mánadagur 23. juli 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2007
29
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Eg koyrdi alt, sum var í eskjuni burtur, og síðani
spurdi eg Michael, hvat hetta var fyri nakað
(Whitney Richards)
Tríggir
føroyingar
til Fremad
Johan Ellingsgaard
fer kortini ikki
til Danmarkar,
men tað fara Hans
Jørgensen, Páll
Klettskarð og
Erling Jacobsen
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fýra ungir føroyingar
fingu boðið sáttmála
við Fremad Amager í
vár kom á føroyskar
hendur.
Nú er tó greitt, at ein
teirra, Johan Ellings
gaard úr B36, ikki fer til
felagið, so sum ætlanin
annars var.
Hinvegin fara Hans
Jørgensen úr Skála, Páll
Klettskarð úr KÍ og
Erling Jacobsen úr GÍ
allir til felagið.
4. august fer Fremad
Amager undir kapping
ina í donsku 2. deild,
eystur, og er málið alt
fyri eitt at vinna sær
sessin aftur í næst bestu
donsku deildini.
Fremad
vann fyrsta
dystin
Við einum at kalla
spildurnýggjum
liði
vann Fremad Amager
leygardagin sín fyrsta
venjingardyst
eftir
summarsteðgin. Hesin
var móti Hvidovre, og
tað eydnaðist hjá Frem
ad Amager at vinna
dystin 31. Málini skutu
Andreas
Mortensen,
Patrick Mortensen og
Rune Povlsen. Moham
med Abdalas var einasti
av teimum fyrstu ellivu
hjá Fremad Amager,
sum eisini spældi við í
vár, tá liðið flutti niður.
-mørk
Triðja árið á rað
vann Hafsteinn Ægir
Geirsson úr Íslandi
súkklukappingina
Statoil Kring Føroyar,
men hann fekk harða
mótstøðu frá bert
17 ára gamla Torkili
Veyhe. Tá avtornaði,
vóru einkultstartirnir
í Klaksvík og á
Sandi avgerandi fyri
endaliga úrslitið
Súkkling
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Á tí síðsta av teimum fýra
umførunum,
súkklararnir
høvdu í Havnini, áðrenn
teir komu á mál, eydnaðist
Torkili Veyhe at sleppa frá
Hafsteinn Ægir Geirsson
og
vinna
kappingina
sunnudagin. Har var ein
góð súkklulongd á muni
teirra millum, men tað var
so eisini alt.
Sostatt fingu teir mongu
áskoðararnar
uttan
fyri
Statoilstøðina í Gundadali
eisini eitt sindur av spenn
ingi og ein veruligan enda
spurt, tá súkklararnir súkkl
aðu teir allarsíðstu metrar
nar av teimum 320 kilomet
runum, sum vórðu lagdir
aftur um bak frá miku
degnum til sunnudagin.
Spurtirnir trutu annars
ikki í ársins útgávu av
Statoil Kring Føroyar, tí
eisini í Eysturoynni og
Suðuroynni varð spurtað
um kapp um at gerast fyrs
tur um málstrikuna. Tær
báðar ferðirnar var Haf
steinn Ægir Geirsson tann
drúgvari, og hann vann eis
ini kappingina samanlagt.
Mangan hava teir 103
kilometrarnir í Eysturoynni,
teir 77 í Suðuroynni ella
teir 109 í Streymoynni verið
avgerandi fyri, hvussu enda
liga úrslitið gjørdist, men
so var ikki hesa ferð. Í
staðin vóru tað einkult
startirnir í Klaksvík og á
Sandi, ið avgjørdu alt.
Har var Hafsteinn í flokki
fyri seg. Á teimum átta kilo
metrunum í Klaksvík vann
hann sær ein fyrimun upp á
17 sekund, sum hann so
útbygdi í stórum á Sandi,
har hann knústi alla mót
støðu við at súkkla teir 21
kilometrarnar ein minutt og
14 sekund skjótari enn
Torkil Veyhe, ið var tann
einasti, ið tóktist vera førur
fyri at bjóða av.
