Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 139 - 23. juli 2007 G! Sum fleiri onnur á Spæliplássinum, so fall eg líðandi, men trygt, fyri Metron­ omy. Teir ­ tríggir bretar í svørtum, hvør við einum lítlum lampuljósi á bringu­ ni(!), hvør við sínum ljómborði, spældu elek­tronisk­an tónleik­. G! FESTIVAL 2007 Johan Jacobsen Johan@sosialurin.fo Einfaldar robottiskar ryt­ mur við einfaldum gittar­ riffum. Onkuntíð var gittari ella so var bassur frammi. Alt púrasta elektroniskt, eisini teir tríggir svørtu robottarnir. Framførslan var ikki bara ein tónleikafram­ førsla, hon var nakað meiri enn tað. Tónleikurin minti meg um okkurt týskt elektronis­ kt, og Kraftwerk er tað ein­ asta eg kenni nakað til. Bert eitt av løgunum vóru orð løgd til, og hesin eini sang­ urin breyt eitt sindur frá elektronika­sjangruni. Framførslan, ið byrjaði kl. 20.00, fór fram í bjørtum, blendandi sólskini, so lampuljósini hjá teimum trimum komu ikki til sín rætt í sólskininum. Tey virk­ aðu løgin og fremmendager­ andi, hetta er eisini eyðkenn­ ir í hesum slagnum av tón­ leiki. Framførslan var stutt, ikki nógv meiri enn 30 min­ uttir. Og tey uml. seks løg­ ini vóru avgjørt eygnaopn­ arar fyri mítt viðkomandi og allarhelst fyri fleiri aftur­ at. Ein ungur eysturingur aftanfyri meg ljóðaði eisini til at hava fingið eyguni upp fyri onkrum nýggjum og hugtakandi, hann hevði nokk eina líknandi uppliv­ ing sum eg: ­ Hatta var ræðuliga cool, var hatta! Loney, Dear borgaði fyri einari ótrúliga góðari framførslu, har heildin gek­k­ upp í eina hægri eind UMMÆLI Petur Háberg petur@sosialurin Einki er so rotið, sum at hava stórar vónir til eitt­ hvørt, sum síðani skuffar. Hinvegin er tað heilt ótrúli­ ga gott, at verða tikin av bóli av nøkrum, sum tú ein­ ki væntar av. Soleiðis var tað við Loney, Dear, ið var á skránni eftir Eivör leygar­ kvøldið. Sólskinstónleikur Leygarkvøldið var nógv fólk á G! Hini bæði undan­ farnu kvøldini hevur Spæli­ plássið ikki verið fult fyrr enn klokkan nærkast mid­ nátt. Men tá ið Loney, Dear trein á pall um sjey­tíðina, var so at siga fult. Flestu fólkini sótu niðri, meðan sólin hitaði bakið. Og sjálvt um nøkur heilt fá stillaðu seg upp, eitt sind­ ur inn í framførsluna, vóru vit fleiri, ið nutu bleytu tón­ arnir í góðveðrinum. Tónleikurin tal­ aði fyri seg Bólkurin spælir svenskan indiepop. Vakrir og fangan­ di tónar, kryddað við annar­ leðis elementum. Sangirnir eru tílíkir, ið tú murrar aftaná. Tónleikurin hjá teimum leiðir tankarnir eitt sindur til Death Cab For Cutie, The Postal Service og eisini Peter, Björn and John. Sangarin og samstundis heilin aftan fyri bólkin, Emil Svanängen, gjørdi ikki nógv um seg. Hann prátaði eitt sindur inn í mill­ um sangirnar, men av tí at tað var á svenskum og kans­ ka í so skjótt, var tað til tíð­ ir eitt sindur trupult at fylg­ ja við. Hetta fekk hann eisi­ ni at vita av trummuspælar­ anum móti endanum á fram­ førsluni. Men hetta bilti ikki, tí tón­ leikurin talaði fyri seg. Tor­ ført er at seta orð á, júst hvat gjørdi framførsluna einastandandi. Mangan ber til at peika á okkurt ávíst. Trummurnar sótu væl, bass­ urin legði ein góðan botn ella gittarin hevði eitt gott ljóð. Men hjá Loney, Dear var tað einki ljóðføri, ið skaraði framúr, men heldur var tað heildin, ið ljóðaði væl. Ljóð­ myndin var ikki ov full ella ov tunn. Øll kendu sín leik­ lut. Og oftani er tað tá, at tingini ganga upp í eina hægri eind. Besta framførslan á G! í ár, eftir mínum tykki. Svensk góðska við fangandi tónum Eygnaopnari á Spæli­ plássinum: Metronomy 200 Høgni Lisberg Mynd: Sunva E. Lassen Mynd: Rógvi Laksáfoss Mynd: Rógvi Laksáfoss Mynd: Sunva E. Lassen