Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 139 - 23. juli 2007 G! Polkaholix spældu eina frálíka og lívliga konsert, sum fekk lív í fólkið á sandinum UMMÆLI Oddur á Lakjuni oddur82@gmail.com Aftaná at Natasha Bed­ing­ field­ hevði framført, sluppu tey flestu sær aðrastani at hugna sær; og táið týsku Polkaholix byrjaðu at spæla, var mest sum manntómt á sand­inum. Men táið fólk uppd­agaðu, hvat gekk fyri seg har niðri, kom alt renn­ and­i. Og skjótt var ein stór, d­ansand­i mannfjøld­ framm­ anfyri pallin. Í 2001 funnu átta garvaðir polkatónleikarar úr Berlin saman og stovnaðu bólkin Polkaholix. Teir hava síðani spælt fleiri hund­rað konser­ tir ymsastaðni í Evropa, og nú var túrurin komin til Gøtu. Teir spæld­u polkatónleik við fullari ferð. Onkuntíð skiftu teir knappliga yvir í feitan rokktónleik, við síð­ ani at hoppa avstað aftur í pumpand­i polka. Miðald­r­ and­i berlinarnir gjørd­u het­ ta leikand­i lætt; teir spæld­u púra tight allan vegin. Upp í tónleikin bland­a teir rokk, ska, jød­iskt klez­ mer og fólkatónleik av Balk­ an, sum alt verður bund­ið at polkataktini. Jákup Weihe, sum presen­ teraði Polkaholix, segði, at teir klára at framføra ein­ hvønn sang í polkastíli. Tón­ leikurin er bygd­ur rund­an um kend­ar og góðar gamlar sangir, sum verða, sum teir sjálvir siga, tvingsilsfor­ polkaðir. Og tað var stuttligt at hoyra "Das Mod­el" hjá Kraftwerk í superskjótari eitt­tvey takt. Eisini vóru teir stuttligir í sanginum "Polka Kebab", sum knappliga skifti yvir í funkuta "Get Up" hjá James Brown, men við orðinum "kebab" ístaðin fyri "get up". Útrykkið hekk væl sam­ an. Ikki bara spæld­u teir polka, teir sóðu eisini út sum polka. Og teir lótu tað ongantíð vera d­ult, at mein­ ingin var, at alt skuld­i for­ polkast. Setningar sum "We're on a mission of polka!" og "No polka, no fun!" vóru geylaðir út á hálvbrotnum enskum, sum um teir vild­u sannføra áhoyrarnar um, at ikki bara einhvør sangur, men at eisi­ ni alt annað skuld­i polkast til. Og fólk tyktust at verða sannførd­. Øgiliga orkan smittaði av yvir á áhoyrar­ nar, og allur sand­urin d­ans­ aði til týsktmæltar sangir um blóðpylsu, øl og kebab. Tað, sum eingin kend­i áðr­ enn, bleiv til eina d­ansiveits­ lu av tí aðru verð. Í 70 minuttir hild­u teir á við tí, sum nógv søgd­u fór at vera minniligasta konsert­ in á G! 2007. Foreldrini sóu nakað lin út eftir longu, rokk­ andi náttina. Men børnini á G! vóru púra klár til barnatil­ takið á spæliplássin­ um leygardagin. FRÁSØGN Dánial Hoydal dhoydal@hotmail.com Tiltakið var seinkað, men tey smáu høvd­u tað fínt á spæliplássinum í stráland­i sólskininum. Pylsur og Sisu hild­u lív í teimum, meðan tey bíðaðu eftir Angelu og Hannibali. Lagið í góðveðrinum var gott, og fólk høvd­u hug at fáa sær slang í grasinum. Men tey vaksnu sluppu ikki at vera lin, tí hini á pallinum skumpaðu und­ir alla tíðina. Hannibal spulaði við vatni, og Jensina Olsen fekk rottað øll børnini saman móti for­ eld­runum, so tey vórðu tog­ að upp úr grasinum, har tey høvd­u sett seg væl til rættis við kaffimunnu og høvuðpí­ nu. Og so kókaði tað. Held­ur enn at fjala seg fyri d­ropun­ um hjá Hannibali, runnu ung sum gomul eftir strálun­ um fyri at svala sær. Og pro­ vokasjónirnar hjá Jensinu riggaðu, so hon fekk gomlu gumparnar upp úr grasinum. So fóru teir at sveiggja, gumparnir, í takt við rútmur­ nar hjá børnunum. Sisu og høvuðpína hvurvu sum d­øgg fyri bakand­i sól. G! hevur veruliga verið heppið við veðrinum. Og lagið á gestunum var hareftir. Eisi­ ni á børnunum, sum eiga ein fittan part av G! Smílið á onkrum barni bliknaði tó, tá ótespiligir orkar knappliga komu tusk­ and­i. Fjallatussarnir komu tysjand­i og mund­u koyrt manga pylsuna í rangastrúp­ an. Men so var bara at klem­ ma mammu og babba eitt sind­ur fastari og annars ógv­ ast og njóta. Peppað polkaparty Børnini orkaðu... Polkaholix fingu lív í fjöldina Mynd: Oddur á Lakjuni Deja Vu Flemming Mynd­ir: Sunva E. Lassen Mynd­ir: Sunva E. Lassen