Triðju ferð á rað
Hetta var triðja árið á rað,
at nú 26 ára gamli Hafsteinn
Ægir Geirsson vann Statoil
Kring Føroyar. Í 2005 og
2006 var tað bara Gunnar
DahlOlsen, ið kundi bjóða
honum av, men gjørdist
kortini ov stuttur, tí íslend
ingurin vísti seg at vera øgi
liga sterkur.
Hóast Gunnar í 2005
vann báðar einkultstartirnar,
var hann ein minutt og sjey
skund aftan fyri Hafsteinn
samanlagt, og í fjør hevði
íslendingurin tikið seg so
langt fram, at hann vann
fýra teir fyrstu dagarnar og
síðani bara lá og ansaði
eftir Gunnari, sum saman
lagt endaði tveir minuttir
og 39 sekund aftanfyri.
Kappingarnar í vár og
ikki minst Oyggjaleikirnir
á Rhodos góvu ábendingar
um, at avbjóðarin hesa ferð
fór at vera tann bert 17 ára
gamli Torkil Veyhe úr Havn,
og so var eisini. Hóast
Torkil ikki fekk gjørt nakað
við Hafsteinn á einkult
startunum, fylgdi hann væl
við á longru teinunum, har
tað
ongantíð
eydnaðist
Hafsteinn at sleppa heilt
leysur.
Hinvegin eydnaðist held
ur ikki Torkili at sleppa frá
Hafsteinn, fyrr enn allar
síðsti endaspurturin var í
Gundadali sunnudagin og
Torkil fekk sloppið sær
fram um oman eftir Gunda
dadalsvegnum og helt fyri
munin líka á mál.
Hóast Torkil, nú hann fyri
fyrstu ferð kappaðist saman
við teimum vaksnu, gjørdist
ov stuttur, vann hann sann
førandi gull hjá ungling
unum, har hann var tann
einasti, ið gjøgnumførdi.
So lítið man vera at siga til,
at hann er serstakliga væl
nøgdur aftan á hesa góðu
vikuna á tveimum hjólum.
Enn er eitt ár til næstu
ferð, men spennandi verður
at
síggja,
hvat
úrslit
fyriskipararnir koma til, nú
teir í næstum fara at
eftirmeta tólvtu útgávuna
av Statoil Kring Føroyar.
Higartil hevur kappingin
koyrt eftir sama leisti, men
møguliga verður hon víð
kað við einum degi og fleiri
innbygdum kappingum í
sjálvari kappingini.
Einkultstartir avgjørdu
kappingina
Hafsteinn Ægir Geirsson og Torkil Veyhe tveireinir í oddanum, soleiðis sum teir so mangan vóru
at síggja í ársins útgávu av Statoil Kring Føroyar
Endaliga úrslitið
Niðanfyri verður víst samlaða støðan av Statoil Kring Føroyar. Í yvirlitinum eru bara teir
súkklarar, ið gjøgnumførdu allar fimm teinarnar.
1. Hafsteinn Ægir Geirsson
Ísland
9.44,03
2. Torkil Veyhe
Føroyar
+1,39
3. Davíð Þór Sigurðsson
Ísland
+8,38
4. Gunnar Dahl-Olsen
Føroyar
+10,11
5. Niels Jakob Thomsen
Danmark
+13,52
6. Eli J. Christiansen
Føroyar
+15,54
7. Niels Bay Petersen
Danmark
+16,19
8. Hlynur Þorsteinsson
Ísland
+44,54
9. Áslakkur Nesá
Føroyar
+45,22
10. Sigurgeir Agnarsson
Ísland
+1.20,04
11. Mikki Bangtrup
Føroyar
+1.50,05
12. Janus Povlsen
Danmark
+6.33,42
FAKTA