknaðu
í tí altumfevnandi bassinum.
Ótrúliga synd.
Vónandi var hetta bara
galdandi fyri meg, ella har
sum eg stóð, tí allatíðina
hómaði tú tað geniala í tón
leikinum, men slapp aldrin
ordiliga at njóta tað.
Tað passar so ikki heilt, men
Nephew og veðrið fingu okk
um at halda tað eina løtu.
UMMÆLI
Dánial Hoydal
Hóast spennandi G! skráin hevði
stór nøvn sum Natashu Bedingfield
og Guillemots á, var høvuðsnavnið
fyri mong danski bólkurin Nephew.
Teir spældu og framførdu so væl
seinast, teir vóru á G!, at ein stór
fjøld var savnað á sandinum hós
kvøldið og væntaði sær tað sama.
Hóast konsertin tá var nakað heilt
serligt, varð fjøldin heldur ikki hesa
ferð vónsvikin. Konsertin var eina
standandi góð, og Nephew leveraði
vøruna. Teir vóru professionellir og
dugnaligir. Men samstundis tendraðir
frá fyrsta bríksli. Skjótt kókaði fjøld
in, og vit sluppu at hoyra øll hittini
live, sum hvørt føroyskt mansbarn
eftir hondini kennir frá útvarpinum.
Meðan pallurin á sandinum tyktist
nakað stórur til onkrar av smærru
og/ella óroyndaru bólkunum á G!,
so var tað mestsum øvugt við Nep
hew. Teir vóru allastaðni, skítfullir
av orku, útstráling og spæligleði.
Veðrið var eisini einastandandi, so
tú hoyrdi fleiri siga eftir framførsluna,
at betri verður tað neyvan á G! Í mun
til veðrið fingu tey órætt. Men í mun
til tónleikin var tað ikki langt frá.
Lomvigarnir druknaðu í basshavi
Syðrugøta ligger i Spanien
G!
Mynd: Sunva E. Lassen
Mynd: Sunva E. Lassen