Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 139 - 23. juli 2007 G! Fyrsta konsertin á sandinum leyg­ardag­­ in var ein vøkur og­ eym konsert við sámis­ ka bólkinum Adjág­as. Konsertin var nokkso tíðlig­a um dag­in, og­ fá fólk vóru komin at lurta eftir hesum for­ kunnug­a bólki UMMÆLI Oddur á Lakjuni oddur82@gmail.com Tónleikurin hjá Adjágas er fólkatónleikur, sum allatíð­ ina er borin uppi av joik­ sanginum hjá teimum báð­ um Sara Marielle Gaup og Law­ra Somby. Tað eru fyri tað mesta tey bæði, sum mynda tónleikin. Afturat teimum báðum vóru fýra tónleikarar. Trummur, bass, elgittari, og so ein tónleikari, sum skifti ímillum at spæla banjo, trompet og blásiorgul. Hann legði eitt serligt huglag á ljóðið, og var ein stórur part­ ur av sterka útrykkinum. Fyri tað mesta var tað rættiliga friðarligur tónleik­ ur, har siðbundni joikasang­ urin var í miðdeplinum. Ein inniligur og viðbrekin sang­ ur, sum varð borin fram við eymleika og kærleika. Tað kendist, at hetta var ektað, og hevði rót. Onkuntíð bygdi tað tó upp til meira larmutan rokk. Tann eini sangurin var ein seigur bluessangur, sum so breyt út í bluesrokk. Hesar villaru løturnar breyt Sara onkuntíð út í ein spontanan dans, og einaferð fór bass­ spælarin eisini at dansa ein villan og heldur undarligan dans. Tað vóru hesir meira lívli­ gu sangirnir, sum komu best tvørturum til áhoyrar­ nar. Tónleikurin var annars nokkso innatvendur, og tað tyktiskt ikki, sum um øll høvdu hug at lurta allatíðina. Men eisini hesir sangirnir høvdu sína styrki í vakra, og á ein hátt, hypnotiserandi joiksanginum. Sangirnir eru søgur og frásagnir, og ímillum teir greiddi Law­ra frá. Hetta er tónleikur, sum er rótfestur í teirra sterka sámiska samlei­ ka, og tú merkti nærleikan, sum tey hava til tað, sum tey syngja. Tey liva í hesum, og sangurin er ein saman­ runnin partur av teirra tilve­ ru. Tey sungu bara á sámisk­ um, men hann greiddi frá á norskum, so áhoyrarnir fin­ gu við, hvat løgini snúðu seg um. Tað sást, at tey elska tað, tey gera. Spæligleðin lýsti av teimum. Tey bæði Sara og Law­ra lótu seg ríva við í huglagið, og vóru til tíðir mest sum burturi í øðrum heimi. Tey fluttust kanska yvir í "Adjágas" ­ sinnis­ stöðuna ímillum svövn og vöku. Kanska hevði hetta riggað betur á einum minni palli, har tey vóru tættari við áhoyrararnar. Spjaddu fólk­ ini á sandinum fingu tó eina vakra og forkunnuga kon­ sert. Adjágas við inniligum joiksangi Spæligleðin lýsti av sámisku Adjágas Tað, sum byrjaði við Kára Sverrissyni tíð­ lig­a hóskvøldið, end­ aði við einum óhug­­ nalig­um og­ einum hug­nalig­um surprise og­ einari stórari fólka­ rokkkonsert UMMÆLI Meinhard Jensen Svarti Deyði Festivalurin endaði við ein­ um surprise. Tað byrjaði við, at vit hoyrdu eina upp­ tøku av kingosangi frá ein­ ari jarðarferð í Tjørnuvík, meðan ein svartur bátur við deyðum fólki róði inn á sandin og so útaftur. Hetta riggaði væl, tí at tað lýsti í sjónum undir bátinum, og yvirhøvur var tað pent at síggja, tí har lógu so nógvir vakrir bátar. So kom Egi Dam á pallin í svørtum og helt eina óhugnaliga talu um sandin, sum vit stóðu á. Í 30unum var ringt brim har, og ein gamal kirkjugarð­ ur kom undan. Beinini vóru frá miðøldini. Boðskapurin var, at G!Festivalurin verður hildin oman á líkunum, sum doyðu av svartadeyða. Hetta var gott, men eitt sindur langt. Stóri boðskapurin var, at einaferð um árið koma vit saman av avnokta deyðan, og so fór poppmu­ sikkur í gongd, og ein bólk­ ur av kvinnuligum dansarum tóku yvir og dansaðu ein flottan dans í vøkrum bún­ um. Young Dubliners Síðani komu Young Dublin­ ers framat. Tað var ein fest­ ligur endi. Sera væl spældur írskur fólkatónleikur bland­ aður við rokk. Bestu sangir­ nir hjá teimum vóru teir, har sum tað írska dominer­ aði. Vit elska at hoyra rós, og rós treyt ikki ta løtuna. Konsertferðin hjá teimum endaði her, og tað hildu teir vera ógvuliga passandi. Tað er við skomm, at eg viðgan­ gi, at eg ikki kenni Young Dubliners, annað ein tveir sangir úr útvarpinum. Men hatta slagið av tónleiki fer lættliga inn, og onkur av løgunum eru gomul og kend. Fyri meg vóru tey tey bestu, og framúr góð. Mill­ um tað besta allan festivalin. Teir høvdu onkrar sangir, sum ljóðaðu heimagjørdir og persónligir, og alt gott um tað, men har var verri at fylgja við, og tað var heldur ikki líka áhugavert. Teir spældu so væl, sum tað ber til, og ljóðið var, sum altíð á sandinum hendan G!Festivalin, óvanliga gott. Fiólin var góð, og sangarin hevði tað upp á pláss við hasum írska, sum vit kenna frá gomlu Dubliners og Clancy beiggjunum og øðr­ um. Dixie reprise Basssangarin og tveir tón­ leikarar úr Dixie Humming­ birds komu til allarseinast út at syngja fyrsta ørindi av sálminum Amazing Grace, tvær ferðir. Fólk sang við, og tað kendist sum eitt væl­ signilsi. Noomi og Heidi eiga æruna av, at tað kom í lag. Endin á G! Pravda Martin Joensen Mynd: Sunva E. Lassen Mynd: Sunva E. Lassen Mynd: Sunva E. Lassen Mynd: Sunva E. Lassen