Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. apríl 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Men Tjóðveldisflokk- urin er størsti flokk- ur, Fólkaflokkurin størsti taparin, og Javnaðarflokkurin tryggur á ørðum plássi VELJARAKANNING Eirikur Lindenskov Nýggjasta blaðið í føroyska blaðheiminum, Fregnir, sum kom út í gjár, prentar í fyrstu útgávuni eina nýggja veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt. Kanningin vísir, at Tjóð- veldisflokkurin er størsti flokkur við 25,9%, Javnað- arflokkurin næstur við 24,4%, Sambandsflokkurin 21,2%, Fólkaflokkurin 17,5%, Sjálvstýrisflokkurin 5,4% og Miðflokkurin 4,9%. Eitt slíkt býti av atkvøðu- num hevði givið samgong- uni 16 tinglimir, móti teim- um 18, sum samgongan hevur í dag. Serliga er tað Fólkaflokkurin, sum hevði staðið seg illa, tí flokkurin hevði mist tveir tinglimir. Sambandsflokkurin hevði fingið størstu fram- gongdina, 3,2%, meðan Javnaðarflokkurin hevði fingið eina framgongd upp á 2,5% í mun til seinasta val. Báðir teir stóru andstøðu- flokkarnir høvdu fingið hvør sín tingmann afturat, so at Sambandsflokkurin hevði fingið sjey og Javn- aðarflokkurin átta ting- menn. Miðflokkurin hevði varðveitt sín tingmann. Nýggjasta veljarakanningin: Samgongan hevur ikki meiriluta Sambært veljarakanningini, sum Fregnir kunngjørdi í gár, verður Tjóðveldisflokkurin størsti vinnarin. Fólkaflokkurin størsti taparin - og tað stendur á jøvnum millum andstøðu og samgongu Nýggjasta veljarakanningin hevði givið andstøðu og samgongu hvør sínar 16 tingmenn. Fólka- flokkurin missir tveir tingmenn, meðan Tjóðveldisflokkurin og Sjólvstýrisflokkurin standa í stað í tingmannatali Høgni Hoydal kann vera væl nøgdur. Tjóðveldisflokkurin hevur sambært veljrarakanningini vunnið 2,1 prosentpoeng síðani valið, meðan løgmaður kann harmast um, at flokkur hansara hevur mist 3,8… Hóast Fólkaflokkurin tekur undir við at lækka avgjaldið á bensini og fyrradagin boðaði frá, at hann fór at atkvøða fyri slíkum uppskoti hjá Javnaðarflokkinum, tordi hann ikki at trýsta á “ja” knøttin, tá málið var til triðju viðgerar í tinginum í gjár SAMGONGUKREPPA John Johannessen – Eg eri sjálvstýrismaður, men eg orki hetta ikki meira! Soleiðis segði Jógvan á Lakjuni, tinglimur fyri Fólkaflokkin, frá tingsins røðarapalli í gjár, tá triðja viðgerð var av uppskoti Javnaðarfloksins um at lækka avgjaldið var í løg- tinginum. Fólkaflokkurin hevði fyrradagin boðað frá, at hann fór at taka undir við uppskotinum hjá Javnað- arflokkinum, tí uppskotið var í tráð við samgongu- skjalið, sum sigur, at av- gjøld skulu lækkast. Men hann varð bukaður upp á pláss av Tjóðveldis- flokkinum, og valdi tí í gjár at taka undir við einum uppskoti frá Jógvani Durhuus úr Tjóðveldis- flokkinum, um at beina málið aftur í nevnd, hóast talan var um triðju viðgerð. Kortini lovaði Fólkaflokk- urin, at hann framvegis fór at taka undir við upp- skotinum, tá tað kom aftur úr nevnd. Alt hetta hevði við sær, at Fólkaflokkurin varð av- bardur í orðum av øllum andstøðulimunum, ið høvdu tikið orðið. Formað- ur Fólkafloksins varð fleiri ferðir skýrdur at vera orðloysingur, millum annað av Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum. Farnu dagarnar hevur Fólkaflokkurin annars ver- ið avbardur av samgongu- felaganum, Tjóðveldis- flokkinum, sum heldur, at Fólkaflokkurin gjarar út við peningi og tekur undir við andstøðuuppskotum, sum eru í stríð við poli- tikkin hjá samgonguni. Hetta segði Tjóðveldis- flokkurin millum annað í einum opnum brævi, sum týsdagin varð sent fjølmiðl- unum. Hetta er kortini ikki nóg mikið. Eisini vejararnir finnast at Fólkaflokkinum. Veljarakanningin, sum vikublaðið Fregnir al- mannakunngjørdi hós- kvøldið, vísir, at Fólka- flokkurin missir 3,8% av atkvøðunum, hann fekk seinasta val, og er avleið- ingin av hesum, at hann missir tveir tingmenn. Orsøkin til stóru trupul- leikarnar hjá Fólkaflokkin- um eru helst ymisku út- meldingarnar og illoyala støðan í samgonguni sein- astu tíðina. Fólkaflokkurin hevur áhaldandi skift mein- ing fyri at tekkjast and- støðuflokkunum, men hev- ur síðani aftur skift mein- ing, tá samgongan hevur verið í vanda. Eisini hevur Fólkaflokkurin dúgliga roynt at fríggja til Javnaðar- flokkin, fyri at fáa Tjóð- veldisflokkin út og skipa nýggja samgongu saman við Javnaðarflokkinum. Alt hetta er nú komið afur um brekku hjá Fólka- flokkinum. Fólkaflokkurin varð avbardur Tjóðveldisflokkurin bukaði í gjár Fólkaflokkin upp á pláss, so hann ikki atkvøddi fyri at lækka avgjaldið á bensini, eins og hann hevði lovað- Mynd: Jens Kristian Vang Nr. 69 - 7. apríl 2001 7 gult7 cyan7 magenta7 svart7 6 Nr. 69 - 7. apríl 2001 gult6 cyan6 magenta6 svart6 finnur tú tey røttu páskaklæðini til hennara Sosialurin - 311820 Í Mótaskálanum Nógv nýtt heimkomið hesa vikuna