Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 139 - 23. juli 2007 G! G! hevur gjørt tað til sítt at hava eitt serliga týð­ an­di gospelin­n­slag úr Amerika við um árið, og hesaferð vóru tað Dix­ie Hummin­gbirds við oldin­g­ an­um Ira Tucker í fron­t. UMMÆLI Meinhard Jensen G!Festivalurin hevur seinastu fýra árini havt ein amerikanskan bólk við, sum umboðar gomlu ameri­ kansku gospelhevdina. Russ Taff, Glenn Kaiser og Holmes Brothers. Festivalurin og miðlarnir hava hvørja ferð dugað væl at fáa fólk at rokna við órímiliga nógvum, men tað hevur eisini verið ivaleysa gott hvørjaferð. Fyrsta inntrykk Eitt tað stuttligasta við Dixie Hummingbirds vóru teirra fittu svørtu skjúrtur og bláu klædnings­ jakkar. Á pallinum sá Ira Tucker veikur út, men røddin var góð. Teir løgdu varisliga fyri, har sum Ira Tucker hálvavegna fór prátandi inn í sangin, og tað koyrdi væl beinan veg, men tað var enn ikki sannførandi, tí at tað var ikki vist, at hann fór at orka at syngja. Men hann er so royndur og góður, at eg ivist ikki í, at hann syngur, aftan á at hann er deyður. Hann fekk ikki gjørt alt tað við røddini, sum hann gjørdi fyrr. Men tað, sum hann fekk gjørt, gjørdi hann væl. Og hann leiðir sangin, og hinir ansa væl eftir at fylgja við. Bassspælarin segði aftan á konsertina, at eingin tóni fer minsta sindur við síðuna av, uttan at Mr. Tucker rættar upp á tað. Onkuntíð hoyrir bara hann tað, og teir mugu koyra tað í gjøg­ num ein stemmara fyri at vita, um hann hevur rætt. Vit kendu best sangirnar av Dia­ mond Jubilation, sum er næst­ nýggjasta fløgan. Av henni sungu teir fýra sangir. So góðir sum allir vóru, so var “When I Found Jesus Christ” besta løtan á kvøldinum. Hesin seini og innilig sangurin, sum ongantíð fær ferð á. Lagið er gott, men tað, sum ger sangin ser­ ligan, er tann sálin, sum teir meg­ na at leggja í. Born Again og djúpur bassur Tenorsangarin sang ein sang solo, og tað var eitt hæddarpunkt. Tað var sangurin “You Must Be Born Again,” og tað var einastu ferð, at vit upplivdu eitt sindur av tí villa gospelsanginum, sum Ira Tucker stóð fyri, tá hann var ungur og orkaði at hoppa og dansa. Basssangarin fekk eisini ein sang, sum bleiv brúktur til at vísa, hvus­ su lágar tónar hann klárar. Hetta gera teir hvørt kvøld, og tað er ikki altíð, at hann fer líka langt niður. Yvirhøvur var hendan kon­ sertin í betra endanum, hildu teir í bólkinum, sum vit spurdu, ikki minst tí at hetta var eitt publikum, sum vildi lurta. Bassurin fór eisini lægri hetta kvøldið enn annars. Vit spurdu, hvussu langt niður hann fer. Hann dettur av klaverin­ um, søgdu teir. Minst tveir tónar niðurum. Góðir tónleikarar Konsertin toppaði eisini við sang­ inum “Love Your Fellow Man,” har sum teir komu í eitt tungt groo­ ve, sum ikki mundi enda. Har vís­ tu tónleikararnir sínar dygdir. Amerika gongur undir í slíkum tónleikarum, sum spæla so ótrúli­ ga væl, og tað er deiligt, at vit sleppa at hoyra teir viðhvørt. Van­ di er fyri gospeltónleiki, at hann blívur keðiligur, um gittarspælarin hugsar ov nógv um at vera skikki­ ligur. Tað var hesin ikki. Hann var ikki bangin fyri at fara út í aðrar sjangrur, og hann dugdi eisini væl at halda seg til tað rútmiska uttan at dominera ov nógv. Teir sungu fleiri sangir, sum teir hava sungið í nógv ár. Ein teirra var “Christian Automobile”, sum er um ein bil sum mynd av lívin­ um. Hendan hevur Ira sungið tús­ und ferðir, og tað var ein stór upp­ living at hoyra hann á Gøtusandi. Góð konsert. Gott gospel. Til ævigan ástoyt Gamla evangeliið í tónleikinum letur seg ikki fornokta. Dixie og Ira Tucker fáa somu virðing frá fólki sum Ralph Stanley og John­ ny Cash, men boðskapurin er til ævigan ástoyt. Ikki so nógv í Før­ oyum, men eitt sindur. Ummælarin hjá Gaffa dugdi at siga tað skemti­ liga – at tað er ikki heavy metal, sum fer at stoyta Hatesphere í avgrundina, men tað at teir halda við AGF. Eisini hann var órógvað­ ur av hesum gamla: nú er hann so gamal og fittur. Hvussu fer hann at taka tað, um tað nú ikki er, sum hann heldur? At Jesus er ein lygn? Eg haldi, at tað er flott, at ein mað­ ur, sum ikki hevur viljað gjørt neyðsemjur við verðina, so gamal megnar at vera klókum fólki til ástoyt. Virð tað. Ársins amerikanska rootsinnslag Petur Pólson Petur Háberg Petur Bén Mynd: Rógvi Laksáfoss Myndir: Sunva E. Lassen